fiskavirki og seks ísfiskatrolarar, so loysa tvey av pørunum, áðrenn dagurin í dag er lokin. Tað eru Bakur og Stelkur og Heykur og Falkur. Anfinnur Olsen, stjóri í nýggja samtakinum, sigur, at manning er [...] sýnast av Skipaeftirlitinum, áðrenn tað kann loysa aftur til fiskiskap. Hann væntar, at sýnið fer fram í dag og gongst, sum ætlað, skuldu Rókur og Lerkur eisini verið klárir at loysa í dag ella í morgin. Skipini [...] nýggja samtakið keypti skip og virkir, varð sagt, at skipini fyrst skuldu fáast aftur til fiskiskap, meðan virkini bíða eitt sindur. Anfinnur Olsen sigur, at felagið fer at hyggja upp á virkini, tá skipini
men Skipara- og Navigatørfelagið hevur nú gjørt vart við, at øll strandfaraskipini, og sostatt eisini tað um Leirvíksfjørð, hevur undantaksloyvi at sigla við sjúklingum og læknum og at hetta tí ikki longur [...] hava vanliga løn tað tíðina, skipið átti at siglt eftir ferðaætlanini og at gjaldið fyri tilkalling er bara galdandi um kvøldið og um náttina, tá ið skipið annars liggur. Og nú Skipara- og Navigatørfelagið [...] samstundis lýst við, at Teistin og Ternan høvdu undantaksloyvi at røkja sjúkraflutning um ávikavist Skopunarfjørð og Vestmannasund. Men nú hevur Skipara- og Navigatørferlagið eisini lýst, at øll skipini hava
Klaksvík, fara at hoyrast. Og tá er møguleiki fyri, at skaðin fer at verða stórur fyri føroyska samfelagið. Men tað krevur dirvi og mót og breiðan politiskan rygg at skipa fiskivinnuna soleiðis, at hon sleppur [...] beinanvegin at syrgja fyri, at hetta ikki skal verða møguligt. Politiska nýggjárið verður í morgin. Løgmaður fer at líta aftur á tað farna og seta út í kortið, hvat landsstýri og samgonga ætla. Tað hevði tænt [...] verður altíð at skipa so fyri, at samfelagsúrtøkan í fiskivinnuni verður so stór, sum tað á nakran hátt ber til, og at tað politiskt skal bera til at umbýta av virðini. Gjøgnumskygni, prospekt og mong onnur
pláss er fyri teimum at ganga. Men Jógvan á Lakjuni ásannar samstundis, at tað sjálvandi ikki ber til at noyða nakran, ið eitt nú ætlar sær á Handilsskúlan í Havn at fara til Suðuroyar at ganga á studentaskúla [...] Eins og í fjør fara at kalla allir miðnámskúlarnir í Føroyum komandi skúlaár at hava væl fleiri næmingar enn undanfarin ár. Í fjør hevði Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum eitt nú tørv á eini eykajáttan [...] kring landið eru samdar um, at orsøkin til mongu umsóknirnar seinastu tvey árini er, at árgangurin, ið fer úr fólkaskúlanum er so stórur. Á Mentamálaráðnum verður sagt, at tey fyri langari tíð síðan hava
leiðslu, um tað er politiskur vilji til tað. Kortini viðmerkir hann, at í dag eru leiðslur á øllum trimum sjúkrahúsunum, og hann heldur, at framyvir fer tað eisini at vera brúk fyri leiðslum til at hava ábyrgd [...] sjúkrahúsinimillum, uttan at skula fara í Løgting at biðja um loyvi til tað. - Hetta kann verða aktuelt um tað eru broytingar í virkseminum á teimum trimum sjúkrahúsunum í árinum, ið gera, at sjúkrahúsini, hvørt [...] til hindurs fyri at leggja tey trý sjúkrahúsini saman undir felags leiðslu og undir felags játtan á fíggjarlógini. Aksel V. Johannesen, landssýrismaður í heilsumálum staðfestir, at tað er onki í lógini
koma av aftur bíðilistanum og verða býttir sundur ímillum sjúkrahúsini. Sirið Stenberg sigur, at ein máti er at gera á sama hátt, sum tað verður gjørt við sjúklingum, sum verða sendir til serviðgerð uttanlands [...] vísing. Tað merkir, at allir sjúklingar, sum skulu á sjúkrahús, verða settir á ein og sama bíðilista. Sum støðan er nú, hava tey trý sjúkrahúsini hvør sín bíðilista. Ein avleiðing av tí er, at tey smáu [...] tað einasta rætta er at vit fáa ein felags bíðilista tí tað kann stytta bíðitíðina til fleiri viðgerðir og samstundis er tað eitt stórt stig á leiðini at gagnnýta sjúkrahúsini betri, sigur Sirið Stenberg
sigur, at tí noyðist Løgtingið at taka eitt kjak um, hvussu hetta skal leggjast til rættis. Og hann er sannførdur um, at tað ber ikki at til at fíggja alt hetta á fíggjarlógini og tí verður tað neyðugt [...] vísir á, at landskassin tekur kringvarksgjald frá fólki, sum er markað til Kringvarpið, og landskassin tekur gjald frá fólki til Heilsutrygd og tað fer eisini til Heilsutrygd. – Er tað so rímiligt, at allur [...] eru so dýrir, at tað má vera ein samhaldsføst loysn, har allir verða lagdir saman og fíggja hvønn annan. Johan Dahl sum er úr Sambandsflokkinum, sigur, at tað slepst ikki undan, at brúkaragjøld verður
Hann sigur, at tað gott út í morgun, tí tað var ikki tað óveðrið, sum var fráboðað. Men so brast hann á sum út einum byrsuskoti og tí er samferðslan innanlands hildin upp at. Hann sigur, at tað vindurin er [...] metrar um sekundið, og tá er hvørki koyrandi ella siglandi. Enn er óvist, nær samferðslan kemur í rættlag, men tað verður so skjótt tað er ráðiligt, sigur hann. Teistin hevði tveir og ein hálvan tíma úm [...] tí teir lógu bakk, og Smyril hevur bara siglt norður í morgun og siglur ikki suður aftur fyrrenn klokkan 21, virðar tað tá. Myndina hava vit fingið sendandi úr Vági, har himmal og hav stendur í einum
sum kann lesast niðanfyri. Tað var flaggdagin, týsdagin, at farið varð undir at leggja rør í og at fylla grót í Sundsá. Arbeiðið varð kortini steðgað beinavegin, og við in.fo mikumorgunin segði Turið Horn [...] hjá Tórshavnar kommunu, at ætlanin skuldi broytast. Áin skuldi varðveitast, og at samgongn sama dag á fundi fór at viðgera, hvat gerast kundi við grótið í staðin fyri at fylla tað í fjøruna á Sundi. Bogi [...] tað er ikki ein góð farleið at sigla frá Hvítanesi til Tórshavn, har tað kann vera óslætt at sigla um veturin. Triðji møguleikin er at koyra grótið niðan á Sund, og fylla tað út á sjógv eystan fyri verðandi
Miðvági. Hann heldur, at tað ræður um at fáa sum mest burtur úr játtanini til eldraøkið. Hann heldur somuleiðis, at tað, vit kalla heimahjálp, er at kalla ikki til. - Orsøkin til tað er, at vit brúka pengarnar [...] havi sagt tað áður: Tað einasta rætta er at steingja sambýli og ellisheim. Finnur Johansen sigur, at verður tað gjørt, hevur Nærverkið einar 150 milliónir krónur afturat at arbeiða við. - Tað fáa vit nógva [...] - Tað einasta rætta er, at øll ellisheim og øll eldrasambýli í Føroyum, verða stongd. Tað heldur Finnur Johansen, formaður í pensjonistafelagnum í Havn, og nevndarlimur í Landsfelagnum hjá pensjonistunum