HB er greitt oddalið og vann sannførandi í Runavík í gjár. Munurin var nokk ikki fýra mál, men tað ber illa til at pilka við ein 4-0 sigur. Tað ber heldur ikki til við dystinum í gjár. Tað stutt av tí langa er, at HB var omaná og vann 4-0. HB er í stórformi og hevur nú vunnið sær níggju stig móti Víkingi á heimavølli og KÍ og NSÍ á útivølli. Allir sigarnir hava verið uppibornir og HB er uttan iva besta boðið upp á ein FM vinnara 2013.
Men dysturin í gjár hevði annað at bjóða upp á enn 4-0 til HB. NSÍ fekk tveir lyklaspælarar skaddar og Ábraham Løkin, venjari hjá NSÍ var ikki blíður eftir dystin. Hann vildi verða við, at talan var um »svínskar« taklingar.
Hetta hevði venjarin hjá HB, Oddbjørn Joensen, eisini nakað at siga um. Hann vísti fyrst og fremst á, at í báðum førum hetta hann, at talan var um óhepnar støður og í øðrum lagi vildi hann verða við, at tað var revsivert, at ein venjari leggur soleiðis eftir spælarum hjá einum øðrum liði.
Skaðarnir
Bæði Klæmint A. Olsen og Kristian Joensen máttu hjálpast av vøllinum við Løkin í fyrra hálvleiki. Eftir 38 minuttir lá Klæmint a. Olsen eftirá. Jóhan Troest Davidsen, sum er uppvaksin í NSÍ, skuldi medda til bóltin, men endaði við at raka liðskiparan hjá runavíkingum í búkin ella bringuna.
Klæmint blei liggjandi og mátti berast av vøllinum. Tað var skjótt greitt, at liðskiparun mátti út.
Beind fyri hálvleik er tað so Kristian Joensen, sum liggur eftirá. Kristin R. Mouritsen varð spældur ígjøgnum og setti ferð móti málinum. Komin inn í brotsteigin sparkar hann bóltin ov langt frá sær. Kristian kemur út í móti og hann og Kristin fara báðir eftir bóltinum. Málverjan fær vart fyri, men tað endar við samanbresti. Kristian Joensen kemur ikki á føtur aftur og má hjálpast av vøllinum. Hann fær binding fyri knæið.
Tað eru hesa báðar hendingarnar, ið Ábraham vil verða við eru »svíknskar«, meðan Oddbjørn metir at talan er um óhepni.
Skaðarnir broyttu spælið hjá NSÍ nakað. NSÍ hevur ongan at seta inn í staðin fyri Klæmint, so liðið má umskipast so at teir spæla uttan ein veruligan áleypara restina av dystinum.
Skitin dystur
Dysturin var merktur av nógvum hørðum, ófantaligum og skitnum spæli. Serliga í seinna hálvleiki hugsaðu menn meiri um at fáa avgreitt rokniskapin við mótstøðumannin, enn at hugsa um fótbólt.
Talan var ikki bara um taklingar, men eisini tápulig ting har menn royndu at stinga fingrar í eyguni á øðum, hálaðu menn um koll og so eftirfylgjandi sjónleikurin, har »særdi« spælarin royndi at fáa hin revsaðan.
Tað er til at skilja, at menn blíva heitir og tað er ein orsøk, at fótbóltur er so væl dámdur kring allan heimin, men tað, ið hendi við Løkin í Runavík í gjár, var bara býttisligt at hyggja eftir.
Dómarin, Alex Troleis, helt somu linju, sum dómararnir hava í alt ár, har menn fáa loyvi at takast eitt sindur. Men Alex Troleis hevði ongan kjans at halda skil á øllum tvætlinum á vøllinum í gjár.
Málini
HB kom á odda tá fyrri hálvleikur var næstan hálvrunnin. Bólturin varð sendur innfyri úr høgru og tað eydnaðist Símuni Samuelsen at skjóta bóltin í málið úr vinstru inni í brotsteiginum.
Við seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki kom HB á odda 2-0. Christian R. Mouritsen sendi hornaspark innfyri og har var Gunnar Haraldsen hægstur og stútaði bóltin í málið til 2-0.
Málið til 3-0 var tað besta og avgjørdi eisini dystin. Alex José dos Santos spældi hegnisligt bandaspæl við Bárð J. Heinesen og fór tvísporandi avstað í vinstru. Brasilski bakkurin legði bóltin innfyri til ein púra leysan Símun Samuelsen, sum var fyrstur við í skjótálopið.
Fjórða og seinasta málið skoraði Christian R. Mouritsen tá HB enn eina ferð leyp á í vinstru. Christian gjørdist leysur móti málverjanum og trillaði bóltin inn við nærmastu stong.
HB hevur ikki ein áleypara, sum skjýtur yvir tjúgu mál, men sum liðið spælir í løtuni, so riggar tað væl við Andrew av Fløtum, sum kemur aftur í vøllin luttekur í uppspælinum, meðan menn sum Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen saman við Kristini R. Mouritsen og Fróða Benjaminsen kunnu skjóta málini.
HB skorar eisini upp á deyðbóltar. Her hevur Gunnar Haraldsen millum annað skorað trý mál, meðan Heini Vatnsdal skoraði móti Víkingi og Alex José dos Santos sendi beinleiðis fríspark í mál móti KÍ.
Stórsigur uttan at verða nógv betri
Ábraham Løkin vildi verða við, at 4-0 ikki gevur eina rættvísa mynd av dystinum. Og til deils hevur hann rætt. Talan var ikki um eyðmýking á heimavølli, men tað hoyrir við til søguna, at HB hevði tamarhald á dystinum. Tað var ongantíð so, at sigurin var í vanda eftir at HB fyrst kom á odda. Hetta hava vit sæð fyrr. Millum annað í Fuglafirði, tá HB vann 2-0 móti ÍF.
Í so máta spælir HB ikki brúsandi »champagne fótbólt« og tað er ikki eins undirhaldandi sum fótbólturin hjá KÍ, men tað er effektivt. Nú skal tað heldur ikki ljóða sum um, at HB spælir keðiligan fótbólt, tí tað passar heldur ikki. Men HB liðið er eitt lið í javnvág, sum er sterkt í øllum ketum og sjáldan verður fanga á skeiva beini.
Dysturin í Runavík verður mintur fyri rokið millum venjararnar, harða spælið og skaðarnar, men um nøkur ár, so kemur 4-0 sigurin eitt standa sum eitt greitt tekin um styrkina á HB liðnum í fyrsta triðinginum av landskappingini 2013.