Annika Olsen kann fáa ein møguleika afturat

Annika Olsen kann fáa ein síðsta møguleika at fáa vegin í sambandi við Norðoyatunnilin gjørdan. Tekur hon ikki av, kunnu tiltøk verða sett í verk fyri at avmarka ferðsluna. Tað er niðurstøðan í einum løgfrøðiligum uppriti um rættin hjá Eysturkommunu at stongja vegin til Norðoyatunnilin

Verður vegurin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, ikki gjørdur nú, eigur Býráðið í Eysturkommunu at umhugsa at seta tiltøk í verk.
Tað er niðurstøðan í einum uppriti, sum Bjørn á Heygum, løgfrøðingur hevur gjørt til býráðið í Eysturkommunu um tunnilsvegin.
Tað røkist onki fyri, at ein endalig loysn verður gjørt og tí hevur Eysturkommuna nú kravt, at ein loysn verður funnin, annars verður vegurin stongdur.

Krevja eina skjóta loysn
Fyri at fáa greiði á sínum rættindum á økinum, hevur býráðið biðið Bjørn á Heygum um eina meting av støðuni.
Hann staðfestir, at býráðið eigur at umhugsa at geva Norðoyartunnlinum og myndugleikunum eitt síðsta skoðbrá, at gera nýggja vegin ígjøgnum Leirvík, serliga tá ið hugsað verður um tær víttgangandi avleiðingarnar og tað samfelagsliga óhaldbaru støðu, sum tað kann elva til at kvetta vegasambandi ímillum Norðoyggjar og restina av landinum.
- Undir øllum umstøðum eigur at verða sett fram krav um, at hesi viðurskifti fáast í rættlag skjótt og at ein greið tíðarætlan verður ásett fyri nær arbeiði kann byrja og verða liðugt, soleiðis at tað kann síggjast ein endi á hesum langa og drúgva máli.
Bjørn á Heygum sigur, at verður hetta ikki gjørt, og tað framhaldandi letur til, at landsmyndugleikarnir ikki taka málið í nóg stórum álvara, eiga møgulig tiltøk at vera umhugsað.
Men hann sigur, at hesi tiltøk eiga at verða avmarkað, har talan kann verða um avmarkaðan stongsul ella annað tílíkt.
- Ein fullkomin stongsul neyvan kann koma uppá tal tí so er mest sannlíkt at kravt verður, at vegurin verður latin upp aftur út frá einum samfelagsligum neyðrættarsjónarmiði.

Ongin broyting
Hann staðfestir eisini, at rætturin hjá tunnilsvegnum at binda í kommunala vegin, varð givin sum eitt fyribils loyvi.
Hann staðfestir somuleiðis, at sum støðan er nú, eru ongi útlit fyri, at nøkur endalig loysn er í ljósmála hóast fleiri ár eru farin og hóast fýra ár eru liðin, síðani Løgtingið samtykti at gera vegin.
Tí er støðan ný onki øðrvísi enn tá ið fyribils loyvi var latið á sinni fyri fleiri árum síðani.
- Sostatt kann við vissu staðfestast, at fyritreyt hevur ikki heldur og at fyritreytin fyri loyvinum harvið kunnu sigast álvarsliga at hava svikið, sigur Bjørn á Heygum.
Tí heldur hann, a hendir onki nú, kann kommunan seta tiltøk í verk.
Annika fær
ikki peningin

Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í morgum.
Men hon hevur áður sagt, at hon skilir væl støðua hjá býráðnum í Eysturkommunu og at tey hava mist tolið.
Hinvegin hava tinglimir í samgonguni fleiri ferðir boðað frá, at tað kemur ikki upp á tal at lata eykajáttan til fleiri útbyggingar í ár, soleiðis sum fíggjarliga støðan er.
Og trupulleikin er júst tann, at Annika Olsen hevur ikki fingið nóg stóra játtan til at gera vegin ígjøgnum Leirvík fyri, sigur hon.
Tí er hon bundin á hond og fót, hevur hon fleiri ferðir sagt.
Og sum útsøgnirnar hava verið, fær hon heldur ikki peningin í ár.
Løgtingið hevur játtað 40 milliónir til endamálið, men vegurin og bátahylurin kosta 50 milliónir at gera og tí kann arbeiði ikki setast í verk, fyrrenn vissa fæst fyri, at peningurin røkkur
Í tí sambandi hava tey roynt at prutta pum prísin, men tað er so ikki komið á mál við tí.
Men nú skal fundur vera við býráðið eftir páskir og tá vónar hon at finna eina semju, sum allir partar eru nøgdir við og sum hon síðani ætlar at leggja fyri landsstýri við tí fyri eyga at fáa undirtøku fyri at seta hana í verk.
Les eisini greinina: Komman hevur ræðið á vegnum