Jákup vónar at tað var dugnaloysi

B36 venjarin harmast um, at tað kostaði fleiri mál, sum teir høvdu fyrireikað seg væl at byrgja fyri

Jákup Mørk fór fyri nøkrum mánaðum síðani frá sum formaður í B36. Hann er fyrrverandi B36 spælari, og so var hann í nógv ár ítróttarskrivari í Miðlahúsinum.

 

Eftir dystarlok í kvøld segði hann í samrøðu við Televarpið, at risastóra mistakið hjá dómaranum, tá ið hann bríkslaði fyri brotssparki til HNK Rijeka, var bara ein av fleiri vánaligum dómum, sum vóru orsøk til, at B36 spælararnir vórðu ørkymlaðir:

 

-Tað plagar at vera sagt, at tað er torført hjá teimum smáu, sum spæla í Europa. Vit sótu tað í fjør, tá ið KÍ hevði Bodø/Glimt á knøunum í Klaksvík, og rumenski dómarin burtur úr ongum bríkslaði fyri brotssparki til norðmenninar, og tað avgjørdi, at tað var norska liðið og ikki KÍ, sum helt fram í Europa. Í kvøld vóru vit vitni til ófatuliga stórt dómaramistak. Øll á Tórsvølli sóu, at Michal Przybylski var staddur uttanfyri brotsteigin, tá ið bólturin rakti armin. Men dómarin og væl staddi hjálpardómarin søgdu, at tað var brotsspark. Satt at siga vóni eg, at bæði henda avgerðin og fleiri aðrar í seinna hálvleiki stóðust av, at dómarin var so lítið dugnaligur. Eg vóni sanniliga, at tað ikki var okkurt annað, sum búði undir, sigur opinskáraði fyrrverandi B36 formaðurin, sum vísir á fleiri støður í seinna hálvleiki, tá ið B36 spælarar sóu gula kortið fyri at mótmæla, meðan dómarin ikki sektaði kroatisku spælararnar fyri somu brot.

 

Dan Brimsvík venjari hjá B36 harmast 3-1 tapið og umframt stóra mistakið hjá dómaranum, tá ið hann bríkslaði fyri kroatiskum brotssparki, so harmast hann eisini um støðurnar, sum bóru hini málini við sær:

 

-Fyrri hálvleikur hjá okkum var perfektur, inntil teir javnaðu við brotssparki. Spælararnir hildu seg til alt tað, sum vit høvdu avrátt, og so skoraðu vit eitt frágera gott mál eftir skjótálop í vinstru og innlegg. Tá ið mótstøðumenninir tíðliga í seinna hálvleiki øktu til 2-1 og fram ímóti dystarenda øktu til 3-1 var tað eftir deyðbóltsstøður, sum vit í fyrireikingunum hava havt fokus á, og sum ikki eiga at koma fyri. Tað eri eg ógvuliga vónbrotin av, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

2-1 málið varð skorað eftir hornaspark, og 3-1 málið varð skorað eftir fríspark.