-Eisini okkara heimur er skræddur sundur. Øll í okkara landi hava grátið við tykkum, Newtown. Tit eru ikki einamøll, segði Barack Obama, forseti, tá hann var í býnum Newtown, har 20 børn og seks vaksin vórðu skotin í einum skúla fríggjadagin.
Forsetin, sum var sjónliga rørdur, segði, at broytingar kunnu vera á veg í vápnalógini.
-Vit kunnu ikki góðtaka hetta longur. Hesir sorgarleikirnir mugu fáa ein enda, segði hann og legði afturat, at USA hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at verja síni børn.
-Tær næstu vikurnar fari eg at gera alt, sum stendur í mínari makt, fyri at fáa myndugleikar, foreldur og lærarar til eitt átak, sum skal forða fleiri sorgarleikum av hesum slagnum, segði forsetin.
Skjótingin í Newtown er tann fjórða, síðani Barack Obama bleiv forseti. Tann seinasta hendingin var í summar, tá 12 fólk vórðu skotin í einari biohøll í Colorado, meðan tey sótu og hugdu at einum Batman-filmi.










