Kanningarstjórin í málinum um Skálafjarðartunnilin skal í næstum í rættin, umboðandi Løgmansskrivstovuna
Annfinn V. Hansen er advokatur hjá landsstýrinum í rættarmáli móti Starvsmannafelagnum.
Sjálvt málið snýr seg um nøkur lønarkrøv hjá starvsfólkum í gamla Uttanríkisráðnum. Málið er gamalt, frá 2010, men kemur ikki fyri rættin fyrr enn í desember í ár.
Uttanríkisráðið er sum kunnugt ikki til meira, og málsøkið er í dag flutt undir Løgmansskrivstovuna.
Umframt at vera advokatur er Annfinn V. Hansen eisini útnevndur kanningarstjóri, har hann skal kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard í málinum um Skálafjarðartunnilin, umframt leiklutin og eftirlitisskylduna hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í sama máli.
Annfinn V. Hansen er tí komin í ta støðu, at hann í leiklutinum sum kanningarstjóri skal kanna løgmann, samstundis sum hann í leiklutinum sum advokatur skal føra eitt mál vegna Løgmansskrivstovuna hjá løgmanni.
Hann skal við øðrum orðum kanna løgmann, samstundis sum hann arbeiðir fyri løgmann.
Leggjast skal tó afturat, at ítøkiligu málini – leikluturin og eftirlitisskyldan hjá løgmanni í málinum um Skálafjarðartunnilin og málið um lønarkrøvini hjá starvsfólkunum í fyrrverandi Uttanríkisráðnum – hava einki við hvørt annað at gera.
Men felagsnevnarin er løgmaður og hansara fyrisiting, ið Annfinn V. Hansen bæði skal kanna og arbeiða fyri í senn.
Sjálvur hevur Annfinn V. Hansen ikki stórvegis viðmerkingar til málið ídag. Hann vísir á, at hann jú hevur tikið av uppgávuni at vera kanningarstjóri.
- Í tí liggur jú, at eg meti meg vera gegnigan at vera kanningarstjóri. Metti eg meg ikki vera gegnigan, so hevði eg jú ikki játtað at átaka mær uppgávuna, sigur Annfinn V. Hansen.
Les eisini: Annfinn verður kanningarstjóri
Les eisini: Væntar sær atgongd til alt
Les eisini: Sirið er ógvuliga stúrin
Les eisini: Nú gerst ikki meiri










