Obama sjónliga rørdur

-Vit hava sæð hetta ov ofta. Okkara hjørtu syrgja í dag. Fleiri av teimum, sum vórðu myrd, vóru vøkur, smá børn, sum høvdu alt lívið fyri framman, segði ein sjónliga syrgin Barack Obama, tá hann hitti tíðindafólk í Hvítu Húsunumi kvøld. Hann segði, at ein dag sum hendan er hann ikki bara forseti, men eisini pápi, og hann hugleiddi um foreldrini, sum hava mist síni børn.

Obama segði, at hann hevði tosað við guvernørin í Connecticut, har Newtown er, og at myndugleikarnir fáa alla ta hjálp, teimum tørvar.

Enn hava myndugleikarnir ikki sagt nakað endaligt um, hvussu mong tann 24 ára gamli Ryan Lanza myrdi í dag, men teir sigam, at talið er um 30, teirra millum 18 børn. Tað er samstundis greitt, at drápsmaðurin hevur skotið pápa sín, mammu sína og beiggja sín.

Hvítu Húsini hava givið fólki boð um at flagga í hálvari stong til minnis um tey, sum vórðu myrd í Newtown í dag.