Síðani eftir 11. umfar hevur HB verið oddalið í næstbestu deildini. Eftir 18. umfar var munurin aftur til næsta kappingarneytan 9 stig. Nú eru tað tvey stig frá HB og aftur til B68. Toftamenn skulu mikukvøldið spæla á útivølli imóti Skála.Í løtuni verður arbeitt við at skifta vøllin á Skála, og ti hava skálamenn fyribils heimavøll í Leirvík, har dysturin ímóti B68 verður mikukvøldið klokkan 18.30. Tá fær B68 møguleika at endurvinna oddasessin, sum liðið hevði inntil 10. umfar. Talan verður tó um stóra avbjóðing hjá toftamonnum, tí Skála hevur víst seg at vera væl fyri.
At HB hevur mist oddasessin kemst av, at liðið púra er steðgað upp. Eftir langa sigursrøð hevur einki borið til fýra tær seinastu ferðirnar. Fjórða tapið á rað varð veruleiki í gjár, tá ið FC Suðuroy við 3-1 heimasigri styrkti um sín møguleika aftur at verða partur av bestu deildini. Búi Egilsson skoraði tvær ferðir og Jan Áki Jacobsen eina ferð, áðrenn Kjartan Nielsen tíggju minuttir undan leikloki minkaði um munin fyri HB.
Víkingur vann í gjár 2-0 á B71 í Leirvík. Magnus Jarnskor legði heimaliðið á odda eftir eitt korter, og tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at Martin Olsen staðfesti sigurin. Nú sær rættuliga svart út hjá B71, sum er níggju stig frá 8. plássinum.
Størsti dramatikkurin í gjár var í Gundadali, har teir næstbestu hjá B36 høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Tóki á Lofti legði beinanvegin heimaliðið framum 2-0, men so fótaði KÍ sær.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraðu Bárður Hansen og Gunnar Christiansen fyri KÍ, og so sá ljóst út hjá klaksvíkingum, sum síðani seks minuttir undan steðginum vóru 11 ímóti 10. Tað leikaði hart á, og bæði liðini mistu ein mann aftrat.
Heimaliðið tryggjaði sær í evstu løtu øll stigini, tá ið Rasmus Dan Sørensen skoraði sigursmálið.
Á báðum liðunum vóru nógvir, sum eru á besta liðnum, og sigurin hjá B36 var kostnaðarmikil á tann hátt, at báðir miðverjarnir á besta liðnum, Robert Heðin Brockie og Hørður Askham, vóru vístir av vøllinum og harvið verða leikbannaðir, tá ið B36 leygardagin skal spæla grannauppgerð ímóti HB.
Í kvøld fær TB vitjan av EB/Streymi, sum við sigri kann taka seg væl burtur frá niðurflytingarplássinum, sum TB í løtuni er á.
22. umfar
Í gjár
Víkingur-B71 2-0 (1-0)
1-0: Magnus Jarnskor 16.
2-0: Martin Olsen 90.
B36-KÍ 3-2 (2-0)
1-0: Tóki á Lofti 2.
2-0: Tóki á Lofti 7.
2-1: Bárður Hansen 66.
2-2: Gunnar Christiansen 75.
3-2: Rasmus Dan Sørensen 90.
Reytt kort: Robert Heðin Brockie, B36, 39. (2 gul), John Guðjónsson, KÍ, 81., og Hørður Askham, B36, 87.
FC Suðuroy-HB 3-1 (1-0)
1-0: Búi Egilsson 19.
2-0: Jan Áki Jacobsen 50.
3-0: Búi Egilsson 63.
3-1: Kjartan Nielsen 80.
Í kvøld
TB-EB/Streymur: Pætur Albinus kl. 19.00
Mikukvøldið
Skála-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30 - í Leirvík
Støðan
HB 42
B68 40
FC Suðuroy 37
Skála 35
B36 33
Víkingur 33
KÍ 26
EB/Streymur 23
TB 20
B71 14
TB hevur spælt 20 dystir, B71, EB/Streymur, Skála og B68 hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir