Til Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu og Aksel Jóhannesen landsstýrismann

Viðvíkjandi broytingum í forsorgarlógini, ið skerja møguleikan hjá børnum at fáa ergoterapi.

Sum kunnugt koma broytingar í forsorgarlógini í gildi 1.januar 2010, ið hava stórar avleiðingar fyri tey børn, ið fáa ergoterapi á privatum grundarlagi. Sum nú er, verður øll ergoterapeutisk viðgerð til børn goldin um forsorgarlógina, men sambært broytingini, verður nevndi stuðul ikki latin, um viðgerðin ikki er fevnd av einum sáttmála við Meginfelag Føroyskra Sjúkrakassa (MFS).

Ergoterapeutfelagið hevur longu í fleiri ár roynt at fáa sáttmála við MFS, tíverri uttan úrslit.
Av tí at ætlanin er at broyta Sjúkrakassaskipanina til eina Sjúkratrygging, ynskir MFS ikki at fara í nýggjar samráðingar. Vit eru vitandi um, at hugsað verður um aðrar møguleikar at skipa barnaergoterapi, men av tí at hesar ætlanir, í øllum førum, ikki verða settar í verk innan januar 2010, mæla vit til at broytingarnar í forsorgarlógini ikki koma í gildi fyrr enn antin nýggj skipan er sett í verk ella sáttmáli millum MFS og Ergoterapeutfelagið, er komin upp á pláss.
Vit meta, at sáttmálin við Sjúkrakassan/Sjúkratryggina, í øllum førum má fáast upp á pláss sum skjótast, tí tað verður altíð tørvur á privatum ergoterapeutiskum viðgerðartilboðum, bæði til børn og vaksin.

So leingi nýggja Sjúkratryggingin ikki er komin at virka, og tað tískil ikki er møguligt at fáa sáttmála í lag, verða tað nógv børn, ið hava tørv á ergoterapeutiskari viðgerð, sum onki tilboð fáa eftir 1. januar 2010, og ganga vit útfrá, at tað ikki er ætlanin, ella hvussu?

Vinarliga

Ergoterapeutfelagið

Hanna á Reynatúgvu
Súna Mørk
Òluva Horn
Róhild Winther
Irdi Danielsen









_______________________________________________________________________________________________