LOYSA AFTUR
Gongst, sum ætlað hjá nýggja felagnum, sum nú eigur fýra fiskavirki og seks ísfiskatrolarar, so loysa tvey av pørunum, áðrenn dagurin í dag er lokin.
Tað eru Bakur og Stelkur og Heykur og Falkur.
Anfinnur Olsen, stjóri í nýggja samtakinum, sigur, at manning er fingin til øll skipini, og hetta er í stóran mun sama manning, sum var við skipunum undir gomlu eigarunum.
- Vit hava fingið fatur á øllum skiparunum aftur, eins og yvirmenninir í aðrar mátar at kalla eru teir somu. Sama er við manningini. Onkur einstakur maður hevur fingið annan kjans og er farin við øðrum skipi.
Stjórin í nýggja samtakinum sigur, at Rókur og Lerkur, sum eru triðja parið, væntandi eisini loysa, áðrenn hendan vikan er úti.
- Rókur, sum partrolar saman við Lerki, fekk eina umvæling, meðan gomlu eigararnir áttu skipini. Skipið er klárt, men skal sýnast av Skipaeftirlitinum, áðrenn tað kann loysa aftur til fiskiskap.
Hann væntar, at sýnið fer fram í dag og gongst, sum ætlað, skuldu Rókur og Lerkur eisini verið klárir at loysa í dag ella í morgin.
Skipini fyrst
Tá nýggja samtakið keypti skip og virkir, varð sagt, at skipini fyrst skuldu fáast aftur til fiskiskap, meðan virkini bíða eitt sindur.
Anfinnur Olsen sigur, at felagið fer at hyggja upp á virkini, tá skipini eru komin útaftur.
- Beint í løtuni kann eg ikki siga, nær fyrstu virkini lata uppaftur, men hesum partinum fara vit at taka okkum av, nú skipini hava lagt frá bryggju, sigur stjórin, Anfinnur Olsen.