Tíverri mugu vit næstan hvønn dag takka nei til áheitanir frá lærarum og øðrum, sum hava hug og førleika til at framleiða dygdargott undirvísingartilfar, tí játtanin røkkur ikki til alt tað, sum vantar, sigur Helena Dam á Neystabø. Og hon vísir á, hvussu kostnaðarmikið tað er at framleiða undirvísingartilfar til fólkaskúlan.
- Um vit taka til dømis nýggju bókina til enskt í 4. flokki, sum varð framleidd í sambandi við, at lærugreinin nú byrjar fyrr, so kostar hon eina millión at framleiða. Hetta er sostatt nærum ein fjórðingur av árligu játtanini til Skúlabókagrunnin, sum fer til eina lærugrein á einum floksstigi. Og so skulu vit minnast til, at allar lærubókaskipanirnar eiga at verða endurnýggjaðar áttanda til tíggjunda hvørt ár, sigur Helena Dam á Neystabø.
Játtanin verið støðug
Og hon vísir á, at játtanin hevur ligið støðugt um 4,5 milliónir í mong ár, uttan at verða regulerað, men at játtanin í ár er økt við einari millión til ein undirvísingarportal, sum Skúlabókagrunnurin ger, og hetta fegnast hon um.
- Men kortini er í veruleikanum talan um, at økið sum heild hevur verið fyri einari lækking í mong ár, tá hugsað verður um, at útreiðslurnar til lønir, umsiting og kostnaðarstøðið eru hækkaðar, sigur Helena Dam á Neystabø. Og hon greiðir frá, at undan kreppuni var játtanin lutfalsliga hægri, og er ongantíð komin upp á tað støðið aftur.
- Skúlarnir ynskja sjálvsagt at hava ávísar skipanir av bókum, og krøvini til tilfarið hækka á hvørjum ári. Í dag er ein lærubók ikki bara ein lærubók, men skal vera næmingalagað, soleiðis at tann bókliga sterki næmingurin fær avbjóðingar og at tann bókliga veiki næmingurin eisini fær avbjóðingar. Harumframt eru krøv til litir, myndir og at bókin er pedagogiskt hugsað, umframt at eyka tilfar fæst, so sum kopiørk, uppgávuhefti og á netinum, sigur Stjórin á Skúlabókagrunninum.
Gera cost-benefit ætlan
Um tilfar og skipanir skal verða endurnýggjað áttanda ella tíggjunda hvørt ár, er í minsta lagi neyðugt at tvífalda játtanina til Skúlabókagrunnin.
- Vit kundu til dømis gjørt eina cost-benefit ætlan yvir, hvussu nógva læring tað kastar av sær, at nýta heimagjørt og tilvildarligt undirvísingartilfar. Tí spurningurin er, um tað ikki hevði kastað lutfalsliga nógv meira læring av sær, at allir lærararnir, sum brúka lutfalsliga nógva tíð til at framleiða tilfar og at hugsa læring meginpartin av fyrireikingartíðina, høvdu liðugt seymað tilfar, ið er lagað til floksstigið og førleikan hjá næmingunum, greiðir stjórin frá.
- Tað átti at verið sett nøkur yvirskipað politisk mál um, at alt tilfar skal endurnýggjast til dømis tíggjunda hvørt ár. Eins og at vit nú hava sett sum mál, at øll, sum hava hug og evnir, skulu fáa eina miðnámsútbúgving, sigur Helena.
Nýggjur portalur
Stovnurin er í løtuni farin undir at gera ein undirvísingarportal, sum næmingar, lærarar og foreldur kunnu nýta.
- Vit hava tikið stig til at framleiða teldutøkt tilfar á netinum, tí tað hevur verið ein stórur vansi, at millum lítið og einki er at finna á netinum um Føroyar og føroysk viðurskifti, tá næmingar leita upplýsingar fram, sigur Helena Dam á Neystabø, sum fegnast um, at játtanin í fíggjarlógaruppskotinum er hækkað við einari millión til júst hesa verkætlan í, umframt eina hálva millión frá kommununum.
- Ein tílíkur portalur skal vera væl skipaður, men tað krevur, at vit hava í øllum førum tvey starvsfólk, sum fáast við at fóðra hann við tilfarið, so har altíð hevur nakað nýtt, kreativt og alternativt at bjóða, og fyri at skapa eina ávísan dynamikk millum brúkara og portalin, sigur Helena, sum eisini heldur, at ein portalur á netinum kann vera við til at styrkja samskiftið millum foreldur og børn, tí har er mangt forkunnugt og áhugavert, sum tey kunnu leita fram í felag.
Noyðast at raðfesta
Um stjórin í Skúlabókagrunninum skal raðfesta, hvørji øki hava størstan tørv á tilfari, sigur hon, at tey eru so mong og at ilt er at taka dagar í millum.
- Men í fyrsta lagi hevði eg raðfest føroysk lesitilfar til miðdeildina í fólkaskúlanum. Síðani hevði eg framleitt tilfar til vitanarlærugreinirnar landalæru, lívfrøði, søgu og samtíð. Triðja økið, sum eg hevði raðfest, hevði verið tilfar til miðnámsskúlarnar, og so hevði hon eisini raðfest eftirútbúgving av lærarum hægri, so teir kundu lært at gagnnýtt tilfarið betur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Lítil virðing
Helena heldur tað verða løgið, at vánaliga Pisa-úslitið ikki verður tikið í størri álvara, og hon væntar ikki, at úrslitið verður øðrvísi næstu fer.
Og Helena greiðir frá, um úrslitið av Pisa-kanningini, har tað er komið fram, at føroyskir næmingar duga sera illa at lesa og greiða torskildan føroyskan tekst, og førleikarnir innan náttúru og tøkni eru vánaligir. Harumframt vísir Pisa-kanningin, at samstarvið millum føroysk børn og foreldur teirra er sera vánaligt, umframt at samstarvið millum heim og skúla kundi verið nógv betur.
- Vit eiga at vísa næmingunum og samfelagnum størri virðing, við at fáa tíðarhóskandi undirvísingartilfar. Eg frykti, at annars er vandi fyri, at vit mugu fara yvir til útlendsk tilfar aftur. Og vit kunnu ikki halda fram við at krevja av lærarunum, at teir skulu framleiða tilfarið sjálvir, tí krøvini til teir harðna alla tíðina á øllum øðrum økjum eisini, sigur Helena Dam á Neystabø, sum eisin vil vera við, at tað eru fá fólk, sum hava undirvísingartilfar sum hjartabarn, men kortini hava øll fólk sterkar kenslur og meiningar um skúla og bøkur.
--
Fakta um Skúlabókagrunnin
Sambært lógini skipar landsstýrismaðurin fyri og hevur ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum til undirvísingarverkið. Almenna útgávan av undirvísingarmiðlum er skipað í stovni undir landinum. Endamálið við útgávuni er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga og fakliga eru í samsvari við regluverk og lesiætlanir í undirvísingarverkinum.
Játtanin hevur seinastu árini ligið um 4,5 milliónir, og er hon hækkað við 1 mió. kr. frá landinum og 0,5 mió. kr. frá kommununum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007. Ætlanin við hesi hækking er at seta á stovn ein undirvísingarportal á alnótini við undirvísingartilfari og øðrum kunnandi tilfari. Verkætlanin er galdandi í trý ár.