Sleppa ikki at nýta Havnará til lýsingar

Lýsingarbannararnir, sum eru hongdir kring Havnará, verða nú tiknir niður

 

– Nei, tað er ikki í lagi at heingja lýsingartilfar upp á girðingina kring Havnarár.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

– Eg visti einki um hetta, fyrr enn eg sá tað á in.fo. Og tá eingin hevur biðið um ella fingið loyvi á rætta stað til at heingja hatta upp, so verður hatta tikið niður alt fyri eitt, sigur borgarstjórin.

Hann vísir á, at tað als ikki er ætlanin, at girðingin skal nýtast til at heingja lýsingar ella annað uppá, tí tað skemmir hugnaliga umhvørvið, sum nú er skapt í miðbýnum.

Tað eru bannarar frá treystikappingini »NIAR – Faroe Islands 2023«, sum eru hongdir upp á girðingina kring Havnará. Og teir eru hongdir soleiðis, at áin ikki sæst, tí bannararnir hanga líka frá Kioskini hjá Astu og heilt oman um ánna.

Men um eina løtu sæst áin aftur, tí bannararnir nú verða tiknir niður.

##med2##