Nú kemur frágreiðingin út, meðan fjølmiðlarnir enn eru raktir av summarfrí. harvið verður grundarlagið fyri einum orðaskifti kanska ikki so gott, sum tað eigur at verða.
Tað skerst ikki burt, at tað serliga eru teir elektronisku fjølmiðlarnir, sum seta dagsskránna fyri orðaskifti í flestu framkomnu londunum í dag.
Afturímóti fer tað uppfylgjandi og breiða orðaskifti fram í bløðunum. Ikki minst í Sosialinum, sum hevur lagt dent á orðaskifti líka síðani 1974, tá fyrstu veruligi stigini vórðu tikin at nútímansgera blaðið.
Venda vit aftur til ES og hetta nýggja álitið, so skerst ikki burtur, at so at siga eingin flokkur hevur viðgjørt ES-málið í tí álvara, sum tað krevur, um vit skulu fóta okkum í framtíðini.
Flestu flokkar eru á landsfundum sínum ella í øðrum forum bara komnir til ta niðurstøðu, at flokkurin heldur, at føroysk áhugamál eru best vard uttan fyri ES? Hvussu vita vit tað?
Á hinum bógnum stendur Sambandsflokkurin, sum tykist halda, at Føroyar skulu leita upp í ES. Ella fara at samráðast við ES við tí endamáli at lima Føroyar upp í ES.
Her skal einki sigast um, hvat er rætt ella ikki. Afturímóti skal bara sláast fast, at okkara politiska skipan - tað veri seg flokkar og løgting - taka ikki henda spurning í nóg stórum álvara. Og tí hava flokkarnir ongar veruligar grundgevingar fyri eini mótstøðu ímóti ES-,imaskapi, eini EBS-skipan ella eini tollsamgongu við ES.
Nú leggur formansskapurin í løgtinginum upp til, at tingfólk skulu lønast betri, so tey verða politikarar burturav. Hetta er røtt leið at ganga, men so má kravið eisini verða, at vit fáa meiri kvalifiseraðar flokkar, sum eru førir fyri at gera eitt veruligt politiskt arbeiði. Fara í »substansin« og kunna verða við í einum orðaskifti, sum er annað enn orðabrask, politiskar ákoyringar og sjálvrós.