Paul Gascoigne varð í gjár í skundi innlagdur á sjúkrahús í orsaka av álvarsligari sjúku. Fyrrverandi enski landsliðsspælarin er í hesum døgum í USA, har hann skal í viðgerð fyri sína ovurnýtslu av alkoholi.
Bretskir miðlar skriva, at Paul Gascoigne ikki er í lívsvanda, men at støðan hjá 45 ára gamla onglendinginum bara blívur verri. Hann hevur havt stórar trupulleikar við ovurnýtslu av alkoholi síðan hann gavst at spæla fótbólt.
Fleiri fólk í og rundan um fótbóltsheimin hava roynt at hjálpa fyrrverandi enska miðvallaranum. Millum teirra eru Gary Lineker og sjónvarpsverturin Piers Morgan.
Paul Gascoigne tóktis annars hava fingið tamarhald á ovurnýtsluni fyri eini tíð síðan, men í vikuni komu fram sjónbandamyndir, har Paul Gascoigne sjónliga hevur trupulleikar við at tosa og sær illa út.
Paul Gascoigne verður mettur sum ein tann besti og farviríkasti spælarin í bretskari fótbóltssøgu. Hann náddi at spæla 57 landsdystir fyri Ongland, og umboðaði feløg sum Newcastle Tottenham, Lazio, Glasgow Rangers, Middlesbrough og Everton.