viðgerðin ikki er fevnd av einum sáttmála við Meginfelag Føroyskra Sjúkrakassa (MFS). Ergoterapeutfelagið hevur longu í fleiri ár roynt at fáa sáttmála við MFS, tíverri uttan úrslit. Av tí at ætlanin er at [...] barnaergoterapi, men av tí at hesar ætlanir, í øllum førum, ikki verða settar í verk innan januar 2010, mæla vit til at broytingarnar í forsorgarlógini ikki koma í gildi fyrr enn antin nýggj skipan er sett í verk
sostatt talan um grova misnýtslu av formansessi tingsins, har John Johannessen ger seg inn á allar grundleggjandi fortreytir í einum fólkaræði og í einari parlamentariskari skipan. Heitt verður tí á formansskapin [...] røðarar úr øðrum flokkum enn hansara egna og serstakliga úr andstøðuflokkum. Hendan mikudagin bar tó av. Seint út á seinnapartin, sat John Johannessen í formansstólinum, tá ein áhoyrari kom innar í tingsalin [...] "Ja, nú kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisútvarpsstøðina inn í salin..." Hvat John Johannessen hevur av partapolitiskum hugsanum, fordómum ella vreiði mótvegis øðrum, er hansara søk. Og hann hevur fullar
Petersen. Bretskt stýrt øki Tommy Petersen verður í økinum kring býin Basra í suðurpartinum av Irak. Hetta er eitt av teimum fýra fyrisitingarligu økjunum, sum Irak varð býtt upp í eftir kríggið. USA hevur [...] skulu gera, sigur Tommy Petersen. Ímóti Saddam Oyðileggingarnar eru ikki so ógvusligar av krígnum í sunnara parti av Irak, og mótstøðan ímóti fólkum uttanífrá er minni enn aðrastaðni. Tá samanum kemur er [...] Kríggið er av, og Irak skal byggjast uppaftur. Londini í vesturheiminum kappast um at bjóða seg fram og senda pengar og fólk til krígsrakta økið. Í næstum fer eitt fólk úr Føroyum til Irak at byggja land
Til Hovgrímsgrøv Bussur koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri leygardagin 17. juli kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági. Havið matpakka og okkurt at drekka við. Bussur koyrir til Tvøroyrar og Vágs kl [...] seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00. Úr Hovgrímsgrøv til Øravík Bussur koyrir leygardagin 17. juli av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági. Steðga verður stutt við Hovgrímsgrøv [...] á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00. Undir Sumbiarbjørgini Bussur fer av kajuni í Vági (har Jóhanna hevur fast tilhaldsstað) kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba
okkum til avvarðandi landsins myndugleikar viðvíkjandi íbúðartørvinum hjá teimum bólkum, sum vit varða av, ? nevniliga teimum fólkum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk. Vit vilja fyrst og fremst vísa [...] talan er um hesar nevndu bólkar krevst ein serlig tillaging frá øllum. Javni og Sinnisbati ? sum varða av teimum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk hava gjørt og vilja fegin gera okkara part, men hetta [...] hetta okkara virksemi kann geva best møguligt úrslit, uttan at hetta verður gjørt, sum ein partur av einum miðvísum politikki á økinum, ? sum tað er ábyrgdin hjá politisku myndugleikunum at skipa fyri.
og tað má farast í gongd beinanvegin. Eitt tað fyrsta ið, man gerast – og sum kann taka eitt sindur av tíð – er, at tingsalurin má gerast størri, tí tað verður brúk fyri fleiri sessum. Her hugsi eg um, [...] vita vit, ið hava lisið bókina um Júst í Túni. Eitt afturat. Syrg fyri at vit framvegis hava tað skipan, at tey rætta hondina upp, tá ið tey biðja lova sær á WC. Klaksvík hin 15. januar 2006.
til 2,5 tons. Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, hevur eina sonevnda Park Assist skipan, ið er ein framkomin elektronisk skipan, sum hjálpir bilføraranum við at bakka bilin upp á pláss (millum tveir bilar) [...] størra VW Touareg - teir líkjast nógv og eru bygdir eftir sama konsepti. Navnið Tiguan er sett saman av orðunum tiger og leguan. Tiguan fæst í trimum útgávum: Trend & Fun, Sport& Style og Track&Field, sum [...] klára seg væl uttan fyri vanliga koyrivegin og hevur umframt vanligu 4x4 skipanina eina elektroniska skipan til koyring í brattari undanbrekku. Skipanin tryggjar at førarin ikki missir tamarhaldið á bilinum
eyðsæð, at galið er við fyriskipanini av arbeiðinum í heimatænastuni, og at ongin kvalitetstryggjan er av tænastunum har. Ein annar generellur trupulleiki er samansetingin av starvsfólkinum. Stríð er ímillum [...] um nøkur kvalitetstrygging er av hesi leiðslu. Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum er galdandi fyri alt landið er, at leiðslan í heimatænastuni hevur gjørt eina skipan, sum tekur útgangsstøði í skipanini [...] Spurnartekin kann setast við mestsum alt, frá strukturinum, tí fíggjarligu stýringini, tilrættarleggingini av dagliga arbeiðinum og starvsfólkaleiðsluni. Tann yvirskipaða yvirskriftin má tó vera leiðslutrupulleikar
kensluna av, at føroyingurin livir í eini spennandi, avgerandi tíð. Føroyingurin er mitt í søguni. Og júst um sama mundið hevur Gunnar valt at ferðast fulla tíð. Aftan á 25 ár fullkomiliga leysur av klokkustýrdum [...] søgu og mentan er ein eind heilt av sær sjálvum, tí at tað liggur fyri seg, langt burturi frá øðrum. Ein bygd í stødd, men samstundis ein fullur heimur við allari skipan og útgerð og við øllum tí samskifti [...] huga og heimi. Eg haldi, tað er týðandi at fara út í verðina og síggja Føroyar útifrá. Fáa kensluna av, hvussu lítlar, óbetýðiligar, avmarkaðar og isoleraðar Føroyar eru. ? Men í huganum eru tær samstundis
Dublin gjørdi av at biða ein írskan listamann gera. Til minnis um hesa ímyndina av Dublin. Hesari kvinnuni, sum hóast bara íspunnin, hevur fest býarnavnið á at kalla hvønn munn í stórum parti av okkara heimi [...] sær konur frá innfødda fólkinum og bygdu staðin, til hann í seinna parti av tólvtu øld varð tikin av normannum undir leiðslu av riddaranum Strongbow. Hesir bygdu kleystur og kirkjur, sum enn dagin í dag [...] sonevndi Páskauppreisturin. Hann varð harðliga niðurbardur av bretum, og fleiri av uppreistrarleiðarunum vórðu avrættaðir. Ein beinleiðs avleiðing av hesum var, at loyniherurin, IRA, varð stovnaður. Men fimm