Hervør er stjóri í Nólsoy

- Onkuntíð arbeiddi eg í fiski í fiskakjallaranum, og eg arbeiddi eisini í Pakkhúsinum. Í fleiri ár var handilin í kjallaranum hjá okkum á Ryggi. Hetta hevur soleiðis verið mítt lív, og eg kann næstan siga, at handil eisini hevur verið mítt heim. Dagar eru ymiskir. Onkuntíð kann tankin streyfa um at gevast, men vit fara ikki at gevast á hendur. Vit fara at halda fram – sjálvandi, sigur Hervør Hansen brosandi

TIL ARBEIÐIS

Handilsvirksemi, sum Matvørubúðin í Nólsoy er sprottin úr, hevur nógv ár á baki. Hetta virksemi hevur verið í fleiri ættarliðum, og núlivandi fólk í Nólsoy minnast aftur á tíðina, tá Edward Hansen, pápi Gabriel Hansen, hevði bæði handil og fiskakjallara í Nólsoy.
Í nógv ár var Pakkhúsið karmur um handilsvirksemi, og har varð saltfiskur virkaður í kjallaranum. Seinnu árini av tíð síni sum handilsmaður, hevði Edward tveir handlar. Matvøruhandil var nú í kjallaranum hjá soninum, Gabriel, samstundis sum Edward í nøkur ár eftir hetta eisini hevði Pakkhúsið opið.
Gabriel, sum er giftur Jolinu, ið er ættað úr Streymnesi, var sjómaður, men tá Edward legði handilsvirksemi frá sær, tók Gabriel yvir og rak hetta virksemi víðari í nógv ár. Í 1983 læt stórur og nýggjur handil upp úti á Nýggjaveg – ella á Mýruni, sum tað eisini verður rópt.

Hervør stjóri
Seinnu árini er tað dóttir Gabriel, Hervør og maður hennara, Hans Martin Hansen, sum hava staðið fyri rakstrinum av handilsvirkseminum, og nú er Hervør stjóri í handilsfyritøkuni, Sp/f Matvørubúðin, sum handilin formelt kallast.
Tá Napoleon Hansen, sáli, flutti úr Nólsoy og inn á Nes at búgva og keypti kioskina við Toftagjógv, tók Gabriel yvir tænastuna hjá táverandi Statoil, nú Effo, sum Napoleon hevði í fleiri ár. Henda tænasta hevur seinnu árini verið partur av virkseminum hjá Hervør og Hans Martini, eins og tey eisini átóku sær postavgreiðslu í matvørubúðini, tá posthúsið í Nólsoy læt aftur fyri nøkrum árum síðan. Útbering av posti og postavgreiðsla er tí í dag eisini partur av virkseminum hjá hjúnunum, Hervør og Hans Martini.
Hans Martin er útbúgvin skipari og sigldi í nógv ár sum stýrimaður og partvís eisini sum skipari. Síðan hjúnini yvirtóku handilsvirksemi, hevur hann verið onkrar avloysaratúrar, men hetta hevur ikki borið so væl til, síðan tey fingu postin. Hans Martin var seinasta túrin til skips fyri umleið tveimum árum síðan. Tá var hann við verksmiðjuskipinum Ennibergi sum stýrimaður.

Langir dagar
Arbeiðsdagurin í einum matvøruhandli er langur, og uppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Ikki minst, tá hesar eisini fevna um oljuveiting til sethús í bygdini og at enda eisini um postavgreiðslu og útbering av posti.
Hervør og Hans Martin taka sær av tí mesta sjálvi, men tey hava hjálp í handlinum, tá mest er at gera.
- Jú, dagarnir eru langir, og tað kemur meiri enn so fyri, at eg ikki eri heima fyrr enn út við 22-23 á kvøldi. Nú lata vit upp klokkan 9.30, men nógv er at taka sær av, eftir at matvørubúðin er latin aftur klokkan 17.30 vanligar yrkadagar.
Hervør hevur arbeitt í handli – fyrst hjá abba sínum, síðan hjá pápa sínum og at enda hjá sær sjálvari – síðan hon var blaðung.
- Onkuntíð arbeiddi eg í fiski í fiskakjallaranum, og eg arbeiddi eisini í Pakkhúsinum. Í fleiri ár var handilin so eisini í kjallaranum hjá okkum á Ryggi. Hetta hevur soleiðis verið mítt lív, og eg kann næstan siga, at handil eisini hevur verið mítt heim. Dagar eru ymiskir. Onkuntíð kann tankin streyfa um at gevast, men vit fara ikki at gevast á hendur. Vit fara at halda fram – sjálvandi, leggur hon brosandi aftrat.

Útbúgvin zonuterapeut
Hóast Hervør Hansen ongantíð fór í framhaldsskúla, men bara gekk síni sjey ár í barnaskúla í Nólsoy, hættaði hon sær kortini fyri fáum árum síðan undir at taka eina útbúgving sum zonuterapeutur.
- Í heyst verða tvey ár, síðan eg fekk mína útbúgving. Eg tók útbúgvingina við sjálvlesnaði og um telduna, og so vóru vit í Havn í skúla eitt vikuskifti um mánaðin í eitt ár. Eg hevði hug at royna okkurt, og eg helt zonuterapi vera ógvuliga spennandi. Men tað var strævið at koma ígjøgnum útbúgvingina, viðgongur hon.
Hervør sigur, at sum er, hevur hon ikki brúkt útbúgvingina stórvegis, men hon hevur onkuntíð havt familju og kenningar í viðgerð.
- Vit hava havt rættiliga nógv at gjørt í handlinum, síðan eg fekk mína útbúgving, serliga síðan vit eisini fingu postin, men eg havi hugsað um at sett ein dag um vikuna av til zonuterapi. Enn kann eg tó einki siga um, nær síkt kundi komið upp á tal, men tað liggur onkustaðni frammi í tíðini.
Hon vísir á, at í fjør vetur gjørdu tey ta roynd at lata handilin aftur millum klokkan 14 og 16 um dagin, tá minst plagar at vera at gera.
- Tað er ongantíð einki at gera. Eg ivaðist tí í hesum í kanska eitt ár ella so, áðrenn vit tóku stigið. Men eg haldi, at fólk sum heild tóku væl ímóti hesum. Hetta gjørdi so eisini, at vit kundu vera fyrr leys av handlinum, tá vit lótu aftur klokkan 17.30, sigur Hervør Hansen.
Matvørubúðin í Nólsoy eru partur av Samkeyp.

Fakta

Navn: Hervør Hansen
Starv: Stjóri og handilsleiðari
Besta við starvinum: Nøgd viðskiftafólk
Ringasta við starvinum: Langir arbeiðsdagar
Tal av arbeiðsfólki: Tvey, pluss hjálp
Stjóri: Hervør Hansen