Tvøroyri - tað ber til

Lesur tú bløðini varnast tú skjótt, at ein av høvuðstrupulleikunum í teimum størru kommununum er ansingarmøguleikar til børn. Miðvísi politikkurin, sum Ásla Jespersen, sála, slóðaði fyri á hesum øki, hevur borið frukt, soleiðis, at okur í dag kunnu bjóða øllum barnafamiljum í kommununi góða barnaansing antin í barnagarði ella dagrøkt.

 

Páll Michelsen

Valevni javnaðarfloksins á Tvøroyri.


Tá ið børnini eru komin í skúlaaldur hava okur nakrar av teimum bestu karmunum at bjóða teimum. Eitt vælútbygt skúlaverk við góðum møguleikum hjá næmingunum til at mennast. Tað er ikki ov nógv sagt, at tá ið tað kemur til at skapa góðar karmar fyri einum góðum undirvísingarverki, so hevur okra kommuna gingið á odda. Hetta kemst sjálvandi av, at ein av grundhugsanunum í javnaðarhugsjónini er jú, at okur skulu hava eitt vælútbúgvið fólk, og at øll skulu hava somu møguleikar til at nema sær kunnleika, óansæð stætt og fýggjarligu møguleikar foreldranna. Saman við ynskinum um arbeiði til allar hendur er eitt av høvuðsmálum okra, ein góð útbúgvingarskipan við somu møguleikum til øll, óansæð stætt. Tað er gleðiligt at ásannað, at stórt sæð allir flokkar í dag hava tikið hesa hugsan til sín, men vandi er í hvørjari vælferð. Soleiðis eisini her. Tí fara okur at standa á odda fyri at geva fólkaskúlanum bestu umstøður at arbeiða undir, soleiðis at øll okra børn hava somu møguleikar til lærdóm og útbúgving.

Eisini vita okur, at tann menning ið verður á staðnum byggir á tað, tey undanfarnu ættarliðini hava stríðst og knógvað fyri. Teimum, ið hava búleika her á staðnum og lagt lunnar undir tað støðið vit hava i dag, vilja vit veita góð kor nú teirra arbeiðsorka er farin at vikna. Arbeiðast má fram í móti at eldrarøktin og umstøðurnar hjá teimum eldru gerast betur. Javnaðarflokkurin vil altíð standa sum tann flokkur, ið vil tryggja teimum eldru góð kor. Sum valevni javnaðarfloksins fari eg at streingja á, at arbeiði heldur fram at útvega teimum eldru lættastu og bestu liviumstøður.