monnum í Baltic Cup 2024. Tað fer landsliðsvenjarin, Håkan Ericson at kunngera á tíðindafundi, sum verður í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 27. mai klokkan 10:00. Tíðindafundurin og ymiskt annað í samband [...] á Rás 1 í Televarpinum. Næst eftir Baltic Cup er UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst. Føroyar eru í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Dystirnir vera spældir í september [...] og í ár eru Føroyar bodnar við. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. og 4. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Í Tallinn
allan heimin, men tað, ið hendi við Løkin í Runavík í gjár, var bara býttisligt at hyggja eftir. Dómarin, Alex Troleis, helt somu linju, sum dómararnir hava í alt ár, har menn fáa loyvi at takast eitt sindur [...] dystinum. Tað var ongantíð so, at sigurin var í vanda eftir at HB fyrst kom á odda. Hetta hava vit sæð fyrr. Millum annað í Fuglafirði, tá HB vann 2-0 móti ÍF. Í so máta spælir HB ikki brúsandi »champagne [...] eitt lið í javnvág, sum er sterkt í øllum ketum og sjáldan verður fanga á skeiva beini. Dysturin í Runavík verður mintur fyri rokið millum venjararnar, harða spælið og skaðarnar, men um nøkur ár, so kemur
eiga stóran leiklut á miðvøllinum, og tað var eyðsýnt í 2-1 sigrinum ímóti AB í fyrsta umfari, at góður fongur var í honum. Longu í 23. minutti í øðrum umfari, tá ið TB tapti 2-0 á Skála, fór Vukovic av [...] Arnar er skaddur í knænum, og Leif er skaddur í fótinum. Á Tvøroyri eru teir ikki so misnøgdir við fyrstu umførini, sum hava borið fýra stig við sær. -Soleiðis sum tað tørnaði út í Fuglafirði, so kunnu [...] ikki annað enn vera nøgdir við 2-2, hóast vit høvdu ætlað okkum øll stigini, sigur Stefan Radosavljevic. Hann skoraði bæði TB málini í 2-2 javnleikinum og hevur verið sera eyðsýndur higartil í ár. Tað
hjá starvsfólkum í gamla Uttanríkisráðnum. Málið er gamalt, frá 2010, men kemur ikki fyri rættin fyrr enn í desember í ár. Uttanríkisráðið er sum kunnugt ikki til meira, og málsøkið er í dag flutt undir [...] Kanningarstjórin í málinum um Skálafjarðartunnilin skal í næstum í rættin, umboðandi Løgmansskrivstovuna Annfinn V. Hansen er advokatur hjá landsstýrinum í rættarmáli móti Starvsmannafelagnum. Sjálvt málið [...] P. Højgaard í málinum um Skálafjarðartunnilin, umframt leiklutin og eftirlitisskylduna hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í sama máli. Annfinn V. Hansen er tí komin í ta støðu, at hann í leiklutinum
tvey árini. Í Runavíkar kommunu, sum er hin triðstørsta í landinum, búgva nú 4.150 fólk, og har halda tey, at tað serliga eru tvær orsøkir til fólkavøksturin. Tað hava verið munandi útstykkingar í fleiri bygdum [...] kommuna ikki gerst ein sovibýur undir liðini á Havnini. Við tí í huga, at tvey dynamisk øki vanliga stimbra hvørt annað í menning, ynskja tey í Runavíkar kommunu, at fólkavøksturin, sum verið hevur hesi seinnu [...] Meirilutin í fíggjarnevnd løgtingsins mælir eisini til, at ein verklagslóg verður gjørd fyri Fjøruvegin í Runavík í einum samstarvi millum Runavíkar kommunu og Føroya landsstýri, siga tey í Runavíkar kommunu
koma í eina finalu móti teimum bestu av teimum bestu í heiminum. Vit eru tí spent at vita, um Føroyar í annaðkvøld - triðja árið á rað - vinna leyvu í Cannes, skrivar hann á facebookvanga sínum í kvøld [...] heiðrað tá við at vinna ávikavist gull og bronsu. Og í ár hava føroyingar mín sann enn einaferð gjørt um seg í Cannes. Hesaferð er tað við átakinum “Closed for maintenance - Open for voluntourism”, sum Sansir [...] Islands í vár. Átakið hevur fingið tvær tilnevningar, og Tór Verland Johansen, stjóri í Sansum, fegnast um tilnevningina. - Hesum eru vit nokkso errin av á Sansum, tí bara tað at verða tilnevnd í Cannes
. Herurin í Myanmar, sum í áratíggju hevur sitið á valdinum í landinum, vildi í síðstu viku ikki útiloka eitt møguligt kvett. Í Oslo sigur Myanmar-kennarin Kristian Stokke, sum er leiðari í norsku Mya [...] Myanmarnevndini og professari í samfelagsfrøði við Universitetið í Oslo, at fólk helst fer at gera uppreistur ímóti herinum. Men hann óttast fyri, at herurin fer at nýta vald. Herurin í Myanmar heldur uppá, at [...] valinum í november. – Men pástandirnir um valsvik eru ósannir. Valeygleiðarar søgdu, at valið var frælst og rættvíst, sigur Stokke við norsku tíðindastovuna NTB. Valð var annað demokratiska val í Myanmar
starvinum, uttan løgmansparadur & annað fjant og fjas. Tað er reingjan av sannleikanum, tá Sofus Poulsen í oman fyri nevndu grein sigur seg hava verið umboðsmann í 54 ár, tí til 1978 æt hesin Odmar Skarðhamar [...] manna skrivstovuna mundi vera Lias Johansen í Rættará. Sambært grein í Sosialinum 1978 loysti Odmark Skarðhamar hann av í 1945 & sat hann sum umboðsmaður Føroya til í 1978, tá hann fór frá vegna aldur. Hann [...] nøkur brot úr greinini. I. Miðvikudagin var móttøka í Tinganesi fyri Sofus Poulsen, umboðsmanni í Aberdeen seinastu 54 árini. II. Føroyska býarmyndin í Aberdeen, Sofus Poulsen, fer 1. juli úr starvinum,
Antti Häkkänen í einum tíðindaskrivi í januar. Í Noregi eru ymisk átøk sett í verk seinsatu árini, ið gera tað truplari hjá russiskum ríkisborgarum at koma inn í landi. Eitt nú bleiv í fjør sett forboð [...] norskum myndugleikum. Tað er serliga Finnlandi, tey í Noregi hyggja eftir, nú metast skal um, hvørji átøk skulu setast í verk. Í Finnlandi hevur í nøkur ár verið neyðugt við góðkenning frá myndugleikunum, [...] lan, Säkerhetspolisen (Säpo) kannar í løtuni, um eitt slíkt forboð skal setast í verk í Svørríki. Fyrr í ár boðaði finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkänen, frá, at hann hevði sett ein arbeiðsbólk at
norðuri? -Ja hvør veit. Vit hava eisini loyvi, sum liggja nærhendis, ið vit fingu tillutað í 2. rundu. Har umhugsa vit at bora í 2010. Vit hava tó ikki enn avgjørt, hvar vit skulu bora í hesum loyvunum. Anne [...] Allinson við Sosialin. Sjálvur hevur hann verið við í oljuleitingini við Føroyar frá byrjan. Hann er jarðfrøðingur og hevur verið í hesi vinnu í meira enn 30 ár, helvtina av tíðina hjá BP og helvtina hjá Statoil [...] ikki eydnaðist hjá Statoil at gera oljufund í báðum brunnunum, sum eru boraðir í føroyskum øki, so er Garreth næstan vísur í, at kolvetni finnast og entá í stórum nøgdum. Jarðfrøðingar sum Garreth eru