Jensia er fødd í Havn. 8. november 1923. Foreldrini vóru Mourits E. Jacobsen úr Kaldbak og Elisabeth, f. Poulsen, av Eiði.
Jensia giftist 14. desember 1948 í Havn við Simon Christensen frá Sønder Onsild í Danmark. Tey búðu í Føroyum til 1952, tá fluttu tey til Dalegade 24 í Fredericia, har tey framvegis búgva. Tey eiga tvey børn, fimm ommu- og abbabørn og trý langommu- og langabbabørn.
Meðan tey búðu í Føroyum, spældi Simon fótbólt við HB. Hann verður 80 ár 9. januar komandi ár.