Tørvurin, ið Jana og hennara líkar hava, verður tíverri ikki hoyrdur og nevndur í úttalilsunum hjá Javna og Megd. Tíverri hava tey, sum eru ringast fyri, ikki havt áhugafelagsskap at verja tey. Í nógv áratíggju [...] og eingin hevði nakað at siga í móti teimum. Fyri meg var uppskotið ov gott til at vera satt, eg trúði tí ikki. Bygningurin uppfylti allan tørvin, vit høvdu. Støddin var hóskandi og innrættingin við ávísum [...] er ein av teimum krevjandi brekaðu, tí hon má hava umsorgan og hjálp til stutt sagt alt, hon dugir ikki at tosa, ganga, fáa sær at eta og má hjálpast til reinføri. Jana er baði andaliga og likamliga ófullfør
upp á girðingina kring Havnará. Og teir eru hongdir soleiðis, at áin ikki sæst, tí bannararnir hanga líka frá Kioskini hjá Astu og heilt oman um ánna. Men um eina løtu sæst áin aftur, tí bannararnir nú verða [...] – Nei, tað er ikki í lagi at heingja lýsingartilfar upp á girðingina kring Havnarár. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. – Eg visti einki um hetta, fyrr enn eg sá tað á in.fo. Og tá eingin [...] hatta upp, so verður hatta tikið niður alt fyri eitt, sigur borgarstjórin. Hann vísir á, at tað als ikki er ætlanin, at girðingin skal nýtast til at heingja lýsingar ella annað uppá, tí tað skemmir hugnaliga
Skála var vøddaskaddur, og liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann var ikki við, tí hann var skaddur í lærkrikanum. EB/Streymur hevur ikki spælt í landskappingini síðani ólavsøkuumfarið, tá ið tað endaði við [...] við 3-1 tapi í Sørvági. Heimadysturin ímóti KÍ varð fyri viku síðani útsettur. Heilt stóri trupulleikin hjá EB/Streymi er, at báðir málverjarnir – Jóannes Davidsen og Fayo Kruse – eru skaddir. Í Sørvági [...] EB/Streymur arbeiðir við at finna nýggjan málverja tað, sum er eftir av hesum árinum, men enn er tað ikki eydnast. Í dag verður tað eykamálverjin hjá 07 Vestur, Steven Van Dijk, sum fer at verja málið. Talan
ein silvurmynt, sum vísti seg at vera úr eina heilt øðrum tíðarskeiði. Tann nú níggju ára gamli Bjarne má onkursvegna hava vitað, at hann stóð við onkrum heilt serligum í hondunum, tí myntin læt hann kanna [...] Savinum fyri List og Listasøgu í Bremen. Og tað hugskotið heldur tann níggju ára gamli heldur ikki verða heilt burturvið. – Um tað bara eri eg, ið síggi hann, er tað heldur keðiligt, segði Bjarne á tíði [...] Rómverjaríkinum frá árinum 161 til 180. Silvurmynturin var longu funnin síðsta summar, men tað er ikki fyrr enn nú, at tað er greitt, hvør søgan er aftan fyri myntin. – Vit vita, at hesin myntur er nakað
venjarin Magne Hoseth hevði sett heilt øðrvísi lið enn tað, sum týskvøldið vann 2-1 ímóti Molde. Fýra landsliðsspælarar, málverjin og Deni Pavlovic, sum var leikbannaður, vóru ikki á vøllinum, og Hallur Hansson [...] og eftir at tað ikki eydnaðist verjuni at fáa bóltin burtur. Víkingur legði leingi meiri í nærdystirnar, og kanska runnu víkingarnir meiri enn meistararnir. Páll A. Klettskarð, sum ikki hevur verið á vøllinum [...] sum týskvøldið varð skiftur inn og var eyðsýndur, var so mikið skaðadarvaður í kvøld, at hann var ikki á listanum. Víkingur gjørdi skjótt av, og áðrenn eitt korter var farið, var støðan 2-0. Fyrra málið
náðini hjá øðrum. Hesi eru ikki tey, sum søgan er skrivað um. Hetta eru tey navnleysu, sum skøldini hava ikki yrkt um, sum standmyndir eru ikki reistar av, sum vegir eru ikki uppkallaðir eftir. Hetta eru [...] kná. Hon setti í seg, at børnini skuldu ikki setast út. Tey skuldu vaksa upp saman her í heimbygdini, og her hava grannarnir, bygdafólkið og familjan norðanfyri heilt givið verið teimum ein hollur stuðul [...] inum, Petur Mohr Dam, varð føddur. "Petur Mohr Dam stovnaði, saman við øðrum, Javnaðarflokkin, og sat fyri flokkin heili fjøruti ár á løgtingi, 12 ár á fólkatingi, tvær ferðir varð hann valdur til løgmann
alnótini. Høgliga atgongdin til orðabøkur í Føroyum er kanska eitt eindømi í heimshøpi. Slíkt hendir ikki av tilvild, og tað er av alstórum týdning framhaldandi at stuðla undir hesa skipan. Og hesum ynskja [...] rættindi knýtt at orðabókaskipanini, um felagið gevst, ætlar at avhenda síni rættindini, ella Sprotin heilt ella lutvíst skiftir eigara.
inn í fólkakirkjuna og onnur at melda seg út. – Eg spyrji meg sjálvan, hvør er ikki verdugur at prædika? Hvønn vilja vit ikki hava við til himmals? Er tað eg, sum skal avgera tað?, spyr bispur og vísir á [...] kanska, at hetta vóru nakrir serlingar, sum gingu runt á havnargøtum og ikki passaðu inn nakrastaðni. Men tey eru púra vanlig fólk. Heilt vanligir, habilir borgarar, sigur Jógvan Fríðriksson við Frihedsbrevet [...] víðari, at hann ikki hevur havt summarfrí í ár. Orsøkin er, at biskupur ella dómpróstur altíð eru til taks, so at eingin borgari í landinum skal uppliva, at ein tænasta, tey ynskja, ikki verður gjøgnumførd
týskvøldið, at nú ræður fult og heilt um at hava fokus á fríggjakvøldinum og Víkingi, áðrenn tað fer at snúgva seg um týskvøldið í Molde. Tað vil ikki siga, at tað ikki fara at verða gjørdar broytingar [...] vera teir fyrstu í ár at vinna stig frá tvífalda meistaraliðnum og FM kandidatinum. Hóast sigurin ikki var størri enn 2-0, so vísti Víkingur síðsta sunnudag sannførandi avrik við Stórá í Trongisvági. Andreas [...] darvaður av knæskaða, og hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Børge Petersen verður heilt víst í miðverjuni, og so fæst at síggja, um talan verður um miðverju við tveimum ella trimum, og hvør
at tað var brotsspark. Satt at siga vóni eg, at bæði henda avgerðin og fleiri aðrar í seinna hálvleiki stóðust av, at dómarin var so lítið dugnaligur. Eg vóni sanniliga, at tað ikki var okkurt annað, sum [...] úr ongum bríkslaði fyri brotssparki til norðmenninar, og tað avgjørdi, at tað var norska liðið og ikki KÍ, sum helt fram í Europa. Í kvøld vóru vit vitni til ófatuliga stórt dómaramistak. Øll á Tórsvølli [...] fleiri støður í seinna hálvleiki, tá ið B36 spælarar sóu gula kortið fyri at mótmæla, meðan dómarin ikki sektaði kroatisku spælararnar fyri somu brot. Dan Brimsvík venjari hjá B36 harmast 3-1 tapið og umframt