kunnu vit ikki annað enn taka til okkara. Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess at skilja orðini. Kári Cool sipar til tøkniligu menningina, sum við [...] bløðunum - men heldur ein tænasta til lesaran. Men hjá einum føroyskum blað er øðrvísi: Ein føroyingur, sum býr uttan fyri landoddarnar - og ikki at tala um, býr hann uttan fyri Norðurlond - frættir einki heiman [...] nakað eftirlit. At Internetið var ein risastórur miðil, løgdu vit okkum alt fyri eitt í geyma, og saman við serkønari hjálp uttan fyri húsið hava vit á Internetinum bygt upp fyrstu føroysku internetávísina
hampamanni. Hvat billar oddamaður fólkafloksins sær inn! Hvussu ber tað til, at Anfinn Kalsberg, sum kann fáa tann heiður at verða kosin til løgmann, letur sær lynda, at samstarvsfelagar hansara í tjóðveldi [...] at skipa eitt landsstýri saman við. NIÐURGERANDI orðini hjá stavnamanni fólkafloksins í Dagblaðnum fyri viku síðani og nú aftur í gjár móti tjóðveldisfólki áttu ikki at komið ávart á nakran. Soleiðis hevur [...] henda henda hátt verða niðurgjørdir og útspiltir! VIT hava oftani tikið spurningin upp, hvussu tað ber til, at leiðandi fólkafloksmenn góðtaka, at ein av teirra ovastu leiðarum, fremur útspillingarherferð móti
At fáa heiðurslønir fyri føroysk fríðmerki, er ikki nakað, sum øll uppliva. Ungi normaðurin, Helge Jeppersen frá Finnøy, fekk ein slíkan heiður í síðsta mánaði. Hann er frímerkjasavnari, og luttók í einari [...] einari frímerkjaframsýning í Frekhaug norðan fyri Bergen. Har fekk hann heiðursløn fyri ?Færøyisk porto og frankeringsmidlar 1975-1997?. Tað verða givnar tíggju virðislønir á slíkum framsýningum: 1 silvur [...] ið handa virðislønirnar, halda fyri seg sjálvi. Spurdur um, hví hann savnar føroysk frímerki, sigur hann, at tað kemur av, at hann og systir hansara vóru í Føroyum fyri tveimum árum síðani. Tey upplivdu
tónleikinum upp ígjøgnum tíðirnar, líka til tað bleiv skriva í 1874. Har er alt líka frá gregorianskum tónum og Bach, til nýggjari klangir, og tað gevur møguleika fyri nógv størri stemningsskiftum, enn um [...] tekstin harupp tað krevst, fyri at sangurin skal koma heilt út til fjøldina sum lýður á. Tann minst karismatiski av hesum vælasangarum var tenorurin Jón Rúnar Arason, sum í mun til hini, kendist heldur kroystur [...] sunnudagin gav beinanvegin ábending á at øll sum vóru komin til konsert væntaðu okkurt ordiliga stórt. Vantaðu sær eina stóra uppliving. Sum tað altíð er til sovorðin stór tiltøk, var útselt og tískil vóru tað
Býurin Ballater er eitt fyribrigdi fyri seg í Skotlandi. Her er tað ein stórur heiður at verða »vørulatari« til kongaliga bretska hovið. Tí, so fær ein tað kongaliga segli upp á húsaveggin og tað merkir [...] nærmasti granni til Balmoral og tí keypir drottningin, ella starvsfólk hennara, eisini inn her. Bæði av einum og øðrum. Og tá drottningin hevur keypt frá einum teirra, og hon er glað fyri tænastuna og prísin [...] eisini, so kann handilsmaðurin gerast leverandørur til bretska hovið. Og teimum eru teir ikki so fáir av í Ballater. Við føroyskum eygum sá út til at rættilig inflatión var komin í hetta "fína" heitið
ymsastaðni, og eg fekk eitt sindur av pengum burtur úr til seinasta partin av míni útbúgving. Moirae fer í søguna Í 1995 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri Prix Føroyar tónleikakappingini, og tað var ein gularót [...] hug til at spæla og syngja. Meira enn eitt nummar Tað er eingin vandi fyri, at Terji Rasmussen leggur tónleikin á hillina, nú hann flytir til Danmark í eina tíð. ? Men eg ætli mær ikki at spæla fyri føroyingum [...] at ganga av verðini. Áhugin fyri tónleikin bara vaks. Hann spældi í onkrum bólki, og tá Rock Boys skiftu navn til Funkies kom meira ferð á, og saman við teimum var Terji fyri fyrstu ferð at hoyra á eini
tænasta og matur var heilt framúr. Men tað er rættiliga vanligt fyri skotar. Sera fryntligir at tosa við og altíð til reiðar at gera nakað fyri gestirnar. Men teir ynskja sær fleiri gestir - og gjarna eisini [...] varð liðug, og hon verður brúkt enn tann dag í dag til jarnbreytartok. Ferðamannamál Eins og í gomlum døgum, tá ferjusambandið var, kemur nógv fólk til Queensferry-bygdirnar, men í dag eru ørindini onnur [...] skansi, Tann, sum fjøråurin ber navnið eftir. Hann er bygdur fyri nógvum árum síðan, men hevur verið í brúk nakað væl inn í okkara øld, m.a. til at verja brúnna móti loftálopum í krígsstøðu. Týskttalandi
var óvanliga vísur í míni søk. Slíkt er óivað vónleyst at greiða øðrum frá. Rúni fór so til Keypmannahavnar. ? Eg hevði ikki sungið solo áður, men tað kravdist til upptøkuroyndina til Radiokórið. Eg mátti [...] niðri og syngja... ? Men tað eggjaði mær til at halda fram, at dugnalig fólk bóðu meg fara víðari. Tað hevði nógv at týða fyri meg, at Kim Borg tímdi at ómaka sær til at geva mær sangtímar - hansara ráð kann [...] vónrík fólk eru hvørt ár til upptøkuroynd á Sibelius Akademinum í Helsinki, men bert fá sleppa inn. Rúni var í fjør teirra milum. Útbúgvingin tekur 4 ár. SU-stuðulin úr Danmark røkur til hálva húsaleigu, so
Fyrst málverjan Jussi Jääskeläinen til Bolton fyri knapt fýra milliónir krónur, og so báðar landsliðsspælararnar Tomi Kinnunen og Juha Reini til belgisku Genk fyri umleið 10 milliónir krónur samanlagt [...] Orsøkin til at samstarvið steðgar eftir trý góð ár er, at partarnir ikki kundu gerast samdir um lønarspurningin og politikkin, sum felagið skal føra framyvir. Touru vil hava felagið at leggja meira fyri í [...] samanlagt. ? Eg skilti avgerðina hjá felagnum, men kundi ikki góðtaka hana. Tað ber ikki til at selja tveir landsliðsspælarar mitt í eini kapping, og tað kundi ikki uttan víðari fara aftur við borðinum, sigur
dám á tann partin í røðuni, sum er um framtíðarætlaninar, og er eisini mál, sum vit hava sett okkum fyri at fremja í samgonguskjalinum. Tað fær tað plássið í røðuni, sum tað krevur, sigur løgmaður. Um r [...] ikki hava heimildina fyrr enn tingið hevur viðgjørt málið. Í fyrstu atløgu fara vit at leggja uppskot til samtyktar fram í tinginum, har vit biða um heimild at samráðast við danir, og síðani skal aðalorðaskifti [...] Løgmaður sigur, at hann hevur skilt á Høgna Hoydal, landsstýrismanni í lógarmálum, at Landsstýrið ikki er til reiðar at samráðast fyrr enn við árslok. Stutt røða hesaferð Løgmansrøðan er annars bygt upp eftir