útslitið lagt fyri býráðið til góðkenningar. Á fundi mikukvøldið, samtykti býráðið einmælt at taka undir við ætlanini. At talan veruliga er um eitt víttfevnandi og framskygd dygdarverk gekk sjón fyri søgn, tá [...] ákoyrdur av bili, sum koyrir 40 km um tíman, er møguleikin fyri at hann doyr, 30%. Men koyrir bilurin 50 km um tíman, er møguleikin heili 80% fyri at hann doyr. Tá ið bussar koyra ígjøgnum býin, skulu teir [...] eftir bussinum. So vítt vit vita, er hetta fyrstu steðgipláss av hesum slagi í landinum. Ígjøgnum býin skulu sjey slík steðgipláss gerast. Hesi plássini minka munandi um vandan fyri ferðsluóhappi afturímóti
møguleikum hjá næmingunum til at mennast. Tað er ikki ov nógv sagt, at tá ið tað kemur til at skapa góðar karmar fyri einum góðum undirvísingarverki, so hevur okra kommuna gingið á odda. Hetta kemst sjálvandi [...] tey undanfarnu ættarliðini hava stríðst og knógvað fyri. Teimum, ið hava búleika her á staðnum og lagt lunnar undir tað støðið vit hava i dag, vilja vit veita góð kor nú teirra arbeiðsorka er farin at vikna [...] hugsan til sín, men vandi er í hvørjari vælferð. Soleiðis eisini her. Tí fara okur at standa á odda fyri at geva fólkaskúlanum bestu umstøður at arbeiða undir, soleiðis at øll okra børn hava somu møguleikar
fer at skapa øsing og rumbul, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni. Hetta fer at skapa ósemju í Suðuroynni um barnaverndaravtaluna, men tað fer eisini, at elva til rumbul í Sandoynni og fer at skapa split ímillum [...] Barnaverndir Tað einasta, vit fáa burturúr hesum her, er at seta split í og at skapa rumbul. Bygdaráðslimir í Hvalba eru sera misnøgdir við, at Tvøroyrar Býráð av sínum eintingum hevur bjóðað sandingum [...] í allari Suðuroynni. Allar kommunurnar í Suðuroy samdust herfyri um at gera eina felags barnavernd fyri alla oynna og at samstarva um barnavendarøkið. Men nú tað kom fram, at Sands Kommuna ikki vildi upp
ein maður, so var tunnulin fyri fleiri árum síðani veruleiki. Somuleiðis kundu vit spurt? Hví skulu vit nú fara at byggja tvær stórar og kostnaðarmiklar havnir út í Suðuroy? Vit suðuroyingar kunnu væl saktans [...] lyftið hava vit suðuroyingar fyri nógvum árum síðani fingið lovað frá øllum politiskum flokkum. Standa vit suðuroyingar ikki saman, saman óansæð politikk, bygdaklandur og uppruna. Ja, so tapa vit og verða [...] jarðfrøðisliga ein long og smøl oyggj. Vit liggja longst vekk frá øðrum oyggjum. Og eru tí í eini ella aðrari serstøðu. Vit eru mangan í andstøðu við restina av Føroyum, tí vit onkursvegna kenna okkum gloymdan
at hugsa okkum, hvussu stórt tað er, sum vit eru á veg inn í. Tí nyttar onki at vit eru so snævurskygd, at vit ikki røkka útum havnamerkini á Tvøroyri. Tað eru vit ov smá til. Og eg eri fullvísur í, at [...] vinnulívið á Tvøroyri fyri at vita, hvat tað hevur at bjóða oljuvinnuni. Samstundis skal felagið kann eftir, akkurát, hvat oljuvinnan hevur brúk fyri. Tvs, at sum frálíður fáa vit eitt vinnulívskort sum [...] seg saman í ein felagsskap sum skal arbeiða fyri at koma vinnulívinum á Tvøroyri upp í part, um oljuvinnnan tekur seg upp. Tað var Tvøroyrar Býráð sum fyri hálvum øðrum ári síðani eggjaði vinnulívsfólki
málum, ið skapa karmar um støðugt vaksandi virksemi. Malta hevur 78 tvískattasáttmálar, Isle of Man 21, Guernsey 14 og Jersey 13. Føroyar hava allar fortreytir fyri at skapa líknandi karmar um blómandi [...] stimbrandi karmar hjá vinnulívinum skapa arbeiðspláss og fíggjarligan dynamikk í búskapinum. Tá vinnan vinnur, vinna vit øll. Við einum stimbrandi vinnulívi, ið hevur góðar og tryggar karmar at virka undir [...] gjørt Føroyar til: Vitunar- og menningardepil fyri KT-vinnu, Maritiman miðdepil hjá altjóða flutningsvinnu, Ein týðandi bera undir oljuídnaði uttan og innan fyri føroyska markið, eins og Føroyar og náttúran
men tað krevur, at vit hava í øllum førum tvey starvsfólk, sum fáast við at fóðra hann við tilfarið, so har altíð hevur nakað nýtt, kreativt og alternativt at bjóða, og fyri at skapa eina ávísan dynamikk [...] kundi verið nógv betur. - Vit eiga at vísa næmingunum og samfelagnum størri virðing, við at fáa tíðarhóskandi undirvísingartilfar. Eg frykti, at annars er vandi fyri, at vit mugu fara yvir til útlendsk [...] Tíverri mugu vit næstan hvønn dag takka nei til áheitanir frá lærarum og øðrum, sum hava hug og førleika til at framleiða dygdargott undirvísingartilfar, tí játtanin røkkur ikki til alt tað, sum vantar
er veruliga nakað fyri meg. Mær dámar so væl at syngja og spæla sjónleik, so hetta var bara perfekt fyri meg. Hvussu er ein upptøkuroynd? Edith – vit vóru býtt í tríggjar bólkar. Vit vóru umleið 20 í hvørjum [...] skuldu vit inn til Jákup Weihe og Mikkjal Helmsdal, har ið vit skuldu ígjøgnum eina sjónleikararoynd. Har gjørdu vit ymiskar venjingar, sum vístu um sjónleikur lá inni í okkum. Aftaná tað skuldu vit inn til [...] sum Jóna Thomsen stóð fyri. Hon hevði gjørt eina koreografi, sum vit øll skuldi læra. Og at enda skuldu vit inn til eina sangroynd sum Sigrid Sivertsen og Hans Oliver Hansen stóðu fyri. Minnast tit yvirhøvur
klaffum. Myndabókin ‘Mimbo Jimbo og tann langi veturin’ eftir Jacob Martin Strid spreingir allar karmar fyri, hvussu ein myndabók vanliga er. Bókin kundi eisini verið skýrd ein tekstbók við nógvum myndum [...] er heitið á nýggju bókini eftir Elini á Rógvi, sum í fjør fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri bókina Og mamma! og sum í ár var tilnevnd Norðurlendsku barnamentanarvirðislønina. Útvarpsleikurin [...] ymiskar og eisini ætlaðar børnum í ymiskum aldri og ungum. ‘Øll geipsa’ er ein klaffabók til smábørn. Vit vita øll, hvussu illa eitt geisp smittar, og ja, í hesu bókini geispa øll tey lítlu dýrini, tí tað
eru tvey tey fyrstu tilboðini klár. Hvussu gera vit, tá fysiska nærveran ikki er ein møguleiki, og vit øll eru tvungin at halda fjarstøðu? Kunnu vit skapa eitt annað slag av nærveru og kanska gera fjarstøðuna [...] setti sær fyri – hann setti spegilin upp fyri okkum, so vit varnaðust dáran, sum hekk fastur í ávísum fatanum, sum annars høvdu verið óbroytiligar, óreingiligar … hann setti spegilin upp fyri okkum og læt [...] fjákalótum og dyggum eginleikum. Hann setti sama spegil upp fyri okkum í Føroyum fyri hálvari øld síðan, sum leikhøvundar og leikstjórar hava sett upp fyri mentanir allastaðni í heiminum í øldir við júst sama