Nógvar tunnur í KÍ-høllini

Aftur í ár verður KÍ-høllin karmur um árligu tunnusláingina, sum Klaksvíkar hornorkestur skipar fyri

Leygardagin tann 21. februar klokkan 14 verður árliga tunnusláingin hjá Klaksvíkar Hornorkestri í KÍ høllini.
Einar 12 tunnur verða hongdar upp í høllini og síðani er bara at fara innar og luttaka. Í suðurendanum í høllini verður samstundis skipað fyri mat/køkutombola og burturluting. Kaffi verður til keyps.
Tað er Klaksvíkar Hornorkestur, ið stendur fyri tiltakinum, sum vanliga verður væl vitjað. Eini 600 til 700 fólk í alskyns føstulávintsbúnum møta upp. Serliga eru tað børn og ung, ið sláa, meðan foreldrini hyggja at.
Hornorkestrið heitir á fólk um at møta stundisliga, so øll fáa sítt pláss við tunnurnar. Øll luttakandi fáa bommposar og serligur bommpakki við heiðursmerki verður latin kattakongunum.
Áðrenn fyrstu sløgini verða sligin, fara Trøllapætur og Omman at vísa børnunum, hvussu ein ber seg at, tá tunnan skal sláast.