Verkætlanin er tekniskt í lagi og prísurin er okkara borð!

- Rambøll sigur, at tekniski parturin av okkara projekti er í lagi. Er ótryggleikin, at okkara prísur verður hildin at vera ov lágur, er als eingin ótryggleiki meira at tosa um. Vit vilja fremja projektið fyri fastan prís, sum vit halda er væl undirbygdur. Hetta er okkara borð, sigur Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum, sum heldur lítið um, at politisku myndugleikin í Føroyum "dansar" eftir hálvum øðrum A4 arki hjá danskari ráðgevingarfyritøku

Vegaføring

Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum, heldur ógvuliga lítið um tað arbeiði, sum danska ráðgevingarfyritøkan , Rambøll, hevur gjørt í sambandi við ætlaða tunnilsprojektið hjá NCC og J & K Petersen í Leirvík.
Hann heldur eisini lítið um, at politiski myndugleikin í Føroyum tekur støðu út frá hálvum øðrum A4 arki hjá hesi fyritøku, sum hann heldur hvørki sigur eitt ella annað, ið hevur týdning fyri projektið.

Í lagi tekniskt
- Rambøll sigur í síni niðurstøðu, at allur tann tekniski parturin av projektinum hjá okkum er í lagi, men ráðgevingarfyritøkan heldur ikki, at verkætlanin kann fremjast fyri tær 87 mió krónurnar, sum okkara tilboð er. Hetta sigur ráðgevingarfyritøkan er "ótryggleikin" við okkara projekti.
Men, leggur Svein Kristiansen dent á:
- Eg hetta ótryggleikin, at okkara prísur eftir teirra tykki er ov lágur, er als eingin ótryggleiki meira at tosa um. Vit hava givið eitt tilboð fyri fastan prís, sum vit halda er væl undirbygt. Tískil er eingin ótryggleiki at tosa um, sigur hann.

Í ringt ljós...
Svein leggur dent á, at tað, sum Rambøll hevur gjørt, er als eingin kanning, men bert ein niðurstøða, sum hann heldur ikki hevur nógv upp á seg.
- Eg haldi, at hetta hálvt annað A4 arkið setir Rambøll í eitt ógvuliga vánaligt ljós. Ja, eg haldi, at hetta, sum fyritøkan borðreiðir við, er heilt ótrúligt! Rambøll sær í síni niðurstøðu púrasta burtur frá tí "faktum", at NCC og J & K Petersen vilja fremja hesa verkætlan fyri ein fastan prís.
Stjórin vísir á, at vilja landsins myndugleikar spara pening og ikki fremja tunnilsloysnina, sum á pappírinum er dýrari enn vegaloysnin, kunnu teir gera tað.
- Men eg dugi slett ikki at síggja, at tað, sum Rambøll hevur lagt fyri dagin, er nakað sum helst hjá politisku myndugleikunum at taka støðu út frá, tí hetta broytir als einki í okkara uppskoti um loysn av vegaføringini í Leirvík.

Ikki sama mál
Svein Kristiansen heldur, at tað einasta, sum Rambøll og føroysku myndugleikarnir áttu at tikið støðu til, er, hvat fæst fyri hesar 87 mió krónurnar, sum NCC og J & K Petersen vilja gera arbeiði fyri.
- Vit eru komin til eina niðurstøðu um prísin, ið byggir á tær kanningar, sum vit hava gjørt og latið gera. Prísurin fyri verkætlanina er tískil okkara borð. Hinvegin kunnu onnur meta um, hvat fæst fyri peningin, og her dugi eg ikki at síggja annað enn, at Rambøll metir teknisku loysnina hjá okkum at vera í lagi.
Stjórin heldur, at tað er ein stórur spurningur, um partarnir yvirhøvur tosa um somu viðuskifti ella tosa sama mál, sum hann tekur til.
- Vit hava sagt, at vit vilja fremja tunnilsloysnina við vegagerð fyri ein fastan prís, meðan Rambøll og nú eisini landsins myndugleikar - siga, at tað kunnu vit ikki. Eg haldi, at hetta er langt úti, og er ein ógvuliga vánalig undanførsla hjá politisku myndugleikunum fyri at velja eina aðra loysn, sigur Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum.

Rambøll-niðurstøða
Danska ráðgevingarfyritøkan metir nevniliga, at tunnilsætlanin í Leirvík eftir prinsippinum hjá norsku fyritøkuni og J & K Petersen fer at kosta væl omanfyri 100 mió krónur.
Fyritøkan metir, at ein loysn við tunnli, sum verður einar 400 metrar langur, fer at kosta einar 130 mió krónur.
Rambøll heldur, at stór óvissa er í roknistykkinum og heldur, at ein slikur tunnil fer at kosta í minsta lagi 115 mió krónur og í mesta lagi 170 mió krónur. Verður tunnilin í staðin 350 metrar langur, verður kostnaðurin helst einar 120 mió krónur ella í mesta lagi 160 mió krónur og í minsta lagi 105 mió krónur.
Sosialurin fer at venda aftur til málið í einum øðrum blaði.