Vestmannatrolarar landa í Skotlandi

Vestmenningur og Fram hava seinastu tríggjar túrarnar landað veiðina í Peeterhead í Skotlandi, har teir hava fingið 35 oyru meira fyri kilo av gulllaksi, enn virkini í Føroyum kunnu bjóða

Fiskivinna

 

Tað er ikki bara sum at siga tað at keypa, virka og selja allan tann gulllaks, sum kemur uppá land í Føroyum, nú veiðan hjá gulllaksaskipunum er so góð, og seks skip regluliga sigla til lands full undir lúkurnar við fiski – og viðhvørt ríkiliga tað.

Í Leirvík hevur Tavan ”traditión” fyri at virka gulllaksafars, sum felagið eftirhondini hevur gjørt í fleiri ár við góðum úrsliti.

Seinastu árini hava tey eisini roynt seg við gulllaksi í Vestmanna, har Faroe Seafood fyrst hevði sítt virksemi, sum áður hevði verið í Suðuroy.

Tá Faroe Seafood slepti hesum virksemi í Vestmanna, tóku aðrir yvir, og seinastu árini hevur virkið Atlantis í Vestmanna keypt og fryst gulllaks.

 

Nógv virksemi

Við gulllaksavinnuni eins og við øðrum vinnum er neyðugt, at bæði skip og virki fáa raksturin at hanga saman. Fiskimaðurin heldur ivaleyst, at hann stundum fær ov lítið fyri fiskin, og á hinari síðuni eru tað virkisleiðslurnar, sum skulu syrgja fyri, at framleiðslan loysir seg á landi, ið halda, at tey rinda ein hóskiligan fiskaprís.

Gulllaksur er ikki dýrur fiskur í innkeypi – ikki í mun til eitt nú tosk og hýsu, sum annars hava ligið lágt í prísi í longri tíð.

Men alt er relativt, og soleiðis er eisini við prísunum á gulllaksi. Samanhangur skal vera í, hvat tú keypir fiskin fyri, hvat tað kostar at frysta ella virka hann, og hvat tú síðan kanst fáa fyri vøruna á marknaðinum.

Føroysku gulllaksavirkini hava í hesi vertíðini givið 3,25 krónur fyri kilo. Men eitt er kiloprísurin. Annað er, hvussu nógv virkini megna at arbeiða undan.

Á Tavuni í Leirvík hevur verið arbeitt í skiftivaktum, og har hevur gulllaksavirksemið í vertíðini givið nógvar góðar lønarinntøkur til arbeiðsfólkið, samstundis sum Tavan er komin við góðum úrslitunum – og summi ár við heilt góðum úrslitum.

Tavan arbeiðir gulllaks í summarhálvuni og væl út á heystið, og um veturin arbeiða tey upsa.

 

Selja uttanlands

Vanligt hevur verið, at leirvíkstrolararnir, Stjørnan og Polarhav, selja sína veiði til Tavuna í Leirvík, sum eisini hevur keypt nógvar lastir frá eitt nú Eysturbúgvanum, sum partrolar saman við Vesturbúgvanum.

Síðan hava Vestmenningur og Fram, sum partrola eins og Vesturbúgvin lagt flestu lastirnar upp í Vestmanna.

Nú veiðan hevur verið so stór, og trupult hevur verið at fingið alt til høldar á føroysku virkjunum, hava Vestmenningur og Fram landað tríggjar fylgjandi gulllaksalastir í Peeterhead í Skotlandi.

Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at í Peeterhead er frystigoymsla, sum megnar at frysta heili 1100 tons um samdøgnið.

- Skipini hjá okkum hava landað tríggjar túrar í Skotlandi, og hesar túrarnar hevur veiðan ligið millum 480 upp í 614 tons hvønn túrin.

Hann sigur, at prísirnir fyri gulllaksin hava verið heldur betri í Skotlandi enn í Føroyum.

- Vit hava fingið 3,60 krónur fyri kilo í Peeterhead, meðan gulllaksaprísurin í Føroyum hevur ligið á 3,25 krónur fyri kilo.

Reiðarin sigur, at hesi oyruni meira fyri kilo sjálvandi eru munagóð, men hann ivast kortini í, um skipini høvdu farið av landinum við fiskinum, um møgleikar vóru at selt veiðina í Føroyum.

- Síðan okkara skip fóru á gulllaksaveiði í apríl, hava tey landað einar tveir ella tríggjar túrar í Føroyum. Hesin seinasti túrurin av trimum, sum tey hava landað uttanlands, byrjaði aftur í gjárkvøldið, og í løtuni veit eg ikki at siga, hvar skipini fara at landa, tá hesin túrur er lokin um nakrar dagar, sigur Tummas Christophersen.

Manningarnar á Vestmenningi og Fram skifta triðja hvønn túr í staðin fyri annan hvønn túr, nú landað hevur verið í Skotlandi.

Sum sæst í aðrari grein á hesi opnu í dag, landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stívliga 500.000 pund av gulllaksi í Saltangará í gjár, og bæði 1. juni og 5. juni vóru Polarhav og Stjørnan eisini fullfermdir í Saltangará.

Hesar báðar túrarnar høvdu leirvíkstrolararnir væl meira en 500.000 pund hvønn túrin.