Beint eftir dystin ímillum KÍ og B36 við Djúpumýru høvdu klaksvíkingar møguleikan at fara í badmintonhøllina at hyggja eftir hondbólti, har Team Klaksvík tók ímóti StÍF. Dysturin endaði 24-24 eftir hálvleiksstøðuna 12-9.
Í nógvum dystum farnu árini hevur tað verið soleiðis, at Team Klaksvík hevur runnið aftaná mótstøðuliðnum á máltalvuni, har málmunurin síðani er vorðin stórur ímóti dystarenda, tá ið kreftirnar eru byrjaðar at ganga undan. Soleiðis var tó als ikki í dag, tí at Team Klaksvík var framman fyri so at siga allan dystin, og klaksvíkingarnir iðra seg um, at avrikið ikki rakk til tvey stig í dag.
Liðini vóru jøvn í byrjanini og støðan var 2-2. Síðani kom Team Klaksvík tó á odda 6-2, og hesin munurin helt sær restina av hálvleikinum. Tó fingu strandingar tódnað munin niður í trý mál, so hálvleiksstøðan var 12-9 til Team Klaksvík.
Í seinna hálvleiki var eiheldur líkt til, at nakar ivi var um dystsins vinnara. Team Klaksvík kom fram um 20-15, og tá fýra minuttir vóru eftir var støðan 24-20 til Team Klaksvík. Tað kundi snøgt sagt ikki ganga galið.
Men tað gjørdi tað. StÍF minkaði fyrst um munin til 24-22. Síðani vóru 40 sekund eftir, tá ið strikuspælarin hjá Team Klaksvík, Beinir Johannesen, kendi seg snýttan fyri brotskast.
- Eg eri púra fríur og verði takklaður, tá ið eg skjóti. Bólturin fer við síðuna av, og dómararnir dømdu málkast. Vit kendu okkum snýttar fyri brotskasti í støðuni, men tað eru kortini ikki dómararnir, sum hava skyldina av, at vit søpla sigurin burtur seinastu minuttirnar, sigur Beinir Johannesen.
Beinir Johannesen var so óður um, at hann ikki fekk brotskast í støðuni, at hann ístaðin fekk tveir minuttir fyri kjaftaslit. Harvið spældi Team Klaksvík í undirtali seinastu løtuna.
Upp á tey seinastu 40 sekundini eydnaðist tað nevniliga StÍF at javna til 24-24. Klaksvíkingarnir gjørdu tó sítt fyri at forða hesum, tí at Jens Pauli Mohr fekk blátt kort fyri eina neyðbremsu. Eitt blátt kort, sum er eitt nýtt tiltak í hondbólti, merkir, at leikarin bæði verður útvístur og samstundis fær aganevndin hjá HSF fráboðan frá dómarunum um tilburðin. Aganevndin skal síðani taka avgerð, um leikarin skal hava leikbann ella ikki.
Um ikki annað, so kunnu bæði liðini gleðast eitt sindur um, at tey nú eru komin á stigatalvuna við hvør sínum stigi. Team Klaksvík hevur eitt stig eftir tveir dystir, meðan StÍF hevur spælt tríggjar dystir og somuleiðis hevur eitt stig.
Team Klaksvík-StÍF 24-24 (12-9)
Team Klaksvík: Finnur Hansson 7, Beinir Johannesen 4, Hanus Norðberg 3, Birgir Poulsen 2, Jacob Knudsen 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Henrik Justesen 1 og Einar Dam 1.
StÍF: Allan Norðberg 6, Sveinur Justinussen 4, Fríðir R. Djurhuus 3, Pætur G. Joensen 3, Pætur Johansen 2, Tummas Simonsen 2, Jógvan G. Joensen 2, Rúni Niclassen 2