Tá LA Galaxy og David Beckham um vikuskiftið spæla í finaluni um amerikanska meistaraheitið í fótbólti, er tað somuleiðis seinastu ferð, at David Beckham spælir fyri felagið, skrivar BBC.
Tað kom óvart á fótbóltsheimin, tá David Beckham fyri fimm árum síðani takkaði kuffertið og flutti til Los Angeles. Hann hevði júst vunnið spanska meistaraheitið við Real Madrid. Fleiri vildu verða við, at hann bara gjørdi tað fyri pengarnar.
Um vikuskiftið kann hann vinna sítt annað Major League Soccer meistaraheitið, tá LA Galaxy á heimavølli tekur móti Houston Dynamo. Hetta er ein endurtøka av finaluni frá í fjør, tá LA Galaxy vann 1-0.
David Beckham hevur alment boðað frá, at hetta er seinasti dysturin hjá honum felagnum. Søgurnar seta hann í samband við franska felagið, Monaco. Hann hevði í fjør eitt tilboð um at koma til Paris Saint-Germain, men valdi heldur at halda fram í Hollywood liðnum, LA Galaxy.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðu við David Beckham undan MLS finaluni. Samrøðan er á enskum.