stuttum kann sigast, at Skoraberg telist millum teir seks ísfiskatrolararnar, sum eru á gulllaksaveiði frá apríl til nakað út á heystið. Brestir er fyri nøkrum árum síðan umbygdur, soleiðis at teir kunnu frysta [...] og veiðivirði millum útróðrarbátar í bólki 4A, sum eru bátar millum 15 og 40 tons. Brandur hevur einar átta ferðir seinastu árini – tó ikki øll árini fylgjandi – verið bestur í sínum bólki. Millum teir
greiðir okkum frá hesum, tá ið lagt verður frá landi. Túrurin er ikki so langur. Nataarnaq skal stima út á Sandoyarbankan at royna, um alt við reiðsskapinum er, sum tað eigur at vera. Loyvið frá Fiskimálaráðnum [...] á syðru leiðunum, og nú eru teir aftur farnir norður á gomlu leiðirnar, greiðir Martin Jacobsen frá. Frá øðrum fær hann skoðsmálið, at hann fram um alt er fiskimaður, og hann hevur dyggar royndir í ræ [...] aktuelt. Men í dag og í morgin er føroyska tjóðarhøgtíðin. Tað plaga ikki at vera heilsanir í útvarpinum frá føroyingum, sum eru burturstaddir og sigla kring knøttin við ynskjum um góða Ólavsøku. Men einki er
við til at mynda fullveldisvongin í føroyskum politikki. Hava tosað hugsjónarliga og sannførdir um einar frælsar Føroyar. Hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðrum. Men so slitnaði bandið teirra millum. Politisk [...] partur av valstríðnum til fólkatingsvalið, og endin var, at Sjúrður Skaale vann sessin í fólkatinginum frá Høgna Hoydal. Vit hittu Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale til eitt jólaprát um teirra politiska stríð, brotið [...] tá ið alt kemur til alt, so vóni eg, at tað ber til at skilja tey persónligu og politisku tingini frá hvørjum øðrum. Men sjálvandi hevur avgerðin hjá Sjúrði havt við sær, at vit ikki hava tað sama samskifti
stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995 [...] Kongens Gade 10 B. Tel. 98136330 Húsið er opið soleiðis: Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00 Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00 Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V [...] góðar, tá sammett verður við hinar kappingarnar á eitt túsund metrum, at málið í Havnii so langt í frá kann vera eitt túsund metrar. Tá viðmerktu vit, at vit skuldu venda aftur til henda spurningin undan
oyra goldið, leggur hon aftrat. Peningurin er fingin til vega við tiltøkum, gávum, føstum stuðlum og frá øðrum, sum latið hava. Men tá prísur verður settur á, er ikki alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum lagt [...] Syðradali, áðrenn Tjóðsangurin at enda varð sungin. Tá hátíðarhaldið við minnisvarðan, sum vardi einar tveir tímar, var av, fór alt fólkið suður í bygdina, har allar dyr stóðu opnar. Soleiðis sum leið
í morgun og klokkan hálvgun sjey komu súkklararnir til gistingarhúsið í Hengelo, sum liggur stutt frá markinum millum Týskland og Holland. Tað var nakað yvirsíggjað at byrja við, men annars var veðrið [...] blivur betri fyri hvønn dag. Um hetta heldur fram, tá liðið í morgin skal súkklað í oysandi regni í einar tíggju tímar sigur søgan einki um.
hondbólti, merkir, at leikarin bæði verður útvístur og samstundis fær aganevndin hjá HSF fráboðan frá dómarunum um tilburðin. Aganevndin skal síðani taka avgerð, um leikarin skal hava leikbann ella ikki [...] Birgir Poulsen 2, Jacob Knudsen 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Henrik Justesen 1 og Einar Dam 1. StÍF: Allan Norðberg 6, Sveinur Justinussen 4, Fríðir R. Djurhuus 3, Pætur G. Joensen 3, Pætur
upptraðkaði sum ein støðufastur leiðari alt valstríðið. Løgdu ongantíð um Sambandsflokkurin hevði frá byrjan tann trupulleikan, at hann hevði onki veruligt boð upp á framtíðina. Ungu leyvurnar í flokkinum [...] ir vóru á einum máli um, at Lisbeth L. Petersen skuldi vera fegin um, at loftmiðlarnir ikki sendu frá fundinum. Men Sambandsflokkurin lærdi ikki av mistakinum á Læraraskúlanum. Hann lærdi heldur ikki av [...] stevnuskránni. Hon visti ikki, hvat skrásett parlag var. Har vantaði hegni til at sannføra og greiða frá. Stór kanning av leið Eftir valið hava summi víst á, at fleiri veljarakanningar raktu langt við síðuna
álvarsligir trupulleikar at leggja Norrønu at í Havn, so er tað stórt spell, tí nú hava vit akkurát brúkt einar 60 milliónir uppá rampu, trapputorn og annað í sambandi við nýggju Norrønu, sigur Jan Christiansen [...] sama var við Smyrli, tá hann kom, men nú verður hann lagdur at í eini handavending. Eg vænti, at sum frá líður fer at ganga betur og betur at leggja Norrønu at kei, og eg eri vísur í, at til tá hava øll
Millum teir, sum hava longsta veg til arbeiðis, eru tveir mans av Selatrað og ein, sum trúliga kemur frá Gjógv. Í fjør gavst tann eini egnarin hjá okkum, og hann var eini 86-87 ára gamal. Tað er stuttligt [...] verður rópt. Setir tú úr trakt, brúkar tú meira agn, og agnið er dýrt, harav høgguslokkurin kostar einar 24 krónur fyri kilo. - Nakað verður egnt við gággu, og her keypa vit gágguna. Vanliga plaga vit at [...] umleið fimmta hvønn húk egndan við gággu, sigur útróðrarmaðurin. Sjúrður Joensen sigur, at teir gjørdu einar tríggjar túrar í september, og veiðan lá um 100 pund á stampin. Hesar túrarnar vóru teir eystan fyri