Á Tvøroyrar Býráð er eru tey í fullari ferð við at leggja framtíðina til rættis.
Og tað gera tey við ætlanum, sum bæði eru stórar og slóðbrótandi.
Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar Býráð nú lagt eina stóra um umfatandi ferðslutrygdarætlan, sum skal gera Tvøroyri til ferðslutryggasta pláss í landinum.
Hetta hevur ongin kommuna í Føroyum roynt áður, so talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, har Tvøroyri gongur undan, sum eitt fyridømi hjá øðrum kommununum, hvat ferðslutrygd viðvíkur.
Men eisini eyga og sálin skulu hava sítt og tí verður samstundis stórur dentur lagdur á bæði umhvørvi og útsjónd.
Undir herrópinum ferðslutrygd, umhvørvi og vakurleiki fór býráðið so til verka og savnaði góðar kreftir at leggja arbeiðið til rættis.
Sostatt savnaðu tey eitt toymi av arkitektum og verkfrøðingum, sum gingu saman um hesa ætlanina so at ein heildarloysn kundi spyrjast burturúr, har bæði er hugsað um ferðslutrygdina, umhvørvið og útsjóndina.
Men fyri at geva hesum serfrøðingunum eitt lokalt mótspæl, varð eisini eitt toymi av tvørafólki valt í ein bólk, at fylgja við arbeiðnum, at ummæla loysnir, sum arkitektar og verkfrøðingar komu við, og at koma við egnum uppskotum.
Ein amboðskassi
Arkitektar og verkfrøðingar eru nú liðug við sítt arbeiði og fyrr í vikuni varð útslitið lagt fyri býráðið til góðkenningar.
Á fundi mikukvøldið, samtykti býráðið einmælt at taka undir við ætlanini.
At talan veruliga er um eitt víttfevnandi og framskygd dygdarverk gekk sjón fyri søgn, tá ið ætlanin varð løgd fram á tíðindafundi eftir býráðsfundin mikukvøldið.
- Hetta er ein ætlan, sum strekkir seg um allan býin úr Froðba, sum er innast í botninum í Trongisvági.
Økið, sum ætlanin fevnir um, eru báðir vegirnir út í Froðba og so tann niðari høvuðsvegurin ígjøgnum Tvøroyri, heilt inn á botn.
Tann ovara vegin er onki gjørt við, men ætlanin er, at hann skal brúkast til tað tungu ferðsluna ígjøgnum býin.
Enn er ongin kostnaðarmeting gjørd, men greitt er, at so víðfevnd ætlan verður ikki veruleiki eftir einum ella tveimum árum.
- Hetta er heldur ikki meint sum ein skræddaraseymað loysn og tað er ongin sum sigur, at tað fer at síggja akkurát soleiðis út, tá ið alt arbeiðið er liðugt.
- Hetta er mest at meta sum ein amboðskassi, ella sum ein hugkveikjari, tá ið framtíðarætlanir skulu setast í verk, søgdu arkitektar og verkfrøðingar.
- Men við hesi ætlanini hevur býráðið eini greið stevnumið at arbeiða fram ímóti, tá ið framtíðar Tvøroyri skal sniðgevast, tó at teir ymsu partarnir kunnu dagførast so hvørt.
Tá ið ætlanin varð løgd fram, vísti teir serkønu á týdningin av, at býráðið sum skjótast setir skjøtil á arbeiðið og setir onkran part av ætlanini í verk, so at tað gongur sjón fyri søgn hjá borgarunum, at hetta eru ikki bara luftkastell og bláur roykur, men at álvari býr aftanfyri.
Og tað er Býráðið eisini sinnað til, tí býráðslimir søgdu, at ætlanin er nú at brúka heystið til at finna útav, hvat kann setast í verk næsta og, so at peningur kundi setast av á fígjgarætlanini til endamálið.
Enn er støða ikki tikin til, hvar ætlanin er at byrja, men tað varð nevnt, at tað kundi verið skilagott at byrja onkustaðni úti í miðbýnum.
Men í høvuðsheitum verða tað tey býráðini, sum koma eftir hetta, sum litið upp í hendurnar at seta ætlanina í verk og at raðfesta í hvørjari raðfylgju, arbeiðast skal.
Frammanfyri sína tíð
At Tvøroyrar Býráð fer undir eina ætlan, vísir, at býráðið er frammanfyri sína tíð. Tá ið ætlanin varð løgd fram, vísti Gunn H. Møller frá LBF á, at slíkar ferslutrygdarætlanir eru lógarkravdar í øðrum Norðurlondum, men ikki í Føroyum.
Sostatt er Tvøroyrar Býráð farið undir hetta, hóast tað ikki er lógarkravt og hon heldur, at hetta er at taka null-hugsjónina í ferðsluni í álvara.
Eitt tiltak, sum verður sett í verk, er, at eftir allari Sjógøtu skal bara verða loyvt at koyra 40 km/t.
Men harafturat verða verður tálmað á ein heilt serligan hátt.
Kanningar vísa, at verður ein fótgangari ákoyrdur av bili, sum koyrir 40 km um tíman, er møguleikin fyri at hann doyr, 30%. Men koyrir bilurin 50 km um tíman, er møguleikin heili 80% fyri at hann doyr.
Tá ið bussar koyra ígjøgnum býin, skulu teir ikki inn á parkeringspláss ella til síðuna at steðga. Í staðin verður vegurin smalkaður niður í eitt spor við hvørt steðgipláss og fólk fara so av mitt á vegnum og kunnu stíga beinleiðis á gongubreytina.
Hesi tímaglas-steðgiplássini føra við sær, at bæði mótkoyrandi ferðsla og ferðsla, sum kemur aftaná bussin, hevur onki val, enn at bíða eftir bussinum. So vítt vit vita, er hetta fyrstu steðgipláss av hesum slagi í landinum.
Ígjøgnum býin skulu sjey slík steðgipláss gerast. Hesi plássini minka munandi um vandan fyri ferðsluóhappi afturímóti, har bussurin skal skifta koyribreyt, hvørja ferð, hann steðgar.
Samstundis fara fótgangarar at brúka hesi støðini at fara yvirum vegin, tí har er vegurin smalast.
Har tað ber til, verða innvik gjørd til parkering fyri at sleppa undan at bilar standa allastaðni framvið vegnum.
Eftir ætlan skal tað eisini tálma ferðina, at trý býarportur verða gjørd, eitt nakað inni í Trongisvági, eitt hvør síni megin miðbýin. Býarportrini verða markerað við trøum, serligum flísum á vegnum og lampum
Fyri at bøta um ferðslutrygdina í miðbýnum, verða síðuvegirnir hjá høvuðsvegnum gjørdir til blindir vegir og við stóra vegamótið mitt í býnum, verður gjørd ein rundkoyring.
Annars verða ongir kantsteinar nakrastaðni, so at tað verður lætt hjá rørslutarnaðumat ferðast.
Fyri at gera tað hugnaligt, skulu torg gerast ymsastaðni í býnum og við miðbýin skal eisini eitt torg gerast til standmyndir.
Framvið sjónum, longur inni á fjørðinum, verður gjørt eitt smábátaøki við øllum tí, sum har til hoyrir.
Í hesi ætlanini skal eisini hugsat um at varðveita friðað støð og bygningar pg onnur serlig støð.
Ein avmarking er sjálvandi, at Sjógøta er rættiliga smøl, men tað hevði verið eitt óhugsandi tiltak at tikið allar garðarnar og nógv hús niður fyri at breiðka vegin.
Tá iå býráðið samtyktu ætlanina, vóru teir samdir um, at talan er um eitt valaverk, sum verður eitt sera hent amboð hjá kommununi, tá ið framtíðar útbyggingar skulu gerast.
20 ferðsluóhapp um árið
Í sambandi við menningarætlanina hjá Tvøroyrar Kommunu, eru tvær ferðsluteljingar gjørdar á Niðara Vegi, sum nú eitur Sjógøta. Onnur teljingin var við Føroya Banka og Posthúsið og hin var við Tangabúðina.
Talvan vísti, at við Føroya Banka var miðalferðin 32 km/t, men við Tangabúðina koyrdu bilarnir væl skjótari ella 45 km/t í miðal.
Tølini vísa eisini, at við Føroya Banka koyrdu 85% av bilunum undir 46 km/t og við Tangabúðina koyrdi 85% av bilunum undir 56 km/t.
101 óhapp
Annars er eisini gjørt upp, hvussu nógv ferðsluóhapp eru hend í Sjógøtu hesi seinastu fimm árini. Tann samanteljingin vísir, at hesi seinastu fimm árini eru hend heili 101 ferðsluóhapp á Sjógøtu. Tað eru 20 um árið í miðal.
Av hesum eru rættiliga nógv óhapp hend á parkeringsøkinum við Statoil og á vegamótunum í miðbýnum, har síðuvegir eru bundir í Sjógøtu.
Fýra av óhappinum høvdu fólkaskaða við sær.
Men her skal viðmerkjast, at hetta eru tey óhappini, sum eru fráboðað løgregluni, so hugsandi er, at nøkur óhapp hava verið afturat, sum ikki eru meldað.
Samstarv ímillum fakfólk
Ferðslutrygdarætlanin og yvirlitið yvir miðbýin á Tvøroyri og býin sum heild, er vorðið til sum eitt toymisarbeiði ímillum arkitektarnar Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen og LBF, haðani Gunn H. Møller og Einar Brimnes hava arbeitt við ætlanini.
Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur á Tvøroyri, hevur samskipað arbeiðið.
Hetta er ein ætlan, sum ikki bara snýr seg um at skipa gøtur, torg og tún í býnum. Endamálið hevur verið at skapa ein góðan og ferðslutryggan bý, har tað er gott at búgva, gott at fara til handils, gott at hitta fólk og sum gevur fólki møguleikar at fáa nøkur upplivilsi við sær heimaftur.
Kortini hevur ein stórur partur av arbeiðnum miðað eftir at gera býin so ferðslutryggan sum, gjørligt.
Men tað skuldi skuldi gerast so, at ferðslutrygd, umhvørvið og vakurleiki gingu hond í hond í eini heildarloysn.
Borgarligi fylgibólkurin
Ì áðurnevnda borgarliga fylgibólki í sambandi við heildaryvirlitið yvir Sjógøtu og Miðbýin á Tvøroyri hava hesi sitið:
Anna Kirstin Thomsen, vinnulívskvinna
Signar Dam, kommunulækni
Sven Roest, múrarameistari
Poul Poulsen, politistur
Fríði Jensen, Apotekari
Fylgibólkurin hevur fylgt við arbeiðnum og hevur viðmerkt tær loysnir, sum hava verið skotnar upp. Serkunnleikin í hesum arbeiðnum, sigur, at samstarvið við fylgibólkin hevur verið fyrimyndarligt og avbera fruktagott fyri endaliga úrslitið, tí limirnir í bólkinum hava alla tíðina reist iva, sett spurningar og er komin við alternativum uppskotum, soleiðis at nógvar ymsar áskoðanir eru komnar fram
Sjógøta er tann niðari høvuðsvegurin, sum gongur mitt ígjøgnum býin. Tað er vegurin, sum vanliga hevur verið róptur Niðari Vegur.
Á myndini sæst, hvussu ein partur av miðbýnum ætlandi at síggja út. Vegurin niðan av bryggjuni, sum á telduni sær út sum ein trappa, vegurin oman í miðbýin og vegurin ígjøgnum býin, verða knýttir saman í eini rundkoyring. Í urtagarðinum vestanfyri Kommunuskrivstovuna er ætlanin at gera eitt torg og omanav torginum er ætlanin at gera eitt annað torg til standmyndir. Av Miðbrekku, “Hotelbrekkuni” verður ikki koyrandi oman á høvuðsvegin og tað verður tað heldur ikki úr Miðtúni, sum er brekkan við kommunuskrivstovuna. Eisini aðrastaðni í býnum, við bedingina, innanst í Húsgarði og aðrastaðni, verða smá torg gjørd.