Í dag er fjórði dagurin á súkklu hjá Team Rynkeby Føroyar liðnum. Túrurin var tann besti higartil, tí at kalla alt riggaði, sum tað skuldi. Farið varð úr Bremen tíðliga í morgun og klokkan hálvgun sjey komu súkklararnir til gistingarhúsið í Hengelo, sum liggur stutt frá markinum millum Týskland og Holland.
Tað var nakað yvirsíggjað at byrja við, men annars var veðrið av tí besta. Undan fráferðini varð sagt, at ferðslan í Hollandi kann verða ágangandi. Upplivingin hjá Team Rynkeby er tó ein heilt onnur, tí Holland er sum gjørt til súkklarar, har bæði bilar og umstøðurnar taka atlit súkklarar.
Hóast fleiri eru eym í bakpartinum, so tykist sum orkan og stevið blivur betri fyri hvønn dag. Um hetta heldur fram, tá liðið í morgin skal súkklað í oysandi regni í einar tíggju tímar sigur søgan einki um.










