Sandoy. Sum ung genta búði hon eitt tíðarskeið í Havn, har hon arbeiddi á Kondittarínum. Seinni giftist hon til Klaksvíkar, har hon og maður hennara valdu at seta búgv. Gumma var eitt gott og deiligt menniskja [...] um hana. Hon giftist við einum av okkara ommubeiggjum og varð harvið rópt gumma av allari familjuni. Vit komu at búgva tætt við hennara heim; og hava síðan vit dugdu at ganga, runnið oman til hennara. Altíð [...] megnaði at fylla 80 ár, áðrenn hon fór heim til Jesus. Hóast 80 ár, sást tú ikki á gummu, at hon hevði livað í so nógv ár. Hon var so frísk og lívsglað, líka til sjúkan tók ræði á henni fyri einum ári síðan
Elisabeth, f. Poulsen, av Eiði. Jensia giftist 14. desember 1948 í Havn við Simon Christensen frá Sønder Onsild í Danmark. Tey búðu í Føroyum til 1952, tá fluttu tey til Dalegade 24 í Fredericia, har tey framvegis
lærari í Klaksvík fram til í 1987, tá ið hann fór úr starvi. Hann er framvegis byrgur og sæst ofta við súkkluni á veg heim í býin ella út eftir Oyravegnum. Ofta er hann eisini á ferð til og úr høvuðsstaðnum [...] árini var hann lærari í Bø og í Gásadali, eitt stutt skifti var hann lærari í Leynum, og frá 1950 og til í 1956 starvaðist hann í Norðdepli. 1. september í 1956 varð hann settur í fast starv í Klaksvík, har [...] meðan hann var lærari. 1977?78 hevði hann verið á ársskeiði á Føroya málsdeildini, og síðani las hann til exam. art í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Seinni fór hann undir høvuðsgreinalestur
Vágsheygnum. Verkstaðurin POMEK heldur nú til í reyðu høllini uppi við Borðoyarvík og ikki er frítt, at Petur Ove enn er at síggja á verkstaðnum. Petur Ove giftist í 1949 Ragnhild, dóttir Jógvan Segl og Henriettu [...] november, fyllir Petur Ove Ellingsgaard í Klaksvík 80 ár. Petur Ove er ættaður av Eiði og flutti í 1941 til Klaksvíkar, har hann byrjaði í læruplássi á sleipistøðini hjá J. F. Kjølbro. Eftir lokna lærutíð sum [...] maskinmaður, sigldi hann í mong ár sum meistari við skipum hjá Kjølbro, t.d. við Skálabergi, ið kom til Klaksvíkar í 1956. Stutt eftir at Kjølbro fyrst í sekstiárunum keypti Pride og setti hann í fasta rutu
Ferðast víða bæði innan- og uttanlands. Taka í móti gestum aftur. Eru til veitslur og samkomur víða um. Okkurt bingokvøld verður tað til av og á. Og so ikki at gloyma hondbóltin. Tó her er tað mest Marna [...] elsta á landsliði onkuntíð. Fyrr varð koyrt út á Skála og til Havnar at hyggja at dystum. Men nú er tað so høgligt. Nú hava tey fingið ítróttarhøll til granna, so tað liggur væl fyri. Kappróðurin er ikki heilt [...] einum flokki upp á fýra. Vaksin upp í krígstíð upplivdi hon eisini ófrið á Tvøroyri og fór so eina tíð til ommuna og abban í Sumba at vera. Ein tíð, hon tosar nógv um. Metir líkasum Sumba at vera sín annan
ábyrgdina av Ráðgevaranum, sum hevur eitt orð úr skriftini til hvønn dagin í árinum umframt upplýsingar, sum hoyra til allar álmanakkar. Victor giftist 11. oktober í 1986 við Gunnleyg Kallsberg úr Klaksvík [...] Við síni vinnandi medferð og so skjótur, sum hann er at lofta sær í vendingini, hoyrir Victor við til býarmyndina í Klaksvík, har hann hevur búð alla sína tíð. Victor er sonur Karlu og Dánjal Dánjalsson [...] á Hafnafirði í Íslandi og Eydna, sum býr í Norðragøtu. Victor gekk í faðirsins fótasporum og lærdi til blikksmið hjá Erlingi Høgnesen, sum átti Norðoya Blikksmiðju. Seinni arbeiddi Victor hjá pf. Theodor
hon til Danmarkar á húsarhaldsskúla og tænti seinni hjá kendum donskum rithøvunda. Hon kom heim aftur í 1948 og fekk arbeiði í skóbúðini hjá Jóan Jakku í Havn, har hon var í mong ár. Í 1950 giftist Sólveig
gamal fór Theodor til skips. Tey fyrstu árini sigldi hann sum dekkari og síðani sum motormaður. Eftir at hava siglt í nøkur ár keypti hann sær ein deksbát, sum hann hevði í eina tíð, til hann fekk sær handil [...] at tað var hann ov gamal til. Báturin er nú 25 ára gamal og enn er Theodor einsamallur á floti nærum hvønn dag, tá ið veður er. Hann hevur havt nógvar góðar avreiðingar til fiskamarknaðin í ár. Nú ið [...] børn. Eisini hevur hann verið fastur gestur í missiónshúsinum, sum hann eisini var við til at byggja. Theodor giftist við Nenceu og tey fingu 10 børn, 5 gentir og 5 dreingir sum øll búgva i Vágum.
blikksmiðjur í 1962, hann lærdi hjá Niels Juul Arge. Síðan arbeiddi hann sum sjálvstøðugur í nøkur ár, til hann bleiv settur sum vatnmeistari hjá Klaksvíkar Kommunu. Páll hevur stóran áhuga í seyði. Á hvørjum [...] hann verið úti í Hattarvík og hjálpt Hanusi, bóndanum, við at ganga á fjall og at fletta. Í 1966 giftist Páll við Eydnu, f. Justesen, dóttir Onnu og Hans Jacob Justesen í Klaksvík. Eydna og Páll eiga fimm
og fór sum 14 ára gamal til skips. Á heysti 1939 fór hann til Danmarkar á Haandværkerhøjskolen í Haslev. Undir krígnum var hann í Danmark og í Týsklandi. Hann kom heim aftur til jóla í 1946. Eftir tað koyrdi [...] 1970 fekk hann koyriloyvi á bilstøðini Auto í Havn og koyrdi har til 1993, tá hann mátti gevast, tí eyguni vóru farin at bila. Sverri giftist í 1949 við Ingeborg, f. Olsen, av Deild í Vestmanna. Tey hava [...] koyrdi hann hýruvogn í Havn, til hann í 1949 kom at arbeiða á bilverkstaðnum hjá Sigird av Reyni í Rættará. Í 1952 gjørdi hann sveinaroynd sum bilmekanikari og arbeiddi nógv ár í Rættará, har hann eisini