Øssur Berghamar skrivar úr Keypmannahavn
?????????????????????????????????????
Einsom og gloymd sær hon út, sum eg komi koyrandi út móti Norðhavnini á Østerbro, har gamla flaggskipið í føroyska ferðamannaflotanum, Norrøna, nú liggur við bryggju, bundin við sterkum trossum. Men tað fer nú ikki at vara leingi. Hetta er "stilli áðrenn" stormin. Tí ídag fer skipið at vera miðdepulin hjá hópi av fólki, sum stevnir út í Norhavnina fyri at fagna keypinum av nýggjasta skipinum hjá OM-fyritøkuni, ið fær navnið Logos Hope.
Søgulig hending
Og hendingin má kennast søgulig - fyrst og fremst hjá OM-fyritøkuni, men eisini sæð við føroyskum eygum. Tí fyrsta skipið sum OM keypti í 1970, var gamla Umanak, sum var ogn hjá KGH-handlinum. Umanak legði regluliga inn í Føroyum - og var sostatt ein kenningur hjá nógvum føroyingum. Við hesum keypi vóru nýggir lunnar lagdir undir ein nýggjan hátt at fremja missiónsarbeiði. Skipið Logos skuldi sigla heimin runt- frá havn til havn - við gleðiboðskapinum. Hesaferð er skipið okkum føroyingum enn meiri viðkomandi. Vit tosa um gomlu Norrønu, sum í mong ár hevur verið í sigling millum Danmark og Føroyar.
So tá stovnarin av OM og fyrrverandi leiðarin av hesari fyritøku, George Verwer, í kvøld fer at halda røðu, er tað á øðrum sinni hann ger hetta í Keypmannahavn. Tí hann var við fleiri samverkamonnum júst her í býnum í 1970 fyri at móttaka gamla Umanak, sum síðani fekk navnið Logos. Og hesaferð er tað skip, sum stendur okkum føroyingum enn nærri, ið verður handað OM.
Hildu keypið vera ørvitisprojekt
Keypið í 1970 var eitt trúarstig, sum bert fáir hava trúgv og dirvi at taka. Orð sum Impossible - ómøguligt - vóru at hoyra frá varrum teirra kønu. Menn meintu ikki, at tað bar til at fremja missión á hendan hátt. Hvussu skuldi hetta fara fram? Hvussu skuldi tað fíggjast?
Men George Verwer og aðrir leiðarar OMs hildu fast við visiónina. Skipið fór í sigling, sigldi frá einari havn til eina aðra, tey seldu bíbliur og annan kristiligan lesnað, hildu fundir, bæði á landi og umborð. Og allar ávaringar vóru gjørdar til skammar. Tí tað var skjótt skilligt, at andaligar signingar fylgdu í kjalarvatninum av hesum skipi.
Og hetta var bara byrjanin. Tí longu í 1977 varð næsta stigið tikið. OM fekk eitt enn størri skip, Doulos, so nú vóru tvey skip í hesum verki. Men í 1988 var OM-fyritøkan fyri einum hvøkki. Skipið bar við land uttan fyri strondina í Chile og gjørdist vrak. Tíbetur var øll manningin bjargað, men hetta gjørdi so tað, at fyritøkan ognaði sær Logos II.
Logos II vorðið ov lítið
Tá ið Norrøna nú verður keypt, so er tað tí, at Logos II er vorðið ov lítið í mun til tørvin, sum tey møta í teim ymiskum havnum, tey vitja. Leiðarin av Logos Hope verkaætlanini, Lloyd Nicholas, sigur, at, at Logos II ikki longur rúmar øllum fólkunum, sum koma umborð. Fólk í túsundatali ynskja at vitja bókasøluna - AIDS/HIV samkomur fara fram umborð - vitjanir fara fram á skúlum, fongslum og á flóttalegumfara fram í nógvum havnum. Hann leggur aftrat, at "Logos Hope, sum er eitt nógv størri skip, vil gera tað møguligt at útinna munandi meira." Og sipar sjálvandi her til keypið av gomlu Norrønu.
Bókasølan umborð á hesum skipi fer at vera tann størsta flótandi bókasølan í heiminum. Síðani fyrsta Logos varð keypt í 1970 hava fleiri enn 33 milliónir fólk verið umborð á OM-skipunum í 140 londum. Tað vil siga umleið ein millión vitjandi um árið. Av sonnum tøl, ið tala fyri seg.
Føroyska tilknýtið
Gjøgnum mong ár eru ungir føroyingar farnir út við OM, sum eisini hevur nógvar trúboðarar í mongum londum. Skipað verður á hvørjum ári fyri serstøkum summartiltøkum, har ungfólk geva part av summarfrítíð síni fyri at virka í ymiskum londum gjøgnum kristiligan lesnað, útifundir, og tað, tey kallað hurð-til-hurð missión. Eins og missiónin á landi hevur manningin á skipunum verið samansett av fólkum frá nógvum ymiskum londum.
Men eisini nógvir føroyingar hava millum ár og dag verið við í tílíkum tiltøkum. Eitt nú hava skipini mangan verið mannað við føroyskum fólki. Stutt aftan á at Logos fór í sigling, fóru Tummas Jacobsen úr Søldarfirði og Eirik Gunnarsson úr Havn við skipinum. Men talið av føroyingum, sum síðani hava verið við skipunum eru mong. Og nevnast kann, at júst nú eru fleiri við Logos II, teirra millum Árni Jensen úr Havn, sum fyri tíðina er skipari umborð á Logos II. Árni verður tó heima um páskahøgtíðina - men fer at vera gestur á gomlu Norrønu ídag.
Vitjanir í Føroyum
Tvær ferðir hava OM-skipini vitjað í Føroyum. Í 1983 var Logos nakrar dagar í Føroyum. Tey kendu seg ómetaliga væl móttikin. Møti og samkomur vóru bæði umborð og ymsastaðni í landi. Tey, sum vóru við á ferðini hava mangan síðani umtalað hesa vitjan, sum hevði stórt árin á tey.
Í ár 2001 var Logos II í Føroyum. Tað kom fyrst inn á Havnina og fór síðani til Runavíkar. Og eins og undir fyrstu var ymiskt virksemi knýtt til hesa vitjan.
Tað er serliga brøðrasamkoman í Føroyum, sum hevur havt mest samband við hesa evangelisku fyritøku, hóast luttakararnir eru komnir frá ymsum samkomuhøpi. Men annars standa fólk úr ymsum samkomum og evangeliskum kirkjum aftan fyri missiónina hjá OM. Fleiri teirra hava verið á vitjan í Føroyum í farnari tíð - seinasti gesturin var Bitten Schriver, sum er leiðari fyri Danmark og í løtuni hevur úr at gera fyri at fyrireika hendan hátíðardag.
Fjølbroyttur dagur
Tað var fløvandi hjá mongum at hoyra, at eitt skip, sum føroyingar hava verið góðir við, skuldi vera selt til eina fyritøku sum ger eitt gott arbeiði kring allan heimin. Og har mangir av okkara landsmonnum hava verið við til at geva eina hjálpandi hond.
Og tí er hesin dagurin ein sannur hátíðardagur. Tað er ein dagur, har takksemið til Gud fyri skipið og vælvild frá fólki fer at koma til sjóndar. Umframt George Verwer verður eisini núverandi leiðarin, Peter Maiden við ídag. Nógv fólk úr ym-iskum londum, sum hava ella hava havt við skipini at gera, eru komin til Keypmannahavnar fyri at vera við til henda hátíðardag. Eisini umboð fyri Smyril Line verða tilsteðar. Umboðsmaðurin hjá OM í Før-oyum, Hjørleif Vang úr Kaldbak verður eisini saman við konuni, Giddu, við ídag.
Heitt hevur verið á føroyingar, ið savnast í Kristnastovu um at hjálpa til við hesum degi, og tað gera tey fegin. Tey fara at vera við til at leiða felagssangin umborð, standa fyri einum drekkamunni, halda vakt umborð á skipinum og taka sær av ymsum uppgávum.
Betri kundi skipið ikki fara
Aftan á at endaliga yvirtøkan er farin fram um fáar dagar, skal skipið umvælast og bøtast nakað, fyri at fólkið umborð kann fáa góðar umstøður til sjálvt arbeiðið. Aftan á tað, ja so hevur OM-fyritøkan eitt nýtt og sera hóskandi amboð í týðandi ørindunum at røkka út til ein tørvandi heim við gleðiboðskapinum um Jesus. Og í hesum sambandi fylgja øll góð ynski fyri Logos Hope. Betri kundi gamla Norrøna neyvan fara.