Til Hovgrímsgrøv

Kunningarstovan á Tvøroyri skipir fyri fleiri útferðum komandi tíðina

Til Hovgrímsgrøv
Bussur koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri leygardagin 17. juli kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági. Havið matpakka og okkurt at drekka við. Bussur koyrir til Tvøroyrar og Vágs
kl. 12.30. Tilmelding skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00.
 
Úr Hovgrímsgrøv til Øravík
Bussur koyrir leygardagin 17. juli av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av
Kunningarstovuni í Vági. Steðga verður stutt við Hovgrímsgrøv, har Finnbjørn Hovsgarð greiðir frá. Gongufólki fer síðani eftir varðunum til Øravíkar. Eftir loknan
gongutúr verður koyrt við bussi úr Øravík til ávikavist Kunningarstovurnar á
Tvøroyri og í Vági. Tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf.
374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00.

Undir Sumbiarbjørgini
Bussur fer av kajuni í Vági (har Jóhanna hevur fast tilhaldsstað) kl. 15.00
og koyrir oman í Pollin í Sumba. Bátur siglir fólk út til Jóhonnu, sum
liggur uttanfyri Sumbiarhólm. Túrurin undir bjørgunum varir góðar tveir
tímar. Jóhanna siglir ferðafólkini aftur til Vágs ? er væntandi aftur á Vági
um 20 tíðina.
Havið mat og okkurt heitt at drekka við á ferðini. Avmarka luttøka
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf.
374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í
seinasta lagi fríggjadagin 16.00.