Avhendanin av áhugamálunum hjá Føroyagrunninum í Klaksvík hevur vakt stóran ans. Kenslurnar hava verið nógvar og turbolensurin stórur. Veruleikin er, at nevndin í Føroyagrunninum formelt einki skeivt hevur gjørt, og sjálvandi hava keypararnir heldur einki skeivt gjørt. Handilin er avgreiddur sambært ásetingunum, og harvið verður tað.
Men hetta millumspælið í einskiljingargongdini ber nógvar spurningar við sær, sum tað ikki slepst undan hjá politiska myndugleikanum at fyrihalda seg til og at taka støðu til, og tað hastar.
Mest prinsipielli spurningurin er, hvussu tað kann fyribyrgjast, at fiskidagarnir og fiskikvoturnar, sum eru ogn Føroya fólks, fara á fremmandar hendur. Møguleikin fyri hesum økist hvønn dag, og umvegis strámenn sigst hetta longu vera veruleiki.
Neyvan nakar er ósamdur í, at tað er og verður ógvuliga óheppið, um ognarrætturin til búskaparliga grundstøðið undir Føroyum endar uttanlands. Tí er neyðugt hjá politiska myndugleikanum nú beinanvegin at syrgja fyri, at hetta ikki skal verða møguligt.
Politiska nýggjárið verður í morgin. Løgmaður fer at líta aftur á tað farna og seta út í kortið, hvat landsstýri og samgonga ætla. Tað hevði tænt politiska myndugleikanum til stóra æru, um tað varð sett sum aðalmál, at nú skal skil fáast á hesum viðurskiftunum.
Um sleppast skal undan hóttanini uttanífrá, so verður neyðugt at spola aftur til tíðina, tá ið fiskidagaskipanin upprunaliga sá dagsins ljós. Síðani tá er nógv farið fram, sum tað tá ikki bar til at ímynda sær skuldi gerast veruleiki.
Tað eru teir og tey, sum hava skorað kassan upp á at selja ogn Føroya fólks. Soleiðis er tað í okkara samfelagsskipan. Uppgávan hjá myngudleikanum verður altíð at skipa so fyri, at samfelagsúrtøkan í fiskivinnuni verður so stór, sum tað á nakran hátt ber til, og at tað politiskt skal bera til at umbýta av virðini.
Gjøgnumskygni, prospekt og mong onnur fín orð tykjast vera vorðin gandaamboð. Um alt skal gjøgnum alla hesa mylluna, er spurningur, sum einki eintýðugt svar finst uppá. Men tað er ikki sum at siga tað at spola aftur til fyrrapartin av níti árunum.
Tá varð skipanin konstruerað við tí fyri eyga, at vinnan skuldi fáast aftur á føtur. Flotin lá allur sum hann var svínabundin, og tað ráddi um at birta uppundir. Hóast tað síðani hava verið kambar og aldudalar, so eru viðurskiftini normaliserað. Tí er neyðugt eisini at taka tað takið, sum ber við sær, at ásetingarnar viðvíkjandi fiskidøgunum og kvotunum verða normaliserað, og tað er eitt ódnartak. Tað er alneyðugt at byrja rætt, um endin skal verða góður.
Landið eigur prinsipiella rættin til kvotur og dagar. Loyvishavararnir hava fingið loyvini fyri avmálda tíð. Politikararnir eiga at álvara at umhugsa, um tann stundin ikki er komin til handa, tá ið teir leggja soleiðis til rættis, at kvotur og dagar verða alment seld, og at vinningurin av tí selda fer í kassan hjá teimum, sum eiga, og tað eru skattgjaldararnir og føroyingar allir.
Um greiða ikki verður fingin á hesum í næstu tingsetu, so er stórur møguleiki fyri, at brestir frá nógv størri bumbum enn henni, sum brast í Klaksvík, fara at hoyrast. Og tá er møguleiki fyri, at skaðin fer at verða stórur fyri føroyska samfelagið. Men tað krevur dirvi og mót og breiðan politiskan rygg at skipa fiskivinnuna soleiðis, at hon sleppur burturúr skuggunum frá kreppuloysnunum fyrrapartin av níti árunum! Tíðin fer at prógva, um teir, sum í morgin fara at ganga í skrúðgongu, hava viljan og áræðið, sum tað verður neyðugt at vísa.