vóru vandasjógvarnir heilt fáir og føroyska skútan var ongantíð um at kollsigla. Hugaligt var í tí sambandinum at staðfesta, at sjálvt um tað oysregnaði alla tíðina, og ikki serliga slætti vøllurin harvið [...] alíkavæl var møguleikin fyri at hava øll trý stigini við um Eystrasalt og til Skotlands ongantíð burtur, og í veruleikanum kendist tað, sum um sigurin var ongantíð so nær, sum tá dómarin bríkslaði fyri [...] sami í annaðkvøld, verður talan ikki um nakað skrædl, og allir spælararnir vístu, at teir eru so mikið at sær komnir, at tað als ikki er púra burturvið at droyma um meiri enn eitt tepurt tap.
Hansen, sum saman við Henningi Jarnskor spældi fyri 25. ferð á landsliðnum, eftir á válinum. Tað mundi vera fyri at draga tíðina út og taka eitt sindur av trýstinum, mundu tað vera fleiri, sum hugsaðu [...] bera til at spæla mikukvøldið. Hvat hendi, tá tú fekk góðu sendingina frá Henningi Jarnskor? ? Eg var um at gerast leysur, men verjuspælarin togaði meg niður, og so spurdist tíverri einki burturúr. Sámal [...] brotsteiginum hjá okkum, at dómarin trúði einki uppá, at vit nakrantíð vóru orsøk til ,at teir fóru um koll.
um sum heild, tá ið talan er um at avmarka tey konjunkturútsving, ið hava merkt búskap okkara hesa øldina, og sum ivaleyst eisini framyvir fara at órógva búskapin nógv, um ikki skynsamur fíggjarpolitikkur [...] málsetningar í fíggjarpolitikkinum Alt gott um at landsstýrið hevur sett sær fyri at reka ein varnan fíggjarpolitik og at javna konjunkturgongdina. Men her er jú talan um endamálsorðingar, sum kunnu tulkast ymiskar [...] ferð á búskapin í komandi fíggjarári. Sjálvur dugi eg tó ikki út frá fíggjarlógaruppskotinum at meta um, í hvønn mun landsstýrismaðurin í fíggjarmálum røkkur hesum málssetningum. Eg kundi somuleiðis hugsa
- Talan er um yvirmannaútbúgving, ið tekur um 6 ár í alt. Veljast kann ímillum maskinaspirant, stýrimansaspirant ella offiseraspirant, sigur Hans Christian Orloff Petersen. Velur ein tað síðsta merkir [...] sagt, at tørvurin óivað er størri enn hetta og at vinnan má taka sær um reiggj og fáa skipaði viðurskifti hesum viðvíkjandi. Mundi ikki sloppið heim Tørvurin á yvirmonnum er lemjandi. Hvørki vinnan sum [...] sum heild ella einstøku reiðaríini fjala hetta. Herfyri hoyrdist eisini um føroyskan yvirmann í danska flotanum, ið ikki mundi sloppið heim í konfirmatión hjá dóttrini, tí eingin var at avloysa hann. Tr
skal fara upp, um ríkisstuðulin fellur burtur. Tað er ikki óhugsandi, at trýst kemur á lønirnar, um ríkisstuðulin fellur burtur, tí landið má annaðhvørt hækka skattir ella spara, um stuðulin fellur [...] ikki lækka, um ríkisstuðulin fellur burtur, skal framleiðslan í Føroyum tískil økjast soleiðis, at inntøkurnar í samfelagnum økjast við 1,3 mia. kr. Lat okkum rokna við einum avløningarparti um 50% (sum er [...] fiskaídnaðinum og í fiskiflotanum), og við at ringávirkanin av føroyskari framleiðslu er tann sama, sum av stuðlinum. Um so er, at nýggj framleiðsla veksur fram, sum hevur við sær eina avløning upp á 0,8 mia
og Edmundí Garði um í felag at finna fram til, hvussu arbeitt átti at verða við at fáa skrivað eina bygdarsøgu. Hetta játtaðu teir. Seinni varð semja um, at bygdasøgan skuldi fevna um alla kommununa, og [...] Johansen valdur í nevndina í hansara stað. Nevndin samdist um at leggja fyri við eini ættarsøgu, tó avmarkað til kongsfestini á Strondum. Semja var um, at Nicodemus Rasmussen skuldi skriva bókina. Nevndin skuldi [...] Sjálvt um Nicodemus einsamallur stendur sum rithøvundur, so hava hinir lagt eitt munagott arbeiði í bókina. Nicodemus Rasmussen hevur altíð havt stóran áhuga fyri bygdar- og ættarsøgu, og um 40 ára aldur
dysti millum ríkispolitikarar og lokalpolitikarar um, hvar tann nýggi vøllurin skuldi liggja. At at hann skuldi byggjast var eingin ivi um. Stríðið um flogvøllin er gamalt, og eini 20 ymiskt staðarnøvn [...] bleiv liðugur til tíðina innanfyri tað kostnaðarrammu sum bleiv løgd í 1992, so kann ikki tað sama sigast um nýggju togleiðina úr Oslo til Gardermoen. Alt gekk eftir ætlan, heilt til teir vóru komnir væl [...] síðani 1939 hevur Fornebu verið flogvøllur, men miðskeiðis í trýssunum fóru politikarar at hyggja seg um eftir einum nýggjum og størri flogvølli. Eitt ótal av uppskotum hava verið framd á Stórtinginum gjøgnum
so stórur millum topp og botn í 1. deild. ? Og ikki minst tað, at vit hava fingið nakrar spælarar út um landoddarnar at spæla. ? Sum fyrrverandi HB-formaður, heldur tú so, at stigið hjá HB við sáttmálasettum [...] spæla og vilja vera bestir. Vilja vit so vera bestir, so mugu vit keypa fólk aðrastaðni frá - sjálvt um vit nú eru 16.000 fólk í Havn. ? Fyrr fóru bygdamenninir í B36, men nú er hetta broytt. Nú hava ás [...] tann hátt fáa eina betri kapping. 6-8 lið í fyrstu deild hevði gjørt, at hvør dystur var ein kampur um at vinna. ? Hvussu væntar tú, at úrslitið verður? ? Tað besta var, at vit vunnu, men ein javnleikur
týðandi leiklut í lívinum hjá persóninum, og hetta ger, at talan nærmast verður um eina avgudadyrkan. Tað finnast óteljandi dømir um, at ungfólk eru komin illa fyri, tí at tey hava lagt so nógva orku í at "dyrka" [...] einum dreymi í búkinum, um at teir einaferð skulu gerast eins góðir og kendir fótbóltsspælarar sum eitt nú David Beckham, Michael Owen ella bara okkara egni Todi Jónsson. Hetta sama er galdandi innan fyri [...] tannáringi heima í Føroyum. Tó eiga hesi kendu at ansa sær. Tey eru vitandi um, at alheims slaturpressan altíð er í hølunum á teimum, og um tey gera okkurt býtt, so veit allur heimurin tað dagin eftir. Ein álvarsligt
hesari ferðini, staðfestir venjarin. Tá vit tosa um útlitini í kvøld, kvígir venjarin ikki so nógv fyri einum stórum skrædli. Hann vísir á, at talan hevur verið um støðuga framgongd eftir stóra lúsingin í Estlandi [...] síðani, tá vit taptu nógv, og tað gjørdu vit leygardagin, sjálvt um vit vóru undir øgiligum trýsti ? og so hevði tað verið sera hugaligt, um vit høvdu megnað at gera mál, ynskir Allan Simonsen, sum kortini [...] spælara í Europa í 1977, og tað er einki at ivast í, at javnleikurin í Litava leygarkvøldið hevur økt um áhugan fyri dystinum og virðingina fyri føroyska liðnum. Føroysku ferðaleiðararnir hava kent seg noyddar