Yvirlæknin og barnalæknin Fróði Joensen greiðir frá um astma/allergi hjá børnum tann 6. mars 2004 í MBF-húsinum kl. 15. Høvi verður at seta spurningar.
Í summar vóru 2 føroyskar gentur á summarlegu í Danmark 14 dagar. Summarlegan er ætlað fyri børn og ung í aldrinum 10 til 17 ár. Genturnar greiða frá uppihaldinum har. Myndir verða vístar.
Øll kunnu vera við, ikki bara á fundinum, men eisini á summarleguni, tí stuðul kann útvegast. Høvi verður at seta spurningar. Drekkamunnur við onkrum afturvið.
Aftaná verður aðalfundur felagsins.










