Tiguan parkerar sjálvur

Modellprogrammið hjá Volkswagen er vaksið nógv seinastu árini, so hvørt sum nýggj modell leggjast afturat. Tann nýggjasti er Tiguan, sum er ein rúmligur og praktistur 4x4 SUV við sera liðiligari innrætting

VW Tiguan kundi verið lítlibeiggin hjá tí størra VW Touareg - teir líkjast nógv og eru bygdir eftir sama konsepti. Navnið Tiguan er sett saman av orðunum tiger og leguan.


Tiguan fæst í trimum útgávum: Trend & Fun, Sport& Style og Track&Field, sum hevur annarleiðis design framman og er gjørdur til at klára seg væl uttan fyri vanliga koyrivegin og hevur umframt vanligu 4x4 skipanina eina elektroniska skipan til koyring í brattari undanbrekku. Skipanin tryggjar at førarin ikki missir tamarhaldið á bilinum, og at hjólini ikki blokera.


Tiguan er fyrsti bilur í heiminum, sum einans er útgjørdur við motorum við beinleiðis innspræning og trýstløðing. Hann fæst við fimm ymiskum motorum, trimum TSI bensinmotorum og tveimum TDI motorum við commonrail innspræning. TSI bensinimotorarnir hava ávikavist 150 hk, 170 hk og 200 hk (TFSI), og TDI dieselmotorarnir hava 140 og 170 hk. Motorarnir krafta væl, larma lítið og eru allir sera umhvørvisvinarligir og lúka tann stranga ES-5 normin, sum kemur í gildi í 2009.


Park Assist


Tiguan er góður at koyra, og tey ferðandi í bilinum sita høgt við góðum útsýni. Bilurin er rúmligur við liðiligari innrætting, eitt nú kunnu baksetrini flytast 16 cm aftur og fram til frama fyri betri beinpláss ella størri viðførisrúm. Viðførisrúmið er 470 litrar við baksetrunum í normalstøðu. Við baksetrunum niðri verður vørurúmið upp á tilsamans 1510 liter. Tiguan kann draga viðfestisvognar upp til 2,5 tons.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, hevur eina sonevnda Park Assist skipan, ið er ein framkomin elektronisk skipan, sum hjálpir bilføraranum við at bakka bilin upp á pláss (millum tveir bilar) meðan bilførarin sjálvur situr hendur í favn og bíðar til bilurin stendur heilt stillur og rætt parkeraður millum tveir aðrar bilar.


Við allari útgerðini kostar bilurin, sum vit royndarkoyrdu, ein 2,0 TDI við 140 hk, kr. 435.000. Tá hevur hann eisini DK-pakkan við 2-zone Climatronic, hita í forsetrunum, hita í sprinklradysunum og forlyktavaskarar. Standardútgerðin er sera umfatandi, umframt at bilurin fæst við nógvari ymiskari útgerð. Trygdin er heilt í topp, og hann fekk fimm stjørnur frá EuroNCAP. Tiguan kann síggjast og roynast á Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 366.000.