Tá tað í blaðnum í dag er víst til »Sig tína hugsa« loyvir undirritaði sær at koma við mínari hugsan, samankoblað við einum einkultum spurningi.
Viðvíkjandi einum suverenum stati skilji eg tað soleiðis, at vit føroyingar tá missa okkara danska statsborgaraskap?
Hvat hendir við teimum nógvu herbúgvandi føroyingum, sum sigla í tí danska handilsflotanum? Tað eru nógvir sum sigla sum skiparar, og enn fleiri, sum sigla sum yvirstýrimenn, sum standa fyri at flyta upp til skipsførarar.
Í sjólógini (helst eisini í grundlógini) stendur, at ein treyt fyri at vera skipari á einum donskum skipi í handilsflotanum er, at hann er danskur statsborgari. Heldur ikki ber til at sigla sum yvirstýrimaður, tí hann skal kunna loysa av skiparan, um tað skuldi gjørts neyðugt.
Hesir menn sum sigla undir DIS-skipanini, leggja alla sína inntøku eftir sær her í Føroyum, sjálvt um eingin skattapeningur kemur í kommunu/landskassan, tað eru ikki teir, sum hava uppfunnið DIS, teirra nettoinntøka er tann sama, sum áðrenn DIS kom í gildi.
Hesir nógvu menn, her er talan um fleiri hundrað mans, hava tríggjar møguleikar í at velja, og eru teir hesir:
1. At góðtaka at verða degraderaðir, og sigla restina av tíðini sum undirstýrimenn.
2. At flyta heimanífrá við familju og búsetast í Danmark.
3. At koma heim, tað verður trupult, tað er tí teir eru farnir, her var ikki brúk fyri teimum.