skriva, at Paul Gascoigne ikki er í lívsvanda, men at støðan hjá 45 ára gamla onglendinginum bara blívur verri. Hann hevur havt stórar trupulleikar við ovurnýtslu av alkoholi síðan hann gavst at spæla fótbólt [...] sjónliga hevur trupulleikar við at tosa og sær illa út. Paul Gascoigne verður mettur sum ein tann besti og farviríkasti spælarin í bretskari fótbóltssøgu. Hann náddi at spæla 57 landsdystir fyri Ongland [...] fótbólt. Fleiri fólk í og rundan um fótbóltsheimin hava roynt at hjálpa fyrrverandi enska miðvallaranum. Millum teirra eru Gary Lineker og sjónvarpsverturin Piers Morgan. Paul Gascoigne tóktis annars hava
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trý línuskip koma inn at landa mánadagin. Fiskasløgini verða mest toskur, hýsa og nakað av longu og brosmu. - Eitt sindur ivasamt er, hvussu verður seinni í vikuni [...] koma nøkur línuskip inn til landing aftrat við toski og hýsu. Lagt verður aftrat, at nøkur línuskip eru farin á djúpt vatn at fiska longu og brosmu, men hesi skipini koma neyvan inn í vikuni. - Streymurin [...] fáa so at siga bara tosk og hýsu. Seks djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir partrola eftir upsa og fáa nakað av hjáveiði. Skipini eru nýliga byrjað túr, og ivasamt er, um tey koma inn aftur at landa
í Fuglafirði eini ørindi, at ein maður gjørdi seg inn á politistarnar. Ørindini, politiið hevði í skeinkistaðnum, hevði onki við mannin at gera, so tað var púra ómotiverað, at hann legðist á politistarnar [...] Annars var toluliga friðarligt í nátt. Onkur hevur boðað frá, at ein neyðrakett í Trongisvágsfirði, men tá ið málið varð kannað, var onki óvanligt at síggja. Ein bilur varð stolin í Fuglafirði í nátt. Eigarin [...] hví hann legði á teir. Tískil varð maðurin handtikin og lagdur í varðhaldið. Ongin skaði hendi, men at leggjast á politistar ímeðan teir eru til arbeiðis, er álvarsmál, so maðurin er nú skuldsettur fyri
hann staðfestir, at hann vil hava greiði á, hvat vendir upp og hvat vendir niður. Tí fer hann at biðja landsstýrismannin um eina frágreiðing. Tá ið tann frágreiðingin er komin, fer hann at taka støðu til [...] - Eg fari at biðja Jørgen Niclasen um eina frágreiðing. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður um skuldsetingarnar ímóti Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Sum tað sæst longur niðri [...] niðri á Portalinum, er landsstýrismaðurin skuldsettur fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum í samband við Landsbankan. Løgmaður vil ikki taka nakra niðurstøðu, fyrrenn hann hevur fingið eina frágreiðing um málið
burtur úr fýrverki. Høgni sigur, at nýggjárslyftið hjá honum er at verða nógv meira íðin, bæði í sínum arbeiði og sínum familju- og vinarviðurskiftum. - Rætt og slætt ikki at lata viðurskifti liggja á láni [...] láni, men verða nærverandi og meira heilur. Høgni Hoydal sigur, at nýggjársynskið hjá sær er, at vit í Føroyum og í heiminum fara frá einum tíðarskeiði við sjálvsøkni, ójavna, ófriði og ófrælsi til eitt [...] men nú verður tað hildið í býlingunum. Tað sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður. Hann leggur aftrat, at á Flat, har tey búgva, er nýggjárshald fyri bæði vaksnum og børnum við báli, røðu og øðrum. Síðani
frá, at hetta er seinasti dysturin hjá honum felagnum. Søgurnar seta hann í samband við franska felagið, Monaco. Hann hevði í fjør eitt tilboð um at koma til Paris Saint-Germain, men valdi heldur at halda [...] vikuskiftið spæla í finaluni um amerikanska meistaraheitið í fótbólti, er tað somuleiðis seinastu ferð, at David Beckham spælir fyri felagið, skrivar BBC. Tað kom óvart á fótbóltsheimin, tá David Beckham fyri [...] Los Angeles. Hann hevði júst vunnið spanska meistaraheitið við Real Madrid. Fleiri vildu verða við, at hann bara gjørdi tað fyri pengarnar. Um vikuskiftið kann hann vinna sítt annað Major League Soccer
Lene Espersen, at sleppa hesum kravinum. Hetta skuldi vísa seg at blíva ein dýr avgerð. Fyrrverandi yvirvísmaðurin Christian Sørensen segði í sending hjá DR fyrrakvøldið, at við at sleppa kravinum [...] krónur. Ágóðin fór ístaðin til tey, sum eiga bankarnar. Lene Espersen sigur við DR og Politiken, at hon vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum hendi á fundunum um bankapakkan í januar í 2009. Tað vilja [...] Sosialdemokraturin Henrik Sass Larsen, sum var við til samráðingarnar um bankapakka 2, sigur við DR, at talan er um tann størsta stuldurin í danskari søgu.
fólk halda, at tá tú gert eina jólafløgu, so ert tú við at taka teg aftur sum tónleikari. Annie Lennox, skotsk songkvinna Sæð úr einum handilsligum sjónarhorni, so høvdu vit verið noydd at uppfunnið jólini [...] modernaður, veit eg ikki, men eg haldi, at jólini eru einføld: Tað ræður um at verða góður við onnur. Og tá ið eg hugsi um tað, hví skulu vit so bíða eftir jólunum fyri at verða tað? Bob Hope, amerikanskur skemtari
Hvítu Húsunumi kvøld. Hann segði, at ein dag sum hendan er hann ikki bara forseti, men eisini pápi, og hann hugleiddi um foreldrini, sum hava mist síni børn. Obama segði, at hann hevði tosað við guvernørin [...] Newtown er, og at myndugleikarnir fáa alla ta hjálp, teimum tørvar. Enn hava myndugleikarnir ikki sagt nakað endaligt um, hvussu mong tann 24 ára gamli Ryan Lanza myrdi í dag, men teir sigam, at talið er um [...] teirra millum 18 børn. Tað er samstundis greitt, at drápsmaðurin hevur skotið pápa sín, mammu sína og beiggja sín. Hvítu Húsini hava givið fólki boð um at flagga í hálvari stong til minnis um tey, sum vórðu
nóg mikið fyri at verja síni børn. -Tær næstu vikurnar fari eg at gera alt, sum stendur í mínari makt, fyri at fáa myndugleikar, foreldur og lærarar til eitt átak, sum skal forða fleiri sorgarleikum av [...] sjónliga rørdur, segði, at broytingar kunnu vera á veg í vápnalógini. -Vit kunnu ikki góðtaka hetta longur. Hesir sorgarleikirnir mugu fáa ein enda, segði hann og legði afturat, at USA hevur ikki gjørt nóg [...] hendingin var í summar, tá 12 fólk vórðu skotin í einari biohøll í Colorado, meðan tey sótu og hugdu at einum Batman-filmi.