Øll skikkað sleppa á miðnámsskúla

Aftur í ár hava ov nógvir skikkaðir næmingar søkt um at sleppa á miðnámsskúla at ganga komandi skúlaár, men fíggjarlógin fyri 2006 er nakað hægri enn í fjør, og tess vegna sleppa allir skikkaðir næmingarnir á miðnámskúla. Spurningurin er einans  er pláss á skúlunum fyri næmingunum?

Eins og í fjør fara at kalla allir miðnámskúlarnir í Føroyum komandi skúlaár at hava væl fleiri næmingar enn undanfarin ár. Í fjør hevði Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum eitt nú tørv á eini eykajáttan fyri at taka ímóti øllum teimum skikkaðu næmingunum, á HF-skeiðnum í Klaksvík stóðu 19 á bíðilista, harav bert tveir næmingar sluppu inn á skúlan og á Handilsskúlanum í Havn, var plásstrot ein stórur trupulleiki:
 
- Vit tóku tveir flokkar inn á HH í fjør, men høvdu umsóknir frá skikkaðum næmingar til heilar tríggjar flokkar. Nøkur avboð komu sjálvandi, men at enda vóru vit hóast hetta noydd til at vísa burtur fimta hvørjum skikkaðum næmingi, sigur Olav Absalonsen, inspektørur á HH-skeiðnum á Handilsskúlanum.
 
Skúlaleiðslurnar kring landið eru samdar um, at orsøkin til mongu umsóknirnar seinastu tvey árini er, at árgangurin, ið fer úr fólkaskúlanum er so stórur. Á Mentamálaráðnum verður sagt, at tey fyri langari tíð síðan hava tikið hædd fyri stóru árgangunum:
 
- Vit hava hugsað um hetta í fíggjaruppskotinum 2006. Enn vita vit tó ikki við vissu, um pengarnir, ið eru játtaðir, røkka til. Men næmingatalið er á leið tað sama, sum í fjør, so fíggjaruppskotið átti at rokkið, sigur Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum.
 
Á Mentamálaráðum vátta tey somuleiðis, at fíggjarlógin fyri 2006 er væl hægri í ár enn í fjør. Játtanin til miðnámskúlarnar í 2005 var 12.5693 milliónir, men í ár er hon 13.2486:
 
- Við hækkingini er rúm fyri fleiri flokkum næsta skúlaár, men eisini lønarhækkingum. Somuleiðis arbeiða vit av álvara við at útbyggja fleiri skúlar, men løgtingið hevur endaliga orðið hesum viðvíkjandi, leggur Eyðbjørn Poulsen afturat.
 
Olav Absalonsen váttar, at hóast peningatrupulleikin nú er loystur, er plásstrot avgjørt aftur í ár ein trupulleiki á Handilsskúlanum í Havn.
 
Jógvan á Lakjuni landstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum er samdur í hesum:
- Plásstrot er altíð ein afturvendandi spurningur. Serliga á Handilsskúlanum í Havn. Men vit fara at royna at lata vera við at kroysta fleiri enn 24 næmingar inn í hvønn flokk  sjálvandi kann tað altíð koma fyri, at ein ella tveir næmingar eru til avlops, men sum heild er nóg mikið av peningi játtaðir í ár.
 
Somuleiðis staðfestir Jógvan á Lakjuni, at landsstýrið arbeiðir við útbyggingum á Handilsskúlanum í Havn:
- Men hetta er ikki ein knútur, vit fáa loyst við útbyggingum í ár.
 
John Johannesen, limur í mentanarnevndini í løgtinginum, sigur, at í ár er eingin trupulleiki at hýsa øllum skikkaðu næmingunum á miðnámsskúlunum í Føroyum:
 
- Um plásstrot verður á onkrum skúla, verða teir næmingarnir, ið ikki sleppa á henda skúlan, bodnir á annan miðnámsskúla, har pláss er fyri teimum at ganga.
 
Men Jógvan á Lakjuni ásannar samstundis, at tað sjálvandi ikki ber til at noyða nakran, ið eitt nú ætlar sær á Handilsskúlan í Havn at fara til Suðuroyar at ganga á studentaskúla, bara tí har til pláss.