stórvegis trupulleikar verið um ein trivaligan sigur. Tapið hevði við sær, at Herfølge nú bert er trý stig framman fyri Brøndby, sum seinni á degnum vann á AGF. Annars vóru fýra lið, sum vóru ájøvn í stigum á øðrum [...] Herfølge og Aab var rættuliga stórur. Talan var um dyst millum verandi meistararnar og liðið, sum í løtuni liggur best fyri í stríðnum um fyrsta meistaraheitið í nýggju øldini. Herfølge við Jákup Mikkelsen [...] enn gerandiskostur hjá lítla felagnum. Spøk byrjan Fyrstu løtuna var tó lítið, sum bendi á, at talan her var um eitt lið, sum møguliga kann rópa seg danmarksmeistara um hálvan annan mánað. Lítið og einki
til staðar, ein sminkari, ein, sum er eitt slag av produsara, og so er eisini ein, sum tekur sær av Róa og vísir honum, hvat og hvussu hann skal gera á myndunum, greiðir Ólavur W. Høgnesen frá. Og at standa [...] vera politiskt rætt at brúka ein sum Róa í teirra lýsingum, heldur pápin og vísir til brúnlittu húðina, sum Rói hevur frá mammuni, ið er av Mauritius. Fær djús og frukt Tá ein fyritøka ella handil ynskir [...] er partur av modellstovuni Little People, sum er ein modellstova í Århus við børnum og ungum frá 1 til 16 ár. Millum tær mongu smáu modellirnar er Rói, sum hevur samstarvað við Little People síðani januar
røring í vatninum, sigur Beinta Hansen. Hon sigur, at ein outriggari er munandi breidri, og ein sovorðin er eisini tyngri og harvið lættari at rógva við. Sum áður nevnt eydnaðist tað teimum at fáa hendur á einum [...] talan er um ein inrigger ella outrigger, men í staðin verður orðið sculler nýtt fyri bátaslag. Báturin hjá Beintu er ein fýra dupultur scoller við. Landsliðsbáturin verður styttur LD4X8, sum stendur fyri [...] metar til kappingar. HM Tá danska landliðsmanningin í bólkinum hjá Beintu misti ein av manningini vegna ein skaða, so mátti ein avloysari finnast. Til stevnur og til venjingar høvdu landsliðsvenjarar fingið
Ættin er av Strondum, har langabbin í ein mansaldur átti skip, sum hann sjálvur førdi og varð kendur millum manna. Nevndur er hann í Siglingarsøguni sum ein teirra, sum man hava ført størst samlaðu veiðu [...] farin út í støðna við abbanum hendan dagin. Teir riggaðu sær eina lítla tráðu til, og Pól fekk ein summarseið, sum hann ógvuliga errin kom berandi heim eftir vegnum við. Hann skuldi heim at vísa mammuni. Hvør
tann mannin, sum gav okkum so nógv, sum kravt var so nógv av, og sum hevði so ríkar gávur, at hann fram um aðrar við list síni lýsti fyri okkum bæði tað álvarsama og tað skemtiliga ? eins væl og tað hugtakandi [...] við hesum er sýndur. Sum rithøvundur hevur William Heinesen eina serstøðu í bókaheimi okkara. Hann hevur lagað ein prýðiligan varða av bókmentum, skaldsøgum, yrkingum og greinum, sum vit føroyingar eru sera [...] náttúruna lýsta í ævintýradæmi og í litum, sum ljósir, kámir, daprir ella sterkir skapa júst tað huglag, sum sermerkir einstøku myndina ? um hon so er um dreingin, sum bangin skundar sær heim í skýmingini,
leggur uppí? ? Eg vil síggja teir løgtingsmenn, sum hava fingið sær sjálvum eina lønarhækking uppá 60%, sum tora at atkvøða fyri einum uppskoti, sum liggur millum 0 og 2%. Tá skulu teir rokna við, at teir [...] er hann nógv meira bláoygdur enn eg kundi ímyndað mær, at nakar maður, sum situr í slíkum starvi, sum hann ger. Men tað eru tey, sum siga, at tað er skeivt at blanda tingmannalønirnar og hesar lønarsamr [...] lokkurin eins og javnaðarflokkurin altíð sagt seg verja áhugamálini hjá arbeiðarunum og eisini teimum alment løntu - hevur tjóðveldisflokkurin fingið ein trupulleika? ? Hann hevur fingið ein ómetaliga
Odense-liðnum IF Stjernen. Hetta liðið, sum altso hevði sama navn sum barndómsfelagið hjá henni, spældi í tí, sum nú eitur 1. deild (næstbesta deildin), og hetta var ein stór avbjóðing hjá Anniku, ikki minst [...] hyggja eftir hondbólti. Orsøkin til hetta er kvinnuliðið hjá Stjørnuni, sum í skrivandi løtu liggur á øðrum plássi í landskappingini, og sum hevur møguleika fyri at spæla seg í finaluna í steypakappingini. Fyri [...] hevur Stjørnan tapt stórt. Men sum heild hevur tað gingið væl, sum støðan í kappingini eisini ber boð um. Konditiónin hevur sera nógv at siga, ikki minst við einum spælistíli sum tí hjá Stjørnuni, og Rógvi
við føroyskum eygum. Tí fyrsta skipið sum OM keypti í 1970, var gamla Umanak, sum var ogn hjá KGH-handlinum. Umanak legði regluliga inn í Føroyum - og var sostatt ein kenningur hjá nógvum føroyingum. Við [...] Umanak, sum síðani fekk navnið Logos. Og hesaferð er tað skip, sum stendur okkum føroyingum enn nærri, ið verður handað OM. Hildu keypið vera ørvitisprojekt Keypið í 1970 var eitt trúarstig, sum bert fáir [...] Tey, sum vóru við á ferðini hava mangan síðani umtalað hesa vitjan, sum hevði stórt árin á tey. Í ár 2001 var Logos II í Føroyum. Tað kom fyrst inn á Havnina og fór síðani til Runavíkar. Og eins og undir
síni sum handilsmaður, hevði Edward tveir handlar. Matvøruhandil var nú í kjallaranum hjá soninum, Gabriel, samstundis sum Edward í nøkur ár eftir hetta eisini hevði Pakkhúsið opið. Gabriel, sum er giftur [...] upp úti á Nýggjaveg – ella á Mýruni, sum tað eisini verður rópt. Hervør stjóri Seinnu árini er tað dóttir Gabriel, Hervør og maður hennara, Hans Martin Hansen, sum hava staðið fyri rakstrinum av handi [...] in, sum handilin formelt kallast. Tá Napoleon Hansen, sáli, flutti úr Nólsoy og inn á Nes at búgva og keypti kioskina við Toftagjógv, tók Gabriel yvir tænastuna hjá táverandi Statoil, nú Effo, sum Napoleon
áhuga í øllum, sum liggur á markinum til at vera undirhald. Í frálæruni brúka vit internetið sum avíslesing, har vit leita eftir upplýsingum á fýra leitistøðum. Vit hava fýra støð, sum vit kenna okkum [...] innan og uttan skúlagátt. Frálæran tekur støði í, at miðlar, sum eru ætlaðir børnum og ungum, eru vorðnir eins avgerandi tættir í uppalingini sum tættirnir heim og skúli. Fyrsta evnið, ið varð viðgjørt á [...] frálæruni verður ein sokallað dagbók brúkt. Hvør næmingur hevur sína egnu innbundnu dagbók, har viðkomandi skrivar í alla tíðina til hvønn tíma. Til frálæruna í miðlum verða evni vald, sum eru av týdningi