Formaðurin í donsku ferðsluskaðanevndini Sven Krarup Nielsen sigur, at danska ferðsluskaðanevndin fyrst og fremst hevur til endamáls at kanna vanlukkur og koma við staðfestingum og metingum um, hvat kann gerast fyri at lækka um talið á vanlukkum, har annaðhvørt fólk lata lív ella koma álvarsliga til skaða.
Tí kann sigast, at hon í prinsippinum er tað sama, sum leiðarin á Ferðslutrygd í Føroyum tosar um.
Havarínevndin í Danmark sá dagsins ljós eftir, at fólkatingið hevði samtykt, at talið á vanlukkum, sum krevja mannalív ella álvarsliga skaða fólk, skal lækka við 40 % yvir eitt áramál upp á tólv ár. Frá 2001 til 2012.
? Vit halda so nøkulunda málið, sigur formaðurin í nevndini og vísir á, at talið lækkar miðvíst í Danmark.
Evni verða lýst
Nevndin hevur arbeitt við tveimum evnum hesa tíðina, síðani hon kom fram. Og tey eru í ferð við tað triðja evnið nú.
Fyrsta evnið var einavanlukkur millum ung undir 25 ár. Har tað varð staðfest, at serliga ungir menn undir 25 ár nýta vegirnar til teirra spælipláss. Og her sigur Sven Krarup Nielsen, at tað er umráðandi at finna útav, hvat skal gerast fyri at broyta hugburðin hjá ungum.
? Nevndin staðfesti hendan trupulleikan og vísir á, at tað er tørvur á at gera nakað við trupulleikan her og nú. Vit koma við einum boði uppá, at her er ein trupulleiki, og so verður arbeitt út frá tí, greiðir Sven Krarup Nielsen frá.
Hann sigur eisini, at í fleiri kommunum niðri eru fleiri royndir gjørdar at taka tey ungu við upp á ráð hesum viðvíkjandi. Roynt verður at fáa tey sjálvi at siga, hvat tey vilja hava. Sjálvi at orða eitt hugskot til verkætlanir fyri at fáa tey at lata vera við at nýta vegirnar til spælipláss.
Og hetta hevur givið úrslit, sambært formanninum í donsku ferðsluskaðanevndini.
Tað næsta evnið, sum tey hava arbeitt við, eru ferðsluvanlukkur á motorvegunum.
Og tað, tey nú eru í holt við, er ferðsluvanlukkur, har vørubilar eru við.
Evnini, sum nevndin arbeiðir við, verða vald av ferðslumálaráðnum, og nevndin savnar upplýsningar inn frá millum 30 og 40 vanlukkum á vegunum í Danmark og útfrá teimum verður ein frágreiðing gjørd og almannakunngjørd.









