Í dýrdarveðri leygardagin var so nógv fólk, sum neyvan nakrantíð hevði verið í Kallsoynni í senn, savnað til avdúking og vígslu av minnisvarðanum á Syðradali. Tveir eldri syðradalsmenn avdúkaðu varðan. Biskupur vígdi hann, og viðareiðisprestur vælsignaði hann.
Arbeitt hevur verið miðvíst síðan á mikkjalsmessu 1997 við at fáa minnisvarðan á Syðradali á Kallsoynni upp at standa. Nú, sløk trý ár seinni, stendur ein prýðiligur varði norðanvert bygdina.
Minnisvarðan á Syðradali hevur Árni Ziska av Strondum gjørt. Sjálvur varðin er gjørdur úr føroyskum steini, sum komin er úr Kunoy. Økið uttan um er eisini lagt við føroyskum gróti, sum alt er tikið úr Norðoyggjum, sigur ein av stigtakarunum, Poulina Eliasen.
Á varðanum er mannaður bátur á síðuni, sum vendir móti sjónum. Hinumegin, niðan móti fjallinum, er ein røktingarmaður avmyndaður. Soleiðis eru bæði tey, sum fallin eru á landi, og tey, sum farin eru á sjónum, umboðað.
Lokalur íblástur
Á varðanum stendur ørindi 15 úr Sálmi 50 í Gamla Testamenti:
»Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!«
Poulina Eliasen sigur, at júst hetta ørindi var telgt í træplátu, sum hekk uppi í lugarinum á eini gamlari syðradalsslupp.
Í hálvringi rundan um sjálvan minnisvarðan standa nøvnini á teimum, sum farin eru av vanlukku. Støðið uttan um er lagt við malargróti, sum eisini er tikið ymsa staðni úr Norðoyggjum. Tað eru teir tríggir klaksvíkingarnir Esmar, Jóannes og Orla, sum hava gjørt hetta arbeiðið.
Gyrðingina rundan um økið hevur Mikkjal Joensen á Trøllanesi gjørt.
Minnisvarðin kostar 400.000,- krónur, nú hann stendur liðugur, sigur Poulina Eliasen. Og har er hvørt oyra goldið, leggur hon aftrat. Peningurin er fingin til vega við tiltøkum, gávum, føstum stuðlum og frá øðrum, sum latið hava.
Men tá prísur verður settur á, er ikki alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum lagt er í minnisvarðan, tikið við. Og tað er ikki smávegis, sigur Poulina Eliasen. Slíkt arbeiði kann ikki metast nóg høgt, og tí eiga tey øll somul eina hjartaliga tøkk uppiborna, sum tikið hava hond í fyri at fáa hesa hugsan gjørda til verk.
Poulina Eliasen sigur, at nú ætla tey at fáa ljós sett á økið, har minnisvarðin stendur. Næsta takið verður so at fáa pening til vega, soleiðis at ljósskipan kann gerast, sum sett verður í samband við gøtuljósini í bygdini, sigur hon.
Nógv fólk
Poulina Eliasen sigur, at tey rokna við, at eini 700-800 fólk vóru á Syðradali leygardagin. Og tað man vera eitt tað mesta, sum yvirhøvur hevur verið í oynni í senn, metir hon.
Strandferðslan gjørdi eitt gott arbeiði hendan dagin og syrgdi fyri, at allur flutningur gekk upp á stás. Ternan I var tvær ferðir fullsett á Syðradali, og Dúgvan var ein túr á Húsum. Eisini full av fólki. Soleiðis eydnaðist at fáa øll, sum ætlaðu sær, í Kallsoynna leygardagin. Umframt vóru so øll tey, sum komin vóru frammanundan, og sjálvandi tey, sum búgva í oynni.
Sjálvt hátíðarhaldið byrjaði við, at Asbjørn Lómaklett, syðradalsmaður í Klaksvík, beyð vælkomin.
Síðan varð sjófararsálmurin: »Guð signi vár fólk, har tað siglir og rør« sungin. Tveir gamlir skiparar, Jógvan Vilhelmsen og Símun Joensen, sum ættaðir eru av Syðradali, avdúkaðu sjálvan minnisvarðan.
Hans Jacob Joensen, biskupur vígdi varðan, og fólkið, sum samankomið var, sang yrkingina: »Hvør veit á morgni at siga« hjá Magnusi Høgenni. Hendan yrkingin varð gjørd í samband við eina bátsvanlukku í 1963, sum kravdi trý mannalív. Magnus Høgenni var tá lærari á Syðradali.
Síðan sang Klaksvíkskórið undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð, og Asbjørn Lómaklett helt røðu.
Eftir røðuna varð aftur sungið. Hesaferð: »Eg sigla man yvir lívsins hav«. Tá sálmurin var liðugur leikti Alfred Reines Hals, sum er hálvur føroyingur búsitandi í Noreg, á fiól.
Bjørn Kalsø, bygdarráðsformaður, helt síðan røðu, og Klaksvíkskórið sang aftur. Síðan talaði Dorius Johannesen, sum ættaður er av Syðradali, og sálmurin: »Takk Guð fyri alt, sum hendi« varð sungin.
Eisini fólk uttan fyri sóknina eru við á minnisvarðanum. Í 1960 druknaði ungur fuglfirðingur fyri Kleivini á Blankskála. Hann búði í Klaksvík og var á útferð í Kallsoynni. Systir hansara, Elsebeth Reines Hals, sum býr í Noreg, helt røðu. Síðan talaði ein av fyrireikarunum, Poulina Eliasen.
Viðareiðisprestur, Meinhard Bjartalíð, las Faðirvár og vælsignaði minnisvarðan á Syðradali, áðrenn Tjóðsangurin at enda varð sungin.
Tá hátíðarhaldið við minnisvarðan, sum vardi einar tveir tímar, var av, fór alt fólkið suður í bygdina, har allar dyr stóðu opnar.
Soleiðis sum leið út á dagin, flutti Ternan I gestirnar av aftur oynni til Klaksvíkar, haðani teir síðan aftur til hallar heim mundu venda, og hvør helt leið at síni vrá. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.
Yvirhálað
Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:
? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.
jh