Í kvøld hevur Víkingur vunnið 2-1 ímóti KÍ í Sarpugerði. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at KÍ fer av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.
KÍ venjarin Magne Hoseth hevði sett heilt øðrvísi lið enn tað, sum týskvøldið vann 2-1 ímóti Molde. Fýra landsliðsspælarar, málverjin og Deni Pavlovic, sum var leikbannaður, vóru ikki á vøllinum, og Hallur Hansson, sum týskvøldið varð skiftur inn og var eyðsýndur, var so mikið skaðadarvaður í kvøld, at hann var ikki á listanum.
Víkingur gjørdi skjótt av, og áðrenn eitt korter var farið, var støðan 2-0. Fyrra málið skoraði Olaf Bárðarson eftir innlegg frá Aron Jarnskor Ellingsgaard, og seinna málið setti Poul Kallsberg umvegis stólpan í netið eftir framlegging við frísparki úr vinstru, og eftir at tað ikki eydnaðist verjuni at fáa bóltin burtur.
Víkingur legði leingi meiri í nærdystirnar, og kanska runnu víkingarnir meiri enn meistararnir. Páll A. Klettskarð, sum ikki hevur verið á vøllinum síðani á norðoyastevnu, tá ið hann tíðliga fór skaddur av vøllinum í 2-1 sigrinum ímóti AB, varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin. Tá var Issah Ahmed Latif eisini skiftur inn, og av vøllinum fóru Óli Eyðsteinsson Poulsen og Børge Petersen.
Í fyrra hálvleiki spældi KÍ við trimum í miðverjuni. Finnur Justinussen var einsamallur í fremstu røði hjá Víkingi, og tað bar við sær, at víkingarnir í fyrra hálvleiki ofta vóru yvirmannaðir á miðvøllinum.
Hóast hann ikki hevur verið á vøllinum í meiri enn tveir mánaðir, so var Páll A. Klettskarð væl upplagdur, og tað var toppskjúttin í føroyskum fótbólti, sum við høvdinum og eitt korter undan leikloki minkaði um munin til 2-1, eftir at Patrick da Silva legði neyvt úr vinstru og til handara stólpa.
So var rættiligur futtur í. Tað gekk skjótt úr øðrum endanum í hin – indianarafótbóltur sum tað ofta verður nevnt – og tað vóru møguleikar í báðum endum. Víkingur átti teir størstu, men tað eydnaðist hvørum partinum at skora.
Víkingur vann 2-1 og styrkti um sína støðu í kappingini um plássini í Europa. KÍ er á veg aftur til Klaksvíkar, har tað teir báðu næstu dagarnar eru fyrireikingar til Molde dystin týskvøldið á skránni. Ferðalagið fer úr Vágum sunnukvøldið, og nú er bara fokus á Champions League.
Annan sunnudag stendur KÍ at eiga heimavøll ímóti 07 Vestur, og sama dag fær Víkingur vitjan av TB.
Víkingur – KÍ 2-1 (2-0)
1-0: Olaf Bárðarson 11.
2-0: Poul Kallsberg 15.
2-1: Páll A. Klettskarð 75.
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (Jákup Johansen, 68.) – Finnur Justinussen (Martin Klein Joensen, 82.)
Gult kort: Olaf Bárðarson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Atli Gregersen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
KÍ: Markus Olsen Pettersen – Odmar Færø, Børge Petersen (Páll A. Klettskarð, 46.), Vegard Forren – Claes Philip Kronberg (Símun Kalsø, 68.), Óli Eyðsteinsson Poulsen (Issah Ahmed Latif, 46.), Mads Bo Mikkelsen (Jóannes K. Danielsen, 88.), Luc Kassi – Árni Frederiksberg (Jonn Johannesen, 68.), Sivert Gusiås, Patrick da Silva
Gult kort: Óli Eyðsteinsson Poulsen, Mads Bo Mikkelsen
Venjari: Magne Hoseth
KÍ | 17 | 16 | 0 | 1 | 45 | 10 | 48 |
HB | 17 | 12 | 2 | 3 | 42 | 10 | 38 |
B36 | 17 | 12 | 1 | 4 | 36 | 17 | 37 |
Víkingur | 18 | 10 | 3 | 5 | 39 | 19 | 33 |
07 Vestur | 17 | 8 | 2 | 7 | 29 | 27 | 26 |
TB | 17 | 4 | 3 | 10 | 12 | 37 | 15 |
B68 | 17 | 3 | 5 | 9 | 17 | 31 | 14 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 1 | 11 | 12 | 31 | 13 |
ÍF | 17 | 4 | 0 | 13 | 15 | 40 | 12 |
AB | 17 | 3 | 1 | 13 | 12 | 37 | 10 |
Leygardagin 12. august
AB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 14.00
Sunnudagin 13. august
ÍF – HB: Dagfinn Forná kl. 15.00
B68 – 07 Vestur: Jónfinn Olsen kl. 16.00
B36 – TB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00