KAPPRÒÐUR
Tað hevur eydnast Beintu Hansen at koma á danska kappróðarlandslið. Beinta hevur róð í Føroyum við Jarnbardi, har tað gjørdist til eina røð av gullmerkjum og tvey FM-heiti.
Í 1992 flutti hon til Danmarkar í lestrarørindum, men gavst ikki at rógva av teirri orsøk. Hon er útbúgvin Sosial-- og sundhedsassistent, men tað nógva av tíðina fer kortini til kappróður. Hon býr í Brønshøj í Keypmannahavn og er 29 ár.
Byrjaði í Ishøj
Søgan um rógvingina hjá Beintu í Danmark byrjar í Ishøj. Í Ishøj er eitt kappróðrarfelag, sum nýtir føroyskar bátar, og tað er har, at Beinta byrjaði at rógva, eftir at hon var komin til Danmarkar. Formurin og hugurin til at rógva var so avgjørt til staðar, og tað gekk eisini sum eftir ánni hjá Beintu og hennara bátsfeløgunum, og leitast skuldi støðugt eftir fleiri støðum at hanga øll heiðursmerkini.
Henda søgan, vit nú skulu siga frá, tekur veruliga dyk á seg í tí 2000 árið - hitt síðsta í farnu øld. Tá fer Beinta saman við øðrum gentum Københavns Roklub. Har róðu tær fyrst í sokallaðum in-riggarum. Úrslitni gjørdust eisini góð, og tær hálaða eisini eitt DM-gullmerki í hús. Hetta gjørdi so, at tað fingu hug til at royna størri avbjóðingar. Hendan størra avbjóðingin eitur out-riggari, og har er munur, skulu vit líka heilsa og siga.
Væl stuðlaðar av nýggju heiðursmerkjunum eydnaðist tað teimum at fáa hendi á báti og venjara, hóast hetta ikki var so lætt. Umframt Beintu vóru eisini tær tríggjar, Katrin Rubek Nielsen úr Havn, Katrin Olsen úr Havn og Sigrid Svartá úr Saksun við í bátinum. Allar hava royndir frá føroyskum kappróðri.
Teir fingu hendur á mæta danska venjaranum Vagn Nielsen, og har byrjaði so ein long og krevjandi ferð í tráðanini eftir fleiri sigrum.
Sculler
Tað skal sigast beinanvegin, at bátarnir, ið Beinta og hinar nýta at rógva við, eru fullkomiliga øðrvísi enn teir føroysku kappróðrarbátarnir.
?Tað er heilt hvørt sítt. Tað kann als ikki samanberast, sigur Beinta Hansen.
Á myndunum sæst, hvussu hesir bátarnir síggja. Fleiri kenna óivað frá OL ella aðra kappingar. Í teirri kendu kappingini millum Oxford og Cambridge verður í tílíkum bátum ? tó størri í tí førinum.
Talan er eisini um sokallaðar inriggarar og outriggarar, og tað er eisini himmalvíður munur á hesum báðum sløgunum, hóast tey fyri tað óvanda eyga líkjast nógv.
Orðabókafrágreiðingin fyri ein outriggara er: kappróðrarbátur við røðunum uttanstokka. Beinta greiðir frá, at tað krevur nógv at skula fara undir venjing við einum outriggara, sjálvt tá tú hevur royndir við einum inriggara.
?Tað krevur ótrúliga nógv av teknikkinum. Tú mást hava ein venjara, tí tú kanst ikki bert læra teg sjálvan. Vit mugu vera heitl eins ? í balansu. Báturin er ógvuliga lættur og øgiliga smælur, so eru vit ikki í balansu í allar mátar, verður tað bara til tilvildarliga røring í vatninum, sigur Beinta Hansen.
Hon sigur, at ein outriggari er munandi breidri, og ein sovorðin er eisini tyngri og harvið lættari at rógva við.
Sum áður nevnt eydnaðist tað teimum at fáa hendur á einum góðum venjara, og tað hava góðu úrslitini fyri tað nógva syrgt fyri, metir Beinta.
Tá tosa verður um bátur av hesum slag, verður vanliga ikki sagt, at talan er um ein inrigger ella outrigger, men í staðin verður orðið sculler nýtt fyri bátaslag. Báturin hjá Beintu er ein fýra dupultur scoller við. Landsliðsbáturin verður styttur LD4X8, sum stendur fyri Ladies Douple 4 Sculler uttan stýrikvinnu. Tær stýra sjálvar við fótinum, og hetta ger tað bara enn meira torført.
Tær føroysku genturnar løgdu seg skjótt eftir at venja programmið hjá landsliðnum fyri at gerast enn betri.
Skuldi nakar ivast, so skal tað eisini við, at hesir bátarnir als ikki eru egnaðir at rógva við í Føroyum, tí teir verða nýttir í næstan ongum vindi og sløttum sjógvi. Beinta sigur tó, at áhugin fyri kappróðrið er størri í Føroyum enn í Danmark.
Róð verður vanliga 2.000 metar til kappingar.
HM
Tá danska landliðsmanningin í bólkinum hjá Beintu misti ein av manningini vegna ein skaða, so mátti ein avloysari finnast. Til stevnur og til venjingar høvdu landsliðsvenjarar fingið gott eyga á tvær føroyskar gentur. Tær sluppu báðir við landsliðnum á venjingarlegu, har tær skuldu roynast saman við hinum trimum, ið longu vóru við á landsliðnum.
?Tær royndu fyrst Sigrid (Svartá, blðm.), tí hon hevði gjørt ógvuliga stór framstig og hevði klárað seg sera væl. Tað varð tó mett, at eg passaði betri inn í bátin saman við hinum trimum enn hon, og tí varð tað eg, ið kom á landsliðið, sigur Beinta.
Sum áður nevnt skulu genturnar passa ógvuliga væl saman, og tað skal vera so lítil munur á sum gjørligt.
?Vit høvdu allar vóna at koma á landsliðið í senn, men hinar venja framvegis, og tær hava ikki givið upp, sigur Beinta, tá spurt verður eftir føroysku bátsfeløgunum.
Danir eru millum teir fremstu í rógving, og danir hava í nógv ár gjørt seg galdandi í heimselituni.
Beinta skal nú luttaka við landsliðnum til World Cup stevnur, har tær skulu kappast móti øðrum landsliðum. Hesar stevnurnar verða í summar í Lucerne og München. Í september verður HM-kappingin í Sevilla í Spania. Tær skulu eisini royna seg ímóti yrkisrógvarum, og tær eru samdir um, at tað verða strævin tøk, men tær vilja og skula gera seg galdandi.
?Aftanfyri tað koma á landsliðið liggur ógvuliga nógv arbeiði. Tú skalt eisini prógvað, at tú megnar at vera verandi, sigur Beinta.
Tær luttaka í lættvekt bólkinum. Miðalvektin skal vera undir 57 kg á manningini. Við olympisku leikirnar veðrur ikki kappast í fýra dupult sculler, men bert við tveimum í bátinum. Tað merkir, at Beinta enn er nakað frá olympiaduni, men kortini partur av teimum seks, ið kappast um plássini.
Strævið
Innanfyri ítrótt á hesum støðinum fært tú einki fyri einki. Katrin og hinar á bátinum vunnu gera nógv fyri at vera við, og bæði venjingin og kappingin eftir at sleppa á landsliðið er ógvuliga hørð.
?Vit venja níggju ferðir um vikuna. Vanliga er ein venjing tveir tímar, soleiðis at vit vanliga eru eina 18 tímar um vikuna í sjálvum bátinum. Afturat hesum kemur so viðlíkahald av bátinum, fundir og annað. Í alt nýti eg einar 40 tímar vikuna til rógvingina, sigur Beinta.
Hon ferðast hvønn dag við súkklu til Bagsværd sø, har tað plaga at venja. Øll venjingin er eftir arbeistíð, tí tað eru eingin pengar í rógvingini. Tað er eisini lítil áhugi frá fjølmiðlum og frá sponsorum fyri rógvingini, hóast tað er henda ítróttagreinin, ið danir hava vunnið flest heiðursmerki í stórum altjóða kappingum. Hetta ger eisini, at tað verður ein útreiðsla hjá Beintu at rógva, hóast tær eru stuðlaðar við ferðum av Team Danmark. Einar ellivu vikur av feriu er eisini neyðugt at nýta til rógvingina, tí tær eru oftani á venjingarlegum.
So er spurningurin, hví Beinta ger alt hetta, tá tað krevur so ótrúliga nógv?
?Tað gevur mær so nógv meira, enn hvat eg gevi. Tú upplivir eisini nógv. Tú fegnast um hvørt lítið framstig, sigur Beinta Hansen at enda.