Øll sjúkrahúsini undir somu leiðslu

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum umrøður nú møguleikan at leggja øll tey trý sjúkrahúsini undir somu leiðslu og undir somu játtan á fígjarlógini. Nú nevndin viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur hon spurt landsstýrismannin í Heilsumálum um nakað er til hindurs fyri at leggja tey trý sjúkrahúsini saman undir felags leiðslu og undir felags játtan á fíggjarlógini.

Aksel V. Johannesen, landssýrismaður í heilsumálum staðfestir, at tað er onki í lógini, sum forðar fyri hesum.

- Tað ber til at skipa sjúkrahúsini undir einari høvuðskontu við trimum undirkontum, svarar hann fíggjarnevndini.

Hetta merkir, at landsstýrismaðurin fær heimild til at flyta pengar ímillum tey trý sjúkrahúsinimillum, uttan at skula fara í Løgting at biðja um loyvi til tað.

- Hetta kann verða aktuelt um tað eru broytingar í virkseminum á teimum trimum sjúkrahúsunum í árinum, ið gera, at sjúkrahúsini, hvørt í sínum lagi, hava tørv á meir- ella minni játtan.

- Hetta vil eisini gera tað møguligt, at skipa virksemið liðiligari á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Aksel V. Johannesen sigur, at eftir lógini hevur hann eisini heimild at leggja øll sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, um tað er politiskur vilji til tað.

Kortini viðmerkir hann, at í dag eru leiðslur á øllum trimum sjúkrahúsunum, og hann heldur, at framyvir fer tað eisini at vera brúk fyri leiðslum til at hava ábyrgd fyri tí rakstri, ið til eina og hvørja tíð er á sjúkrahúsunum.

- Hinvegin kann eisini hugsast, at tað kann blíva talan um endurgjaldskrav um til dømis sjúkrahússtjórar á sjúkrahúsunum verða settir undir aðra sjúkrahúsleiðslu so at tignin í teirra starvi verður broytt til eina lægri tign. Tveir av sjúkrahússtjórunum er settir tænastumenn, og hava tey rættindi, sum tænastumannalógin gevur teimum. Hin triði er áramálssettur, og hevur tey rættindi, ið tann avtalan regulerar.