Samhaldsfesti, friður og samstarv

- Eg haldi jól í Hoyvík saman við familju og vinum. Her verður rærst kjøt á skránni. Fyrr var felags nýggjárshald í Hoyvík, men nú verður tað hildið í býlingunum.

Tað sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður.

Hann leggur aftrat, at á Flat, har tey búgva, er nýggjárshald fyri bæði vaksnum og børnum við báli, røðu og øðrum. Síðani er húsagongd.

- Øll trý børnini hjá okkum eru heima, tíbetur. Tvey eru í lestrarørindum uttanlands. Tey eru nú vaksin, so eg geri lítið burtur úr fýrverki.

Høgni sigur, at nýggjárslyftið hjá honum er at verða nógv meira íðin, bæði í sínum arbeiði og sínum familju- og vinarviðurskiftum.

- Rætt og slætt ikki at lata viðurskifti liggja á láni, men verða nærverandi og meira heilur.

Høgni Hoydal sigur, at nýggjársynskið hjá sær er, at vit í Føroyum og í heiminum fara frá einum tíðarskeiði við sjálvsøkni, ójavna, ófriði og ófrælsi til eitt tíðarskeið við frælsi fyri tjóðir og fólk, samhaldsfesti, friði og samstarvi.