Teir bera ikki agg

Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale vóru í áravís tættir politiskir samstarvsfelagar, tosaðu mest sum dagliga saman um politikk og vóru virknir bæði í løgtingi og á fólkatingi. Men ein politisk ósemja hevði við sær, at Sjúrður Skaale rýmdi úr Tjóðveldi, og stutta tíð seinni vann hann fólkatingssessin frá Høgna Hoydal. Vit hittu teir báðar til eitt jólaprát og spurdu, um stríðið teirra millum gjørdist persónligt, um Høgni er beiskur um avleiðingarnar, og um Sjúrður angrar nakað í stríðnum

Teir hava í nógv ár arbeitt tætt saman í politikki. Hava samstarvað í landsstýrinum, í løgtinginum, á fólkatinginum og í politiska landslagnum annars. Hava verið við til at mynda fullveldisvongin í føroyskum politikki. Hava tosað hugsjónarliga og sannførdir um einar frælsar Føroyar. Hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðrum.

Men so slitnaði bandið teirra millum. Politisk ósemja millum Sjúrð Skaale og meirilutan í Tjóðveldi, har Høgni Hoydal eisini var ein partur, gjørdist so stór, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi. Hann hevði eina hugsan um stjórnarskipanina, sum flokkurin ikki vildi taka undir við. Og so tók Sjúrður avleiðingarnar av hesum og takkaði fyri seg sum tjóðveldismaður.

Í fyrstu syftu segði hann seg gevast í politikki, men nakrar vikur seinni steig hann innaftur á politiska pallin – nú sum javnaðarmaður og fremsti kandidaturin hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið.

Brotið við Tjóðveldi og Høgna Hoydal gjørdist partur av valstríðnum til fólkatingsvalið, og endin var, at Sjúrður Skaale vann sessin í fólkatinginum frá Høgna Hoydal.

Vit hittu Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale til eitt jólaprát um teirra politiska stríð, brotið teirra millum, avleiðingarnar av tí og hugsaninar, teir hava, nú ein tíð er fráliðin.


Varð gjørt persónligt

Bæði Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale leggja dent á, at tað var ein verulig politisk ósemja, sum hevði við sær, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi. Tað var ikki nøkur persónlig uppgerð teirra millum.

- Tað var eitt politiskt brot okkara millum, men tað bleiv eitt sindur persónligt í valstríðnum til fólkatingsvalið. Eg og Sjúrður hava arbeitt tætt saman, og tá mann blívur politiskt ósamdur, sum vit gjørdu, so er tað ein erlig søk. Men í miðlunum og millum mannað bleiv tað kanska gjørt til eitt meira persónligt stríð millum okkum, og tað eri eg harmur um. Tað vóru onkrir pástandir um lygnir førdir fram, og tað var keðiligt, men tað hava eg og Sjúrður eisini samskift um síðani, sigur Høgni Hoydal.

Sjúrður Skaale tvíheldur um, at hann kom í eina støðu í flokkinum, har hann ikki longur kundi verða við.

- Meirilutin í Tjóðveldi hevði eina aðra hugsan enn eg um stjórnarskipanina, sum eg hevði arbeitt nógv við. Eg helt, at tað var ein so stórur feilur av flokkinum at gera, at eg mátti taka avleiðingarnar av hesi ósemju og fara úr flokkinum. Ein ósemja sum hendan er heilt øgiliga strævin, tí tað er so nógv fokus á hana. Mín støða kann ikki samanlíknast við, at onkur verður ósamdur við leiðsluna í einari fyritøku og fer úr starvi. Tað er so stórur almennur áhugi fyri eini politiskari ósemju, og tí blívur tað øgiliga trupult. Øll hava eina meining um eitt slíkt stríð, og tí má tað verða ein sera væl umhugsað avgerð, tá ið mann fer úr einum flokki. Men eg kom til ta niðurstøðuna, at tað einasta rætta fyri meg var at fara úr Tjóðveldi, og tað gjørdi eg so, sigur Sjúrður Skaale.


Eingin bardagi

Hóast ósemjan var av politiskum slagi, so bleiv tað ført fram nógvastaðni, at hetta var eitt stríð millum Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale.

- Tað, sum bleiv persónligt hjá mær, var, at tað bleiv gjørt persónligt. Eg og Sjúrður hava arbeitt tætt saman í nógv ár, og tað var ikki knappliga soleiðis, at nú bardust vit í einum rúmi. Í fjølmiðlunum var tað gjørt til eitt stríð millum okkum báðar. Men hetta var eitt mál, sum varð viðgjørt væl og virðiliga í flokkinum, og niðurstøðan var, at meirilutin í flokkinum var ikki samdur við Sjúrð. Eg beri ikki nakað persónligt agg av hesum. Men hetta var ein keðilig tíð, tí ósemjan gjørdist ein partur av valstríðnum til fólkatingið og framstóð eisini har sum eitt persónligt stríð millum okkum, sigur Høgni Hoydal.

- Tá ið tað er ein politisk ósemja, har tveir persónar blíva eksponentar fyri hesa ósemjuna, so er tað á ein hátt eitt stríð millum tveir persónar. Men tað merkir ikki, at tað er persónligt. Tað var tað ikki, og eg beri ikki nakað persónligt agg yvirhøvur eftir hesa ósemjuna, sigur Sjúrður Skaale.

Nógv minni samband

Síðani Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi, er sambandið millum hann og Høgna Hoydal blivið munandi minni, hóast teir framvegis eru væl og samdir um nógv politisk mál.

- Eg sakni samstarvið, sum eg hevði við Sjúrð, og eg harmist um, at vit ikki hava tað samstarvið longur. Men tá ið alt kemur til alt, so vóni eg, at tað ber til at skilja tey persónligu og politisku tingini frá hvørjum øðrum. Men sjálvandi hevur avgerðin hjá Sjúrði havt við sær, at vit ikki hava tað sama samskifti longur, sum vit plagdu at hava, sigur Høgni Hoydal.

- Eg og Høgni hava ikki havt so nógv samband, síðani eg fór úr Tjóðveldi. Vit samskiftu nógv um politikk, men tá ið eg nú eri blivin partur av Javnaðarflokkinum, so merkir tað sjálvsagt, at tað eru onnur fólk, sum eg nú samskifti meira við, sigur Sjúrður Skaale.


Slaka ella standa fast

Ein av sentralu lutunum í ósemjuni millum Sjúrð Skaale og meirilutan í Tjóðveldi var, hvørt Tjóðveldi skuldi halda fast um sína avgjørdu ríkisrættarligu støðu í stjórnarskipanaruppskotinum, ella um Tjóðveldi skuldi slaka eitt sindur fyri at koma longur ávegis ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum.

- Endamálið við at verða í politikki skuldi verið at fáa nakað burturúr, men eg upplivdi tað sum, at flokkurin sjálvur kom fram um verulig úrslit og fram um tað, sum var besta fyri landið. Tað var ikki ein nóg sterkur vilji í Tjóðveldi til at geva eitt sindur, so tað bar til at føra veruligan politikk, sum kundi føra Føroyar framá, heldur Sjúrður Skaale.

- Eg eri ósamdur við Sjúrð í, at ein flokkur verður eitt endamál í sær sjálvum. Men tað, sum ein flokkur hevur grundað sítt virki á, er týdningarmikið. Tjóðveldi kann verða pragmatiskt í øllum málum, men tað eru nøkur mørk fyri, hvat vit kunnu verða við til – og soleiðis var í sambandi við stjórnarskipanaruppskotið. Eg kann eisini vísa á undirgrundarmálunum, har tað vóru flokkar, sum stóðu fast við, at Føroyar áttu rættin til undirgrundina, og tí endaði tað eisini við at vit fingu okkara rætt. Høvdu vit slakað, so høvdu vit fingið onkra millumloysn, sigur Høgni Hoydal.


Valkvøldið

Eftir at Sjúrður Skaale var farin úr Tjóðveldi, umhugsaði hann sína støðu í eina tíð. Hann segði í fyrstu syftu, at hann gavst í politikki, men endin var, at hann fór upp í Javnaðarflokkin og gjørdist valevni til fólkatingsvalið.

Dramatiska valið endaði við, at Høgni Hoydal, sum hevði sitið á fólkatingið, fall, og Sjúrður Skaale vann sessin hjá honum.

- Støðan kendist løgin valkvøldið, men eg eri ikki beiskur um, at tað endaði soleiðis. Eg harmist tó um, at vit nú hava tveir samríkjaflokkar á fólkatingið. Tað var keðiligt, sigur Høgni Hoydal.

Sjúrður Skaale sigur, at tað var ógvuliga óvæntað, at hann skuldi vinna sessin.

- Sambandið og Tjóðveldið vóru jú stórfavorittar. Eg var heilt tikin av fótum, tá Grækaris Djurhuus Magnussen langaði eina mikrofon upp í andlitið á mær og spurdi hvat eg segði til, at eg var valdur. Eg visti ikki hvat eg skuldi svara - myndin sum kom í hugan var, at tað var sum at standa á Kunoyarnakki eftir at hava gingið smalar røkur og brattar brekkur. Og so tók eg til frálíku regluna hjá abba Høgna, Karsten Hoydal, sum mín góði vinur Djóni Kunoy plagar at sitera, tá vit hava fingið ein tind undir sollarnar: "Kom klúgv hæddirnar saman við mær / vakrast eru blómurnar, har ringast er at ganga." Tað var soleiðis tað kendist. Eg var farin frá tí, sum var lætt og trygt, men sum eg helt vera skeivt. Í staðin gjørdi eg tað, sum eg helt vera rætt og setti kós uppá eitt sera illgongt fjall. Og valkvøldið stóð eg á toppinum, sigur Sjúrður Skaale


Strævið stríð

Hvørki Høgni Hoydal ella Sjúrður Skaale angra nakað av tí, sum hendi teirra millum, meðan stríðið leikaði harðast á. Høgni Hoydal heldur tó, at hann skuldi tikið fatt í trupulleikan nakað fyrri, enn hann gjørdi.

- Eg skuldi sum formaður fyrihildið meg eitt sindur fyrri til, at hetta fór at blíva ein ósemja millum okkum. Tað vistu vit helst nakað áðrenn, tað gjørdist alment, og eg havi síðani hugsað um, hvussu eg kundi havt gjørt tað øðrvísi. Tí eg haldi ikki, at tað var er so langt millum partarnar. Eg skuldi havt tikið stig til eina viðgerð av hesum málinum í flokkinum, tí tá vit umsíðir fóru at viðgera tað, so blivu tað nakrir intensir fundir, har vit ikki megnaðu at finna ein loysn, sum Sjúrður kundi taka undir við, sigur Høgni Hoydal.

- Tá ið ósemjan so gjørdist almenn, fór eg í eitt músahol, so at málið ikki skuldi blíva til ein trupulleika fyri flokkin. Og tá Sjúrður fór út við nøkrum kontant viðmerkingum, so skuldi eg havt svara líka kontant aftur. Eg kundi havt forklárað støðuna hjá flokkinum meira greitt beinanvegin, sigur hann.

Sjúrður Skaale heldur fast um, at hann fekk ikki gjørt annað enn tað, hann gjørdi.

- Tað var ótrúliga strævið, men eg angri ikki mína avgerð – als ikki. Støðan var soleiðis, at flokkurin ikki hevði somu støðu sum eg í einum sera týðandi máli fyri meg, og eg kundi ikki gera annað, enn at taka avleiðingarnar av tí. Og hóast tað ikki var lætt, so ivist eg framvegis ikki í, at tað var ein røtt avgerð at taka. Tað kann okkurt orðið gleppa, men eg royndi allatíðina at halda kjakið á einum politiskum stigi og ikki gera tað persónligt. Fólk fataðu tað kanska persónligt, men eg royndi at gera tað so virðiliga sum gjørligt, sigur Sjúrður Skaale.