verða vald av ferðslumálaráðnum, og nevndin savnar upplýsningar inn frá millum 30 og 40 vanlukkum á vegunum í Danmark og útfrá teimum verður ein frágreiðing gjørd og almannakunngjørd. [...] Sven Krarup Nielsen sigur, at danska ferðsluskaðanevndin fyrst og fremst hevur til endamáls at kanna vanlukkur og koma við staðfestingum og metingum um, hvat kann gerast fyri at lækka um talið á vanlukkum [...] Nevndin staðfesti hendan trupulleikan og vísir á, at tað er tørvur á at gera nakað við trupulleikan her og nú. Vit koma við einum boði uppá, at her er ein trupulleiki, og so verður arbeitt út frá tí, greiðir
Einar 12 tunnur verða hongdar upp í høllini og síðani er bara at fara innar og luttaka. Í suðurendanum í høllini verður samstundis skipað fyri mat/køkutombola og burturluting. Kaffi verður til keyps. Tað [...] Serliga eru tað børn og ung, ið sláa, meðan foreldrini hyggja at. Hornorkestrið heitir á fólk um at møta stundisliga, so øll fáa sítt pláss við tunnurnar. Øll luttakandi fáa bommposar og serligur bommpakki [...] bommpakki við heiðursmerki verður latin kattakongunum. Áðrenn fyrstu sløgini verða sligin, fara Trøllapætur og Omman at vísa børnunum, hvussu ein ber seg at, tá tunnan skal sláast.
Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins [...] »Syndanna fyrigeving« v/ Tummas og Jaspur. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygarkvøldið kl. 21. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli á Kambsdali og í Thabor og kl. 18 Møti. Lívsins Orð Møti verður [...] eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 23. februar kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-18 Ítriv kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin
skilti orðini. Nú verður hann skoðaður við egnum eygum. Og so er stóri spurningurin, um ímyndin svarar til veruleikan. Og tað ger hon ikki. Í orð-um og á gjørdum myndum hevur hann staðið heldur øðrvísi, enn [...] hann ikki færri enn 800 fariseiskar fanga krossfesta í bynum. Og meðan teir hingu har og bíðaðu eftir einum púnufullum deyða, lat hann konur og børn teirra høgga niður fyri eygum teirra. Eisini í Rom varð [...] gomul kona, ein onnur um miðan aldur, ein ung kvinna í tjúgunum og so ein smágenta. Tan unga kvinnan heldur seg líkasum eitt sindur aftan fri hinar. Tær báðar eldru og smágentan liggj aá knæ. Tær vaksnu við
(2663) og 16 ára gamli Radjabov (2656). Fýra umfør eru leikt, og einasti telvari við meir enn 50% skoru er Leko, meðan einasti telvari undir 50% skoru er evnaríki Radjabov. Kappingin er ung enn, og nógv [...] hevur, eins og Olaf, umboðað Føroyar í NM síðani 1997, og sum oftast við frálíkum úrslitum. Sum heild góð úrslit Føroyar høvdu á fyrsta sinni tveir luttakarar í øllum fimm bólkunum, eins og hini norðurlondini [...] kortini ikki í fátt! Í yngsta bólkinum (føddir 1993 og seinni) stríddust Rúni Vørmadal og Olaf R. Samuelsen manniliga. Teir høvdu lægstu ratingtølini, og fingu báðir eitt stig. Teir fara helst at verða drúgvir
gera, og verður góðtikin uttan víðari, tí soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð. Avgerðin er reint politisk og verður tikin fyri at tryggja álitið og trúvirðið hjá stjórnini. Dømini eru mong, og vit kunnu [...] landsstýrismenn í tíð og úrtíð við uppsøgn. Avgerðin hjá løgmanni at siga fiskimálaráðharran úr starvi hevur neyvan verið nøkur løtt avgerð. Samgongan er ung, pressan hevur gjørt nógv burtur úr og drigið ymisk [...] fram í hesum sambandi, og øll útlit vóru til, at atfinningarsama skrivingin móti fiskimálaráðharranum fór at halda fram. Tað vilja so uttan iva vera fleiri útleggingar av hesum, og har ein er tann, at avgerðin
Danmark 14 dagar. Summarlegan er ætlað fyri børn og ung í aldrinum 10 til 17 ár. Genturnar greiða frá uppihaldinum har. Myndir verða vístar. Øll kunnu vera við, ikki bara á fundinum, men eisini á summarleguni [...] Yvirlæknin og barnalæknin Fróði Joensen greiðir frá um astma/allergi hjá børnum tann 6. mars 2004 í MBF-húsinum kl. 15. Høvi verður at seta spurningar. Í summar vóru 2 føroyskar gentur á summarlegu í Danmark
fekk glassplintur í munnin og so var alt kvirt, greiðir unga strandakvinnan frá. Hon slapp tó við egnari hjálp úr bilinum og gekk ør á vegnum og mól. Ein bilur kom á staðið og koyrdi hana heim. Ikki fyrr [...] Fløtum standa eini stór svørt og hvít hús. Inni í húsinum býr 19 ára gamla Jóhanna í Króki saman við einari av sínum fýra systrum og foreldrunum. Jóhanna er ein prátingarsom ung kvinna, sum av álvara hevur [...] farin út av vegnum og koyrdi í grøvini við síðuna av vegnum. So rendi bilurin á ein steingarð, sum er laðaður framvið og steðgaði. ? Eg minnist bara, at eg skríggjaði ræðuliga hart ,og tað ljóðaði ikki sum
leika á ymisk horn. Undirvísingarhátturin er serstakur og gevandi og fyrstu næmingarnir verða valdir út við eini roynd, og síðani koma onnur uppí. Og úrslitini síggjast sera skjótt. Stórbandið er nú vorðið [...] n 28. og sunnudagin 29. februar og vant verður báðar dagarnar og so er stór konsert sunnudagin klokkan 16 í Vágs Skúla. Luttakandi á stevnuni eru Tvøroyrar Hornorkestur, SuðurættinSekstetten og Skúlaorkestrið [...] flokkunum eru nú komnir við og leika á ymisk ljóðføri innan ásláttur, slagverk. Eisini her sæst, at tað gongur skjótt framá í undirvísingini, tí hesir næmingar eu júst byrjaðir og hava fingið ljoðførini hesa
Serliga vilja vit biðja fyri okkara meinigheit og tí henni tørvar. »Verið her og vakið við mær, vakið og biðið«. Meinigheitshúsið Leygardagin kl. 16-18.30 Foreldur og børn. Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli, kl [...] Sang og Evangel. møti við Theodor Petersen og døtrum. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Nerija á Skála Á møtinum í kvøld kl. 20 og í morgin sunnudagin kl. 17 tala John í Skemmuni, Lars Djurhuus og Finnbjørn [...] leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18 við Tórmund og fleiri. Thabor, Fuglafjørður Leygarkvøldið kl. 21 Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli á Kambsdali og í Thabor og kl. 18 Møti. Missiónshúsið