grundlógini) stendur, at ein treyt fyri at vera skipari á einum donskum skipi í handilsflotanum er, at hann er danskur statsborgari. Heldur ikki ber til at sigla sum yvirstýrimaður, tí hann skal kunna loysa [...] leggja alla sína inntøku eftir sær her í Føroyum, sjálvt um eingin skattapeningur kemur í kommunu/landskassan, tað eru ikki teir, sum hava uppfunnið DIS, teirra nettoinntøka er tann sama, sum áðrenn DIS kom [...] kom í gildi. Hesir nógvu menn, her er talan um fleiri hundrað mans, hava tríggjar møguleikar í at velja, og eru teir hesir: 1. At góðtaka at verða degraderaðir, og sigla restina av tíðini sum undirstýrimenn
gera, men heldur er tað ein góð lýsing av kjakinum, sum fór fram í bløðunum fyri einum 15 árum síðani; einvíst og keðiligt. Men her er tíbetur vend komin í. Av teimum gomlu bløðunum, er tað bert Dimmalætting [...] Kanningar aðrastaðni vísa, at álitið á skrivaðu pressuna er lítið. Hetta kemst m.a. av teimum fyribrygdum, sum eg her havi skrivað um. Eg veit ikki hvussu tað er við tí í Føroyum, men latum okkum verja henda ógviliga [...] eina einstáttaða tjóðskapartrumlu, tí tí er tíðin farin frá. Vit mugu gera tíðindabløð, sum upplýsa og bera tíðindi og undirhalda. Í Noregi hava tey A-pressuna. Tað er stóra fjølmiðlaapparatið hjá norska
hesum bergholunum er ljós. Einki ljós er í nýggja sumbiarbergholinum, og tí verður koyrt niðan á Hestin, og er hetta ein tann harðasti teinurin í allari kappingini. Sum nakað nýtt er eisini ætlanin at [...] bygdina í Sumba. Tað gjørdu teir ikki í fjør. Og eisini til seinasta teinin í Havn er leiðin broytt eitt sindur. Málið er við Statoil-støðina í Gundadali, og súkklararnir koyra R.C. Effersøesgøta-Bøkjar [...] at súkklararnir byrja ísenn, og fyrsti maður á mál vinnur teinin ? meðan tveir eru einkultstartur. Her verður súkklað ein og ein ímóti klokkuni, so tann, ið hevur brúkt minst tíð um teinin, hevur vunnið
leita upp í ES. Ella fara at samráðast við ES við tí endamáli at lima Føroyar upp í ES. Her skal einki sigast um, hvat er rætt ella ikki. Afturímóti skal bara sláast fast, at okkara politiska skipan - tað veri [...] in í løgtinginum upp til, at tingfólk skulu lønast betri, so tey verða politikarar burturav. Hetta er røtt leið at ganga, men so má kravið eisini verða, at vit fáa meiri kvalifiseraðar flokkar, sum eru [...] gera eitt veruligt politiskt arbeiði. Fara í »substansin« og kunna verða við í einum orðaskifti, sum er annað enn orðabrask, politiskar ákoyringar og sjálvrós.
ein er í meiriluta«. Vit hava seinastu tíðina sæð bæði oddagreinir í Dimmalætting og sambandspolitikarar saman við oddagreinum í Sosialinum og javnaðarpolitikarar greitt føroyingum frá, at tað er ørskapur [...] riknum almennum fyritøkum, har veruliga er trot á leiðarum. Har eingir ella vánaligir leiðarar eru, fara bæði arbeiðssemi, áhugi, disiplin og nærlagni fyri bakka. Valla er betri dømi enn Landssjúkrahúsið, sum [...] at siga, vita, at einki mark er fyri, hvussu nógvur peningur í mongum førum kann nýtast. Broytingar í skipanum - eitt nú bygnaðarbroytingarnar »hjá Norman Christensen« - er ikki tað, ið bjargar landinum
Endamálið við hesum tiltaki er at fáa lesarar blaðsins meira aktivar í kjakinum. Vit hava valt at byrja við uppskotinum hjá landsstýrinum um føroyskt fullveldi, tí hetta uttan iva er størsta politiska málið [...] sjálvsstýri, fullveldi, lýðveldi - ella kanska til loysingina. Tað er eyðsæð, at allir føroyingar hava sína hugsan um hetta mál - og vit her á blaðnum vilja gera okkara til, at meinigi borgarin eisini kemur [...] Sosialin: telefon 311820 Er Høgni upptikin, ringja vit uppaftur. Tað ber eisini til at faksa honum spurningarnar fax 314720 ella at senda teir sum e-post. E-postadressan til spurningarnar er hendan: hoydal@sosialurin
Torkil Mørkøre. Heini Lützen er tann gospelsangarin, sum savnar mest áhoyrarar í Føroyum. Hetta er ikki uttan grund, hann hevur eina sera góða rødd. Tá ið hann syngur á konsertum, er hann altíð væl fyrireikaður [...] Jonhard Hammer Hvat er Manila98? Regin Guttesen er ein av fyriskiparunum av hesum tiltaki. Hann sigur, at tað byrjaði við, at Siri og Angela, sum ganga á pedagogskúla tosaðu um at gera okkurt fyri gøtubørnini [...] dagar. Har fara tey at gera ymiskar uppgávur. Á Manila er tað soleiðis, at har ganga børnini úti um náttina og leita sær eftir onkrum at eta. Her fara føroyingarnir at koyra runt í bussum og geva hesum
at talan er um veruliga statsmannavitjan, hyggja vit at skránni yvir vitjan løgmans í norska høvuðsstaðnum mánadagin. Einki er at ivast í, at hetta er tann størsti heiðurin, sum nakrantíð er vístur einum [...] og nú oljustjóri Gunnar Berge er vertur. Um kvøldið verður løgmaður hjástaddur á høvuðsstøðini hjá Statoil, har skipað verður fyri tað norðmenn kalla ?hageselskab?. Her er Rolf Magne Larsen, stjóri í Statoil [...] bretski, danski og tann russiski. Áhugavert er eisini at bíta merki í, at amerikanski varaforsetin Al Gore verður við á ráðstevnuni, sum er knýtt at messuni. Týsdagin er avtalaður fundur millum føroyska og bretska
ð millum lond í Útnorði og her m.a. millum Føroyar og Noreg. Hann vísir á, at tað verða fleiri fundir í heyst millum londini, ið miðja móti tí sama - størri samvinnu. Tað er einki dulsmál, at norðmenn [...] bjóða løgmanni á vitjan og skipa eina so rúgvusmikla skrá, ynskja størri samvinnu við føroyingar, og her er tað kanska serliga oljuvinnuna teir hava í huganum. Eisini tann sannroynd, at føroyskir politikarar [...] túrinum og víðari er eitt breitt samarbeiði á bæði fiskivinnu-, oljuvinnu- og so nógvum øðrum økjum. Tað verður hetta eg fari at leggja dent á undir fundunum í Oslo. Løgmaður vísir á, at tað er á fiskaríøkinum
Og tað sleppa vit óivað aftur at uppliva, hóast einki júst nú er á skránni hjá Grímu. Súsonnu, ið er 39 ár, Riu, ið er 38 og Hans, ið er 29 ár, og aðrar limir í Grímu, sleppa vit at síggja aftur á palli [...] fleiri óivað hugsa, tað er hvat foreldrini hava sagt til, at børnini hava valt at gerast sjónleikarar og hvat fólk annars hava sagt til hetta. Tað er eingin loyna, at hetta er nýtt yrki í Føroyum. - Hvat [...] sjónleik. Men tað er heilt víst, at ein gerst als ikki millióningur av tí, skemtar Hans. Betri umstøður Sum yrkisleikarar, so eru tey glað fyri, at tað endiliga er eydnast at fáa egin høli. Nú er Gríma ikki longur